mánadagur 7. januar 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Royndirnar aðrastaðni
eru, at filmsvinnan
hevur stóran týdning
fyri ferðavinnuna. Tá
ið filmur er gjørdur ur
einum landi, koma væl
fleiri fólk úr øðrum
londum at vitja tað
landið.
Tí sá Guðrið Høj
gaard, stjóri í Ferðaráði
Føroya tað sum eina
sjálvsagda
uppgávu
at samskipa arbeiðið
við at útvega føroyska
fíggjarliga partin.
Hini londini gjalda
bróðurpartin av tí, sum
filmurin kostar at gera,
men tað er er treytað
av, at Føroyar eisini
gjalda ein part.
Føroyar skulu gjalda
nakrar milliónir krón
ur. Enn er ikki komið
á mál, men Guðrið Høj
gaard er sannførd um,
at tað fer at eydnast
at finna tær seinastu
krónurnar.
– Filmurin fer heilt
vist at fáa stóran týdn
ing
fyri
ferðavinn
una, tí filmurin fer at
fáa fleiri ferðafólk at
koma higar. Tí er hetta
ein góð íløga. Pening
urin er væl útgivin og
kemur innaftur, sigur
Guðrið Højgaard.
Seinasti stóri filmur,
sum upptikin varð í
Føroyum, var Barbara,
og hann fekk eisini
útlendsk ferðafólk at
vitja Føroyar. Filmurin
Barbara kom í 1997, og
tað eru 16 ár síðan.
Ein góð
íløga
Tað er heilt
vist, at film
urin fer at
hjálpa væl til
at gera Før
oyar kendar í
øðrum lond
um, sigur
Guðrið Høj
gaard, stjóri
í Ferðaráði
Føroya
Filmurin
Filmurin hevur fingið heitið The Bird Catcher
og fer at vara smáar tveir tímar.
Upptøkurnar verða gjørdar í Gásadali og
aðrastaðni í Vágum, og leikararnir verða
royndir sjónleikarar, teir flestu skandinavar.
Fimm lond eru við í verkætlanini, Svøríki,
Noreg, Frakland, Danmark og Føroyar.
Hetta er nógv tann størsta filmsverkætlan
í Føroyum nakrantíð og fer at kosta 32-35
mió. krónur.
Upptøkurnar verða eftir ætlanini gjørdar í
vár, og filmurin verður liðugur í heyst.
Richard Hobert ætlar at fara á filmsstevnuna
í Cannes næsta ár.
Randi Jacobsen
Daniella Sandberg. sum er
ættað úr Sørvági, hevur síðan
1978 búð í Stokholm.
Í fleiri ár hevur hon gingið
og borið upp á eina søgu, sum
hon alla tíðina hevur hildið
veri egnaða til ein film.
– Pápi mín, Malberg Sim
onsen, dugdi væl at siga søg
ur, og hann var ikki bangin
fyri at siga sannar søgur, sum
onnur ikki vildu tosa um, sig
ur Daniella Sandberg.
Ein søga, sum hann segði
henni, var um Frans í Gása
dali. Pápin var ættaður úr
Gásadali.
Nú verður hendan søg
an endursøgd í einum stór
filmi, sum svenski leikstjór
in Richard Hobert, er við at
seta upp. Richard Hobert er
millum kendastu filmsleik
stjórarnar í Svøríki, hevur
gjørt filmar, og fleiri teirra
hava fingið virðisløn.
Tað var meira ella minni
av tilvild, at Richard Hobert
fekk søguna at vita.
– Eg var til ein føðingardag
í Stokholm og kom at sita við
sama borð sum hann. Eina
ferð segði eg við hann, at eg
visti eina føroyska søgu, sum
hóskaði væl til film. Hann
var beinanvegur áhugaður
og gav mær visittkort sítt og
bað meg ringja til sín, sigur
Daniella Sandberg.
Tvær vikur seinni ringdi
hon, og filmsleikstjórin fór
beinanvegin til verka at
bryggja meira upp á søguna.
Hetta eru trý ár síðan.
Daniella Sandberg hev
ur síðan hjálpt til og hevur
millum annað verið í Føroy
um og gjørt samrøður vi fólk,
sum hava kent søguna.
Um at yvirliva
Søgan um Frans í Gásadali
er ein søga um at yvirliva
hjá fátækrafólki fyri meira
enn tríhundrað árum síðan.
Tað er eisini ein søga um
tollyndi.
Foreldrini hjá Frans vóru
ognarleys, og sum barnleys
var framtíð teirra í vanda, tí
hvat skuldi verða av teimum,
tá ið kreftirnar fóru at ganga
undan.
Ein dagin fóru tey bæði
til Sørvágs, har eitt franskt
skip lá. Ørindini vóru, at hon
skuldi gerast við barn.
Tá ið tey fóru niðan aftur
til Gásadals, høvdu tey eina
víntunnu, sum tey fingu frá
fransmonnum.
Konan var við barn og
átti sonin, sum fekk navnið
Frans. Ikki óhugsandi varð
hann kallaður upp eftir
pápaupphavi sínum.
– Pápi mín segði mær, at
tað var eingin, sum sá niður
á tey fyri tað. Tað vóru ikki
ráð hjá nøkrum at skammast,
sigur Daniella Sandberg.
Søgan um Frans í Gásadali
er ikki skrivað niður, men
hon livir framvegis á manna
munni hjá nøkrum fólkum.
Hon leggur dent á, at hon
hevur alla virðing fyri menn
iskjunum, sum nýttu hendan
møguleikan fyri at yvirliva.
Daniella Sandberg sigur,
at søgan altíð hevur fylt nógv
í hennara hugaheimi, og tað
gjørdi hon ikki minni, tá ið
hon var greið yvir, at hon ikki
kundi eiga børn sjálv.
Hon og maðurin Svante
valdu at ættleiða tvey børn.
- Kærleikin til børnini er
ikki minni, fyri tað um eg ikki
havi føtt tey sjálv. Soleiðis
hevur pápi Frans óivað havt
tað eisini.
Gott handrit
Daniella Sandberg sigur, at
hon var spent, tá ið hon fekk
handritið at lesa. Hon var
ovfarin av, so væl Richard
Hobert hevur fingið burtur
úr søguni. Hann hevur bygt
meira upp á søguna fyri at
gera hana meira spennandi,
og tað hevur ikki gjørt søg
una verri.
– Richard Hobert vísir í
handritinum stóra virðing
fyri
menniskjunum,
sum
livdu undir so hørðum korum,
og haraftrat hevur hann
fingið tað kvinnupolitiska
við, sigur Daniella Sandberg.
Hon hevur útbúgving sum
frama- og sosialpedagogur.
Hon hevur arbeitt nakað við
sjónleiki men einki við filmi.
Føroysk søga
í stórfilmi
– Pápi segði mær søguna um Frans í Gásadali, sigur Daniella Sandberg
úr Sørvági. Hon gav svenska filmsleikstjóranum Richard Hobert
hugskoti til størstu filmsverkætlanina nakrantíð í Føroyum
Daniella Sandberg