Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Ítróttarstubbar Tróndur Arge Orkuríki vongurin á ÍF liðnum hevur tikið eina avgerð um at fara til Íslands at royna síni fótbóltsevnir. – Eg havi sagt ja til at fara til Íslands komandi kappingarár, sigur Dánjal á Lakjuni. Hann hevur verið ein av drúgvu spælarunum á liðnum hjá ÍF seinnu árini. Hann hevur somuleiðis spælt á U21 landsliðnum. – Eg fari til Íslands um tvær vikur, og tá skrivi eg endaliga undir, sigur Dánjal víðari. Dánjal kennir á sær, at hann hevur brúk fyri at royna okkurt nýtt. Talan verður tó ikki bara um fótbólt. – Eg havi hug at prøva okkurt nýtt. Eg fari at spæla vid Leiknir og so fari eg eisini at arbeiða við síð­ una av, sigur fulgfirðingurin. Leiknir Felagið, sum Dánjal skal spæla við er Leiknir, sum spælir í næst bestu deildini í Íslandi. – Talan er um eitt lið i næst bestu deildini, og støðið er tað sama sum í Føroyum ella har um. Tað er eitt sindur ringt at meta ordiliga um, tí teir spæla ikki sama slag av fótbólti, ið vit gera her heim. Íslendingar venja nógv harðari enn føroyingar. Serlga verður dentur lagdur á tann kropsliga partin, sigur Dánjal á Lakjuni. Umframt at royna nakað nýtt, so er skiftið eisini ein roynd at vita um ein yrkisleið innanfyri fótbólt er nakað, ið fuglfirðingurin hevur áhuga í. – Um tað gongur væl hjá mær, so kann tað verða skjótt at sleppa til eitt lið í bestu deildini. Tað er lættari at blíva sæddur í íslendskum fótbólti um tú gert tað gott, leggur Dánjal á Lakjuni afturat. trondur@sosialurin.fo AB gjørdi í gjár avtalu við 23 ára gamla Róa Danielsen, sum seinastu tíðina hevur spælt við Skovbakken í triðbestu deildini í Danmark. – Eg eri argjamaður og føli meg væl til rættis her í AB, sigur Rói Danielsen við heimasíðuna hjá felagnum. Rói er uppvaksin í AB, men spældi eitt hálvt í HB áðrenn fór til Danmark. Hann hevur eis­ini verið partur av U21 lands­ lið­num. Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, er fegin um at fáa enn ein av sínum egnum argja­ monnum við aftur á liðið. – Rói er ein krútsterkur verju­ leikari, sum hevur royndir bæði í bestu deild í Føroyum og uttan­ lands, sigur Sjúrður Olsen. Hann leggur afturat, at hóp­ urin hjá AB næstan er full­mann­ aður. trondur@sosialurin.fo Rói Danielsen (t.v.) og Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum Mynd: www.ab.fo Rói Danielsen aftur í AB Tróndur Arge Bárður Olsen sum er 27 ára gamal, var tann leikarin ið leikti næst­flestar minuttir fyri grann­ arnar í fjør. Bárður er miðvallari, men kann sum so setast at røkja eina og hvørja uppgávu á liðnum, skrivar heimasíðan hjá HB um víkamannin. Bárður ið hevur traðka sínar barnaskógvar í EB/Streymi, flutti ár fyrsta sinnið til Havnar í 2010. Eftir ein stuttan steðg bæði í barndómsfelagnum og á Argjum, var Bárður aftur hjá grann­unum í fjør, har tað bleiv til í alt 31 dystir. Millum annað tveir góðar Champions League dystir, har grannarnir rættiliga vístu seg fram. Bárður hevur nú í eina tíð vant við okkum, og henda av­ talan ið er galdandi fyri kom­ andi árið, er sum so bara ein stað­festing av hesum. Eisini kunnu vit noterað okkkum at Bárður hevur leikt bæði á U19 og á A-landsliðið okkara, skrivar HB heimasíðan at enda. Bárður Olsen til HB Fótbóltur Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Bárður Olsen ikki heldur fram í B36. Í kvøld hevur hann gjørt avtalu fyri komandi ár við grannarnar úr HB Finnbogi Arge, formaður í HB, og Bárður Olsen Mynd: www.hb.fo Dánjal á Lakjuni til Íslands Fótbóltur Dánjal á Lakjuni fer komandi kappingarár at royna seg í íslendskum aðru deildarfótbólti. Hann hevur gjørt avtalu við felagið Leiknir Úttøkukapping til HM í inniróðri í Boston tann 17. februar 2013 var í róðrarneystinum á Glyvrum í dag. Sambært fyriskiparunum og Rórðar­sambandinum, so gekk kapp­ingin væl. Hesi fýra fara til HM í Boston Tey sum blivu úttikin at umboða Føroyar til kappingina í Boston eru: Hallur Nattestad úr Róðrar­ felagnum Knørri við tíðini 6.42,2 min. Jógvan Sofus Vilhelmsen úr Klaksvíkar Róðrarfelag við tíðini 6.18,5 min. Øssur Hansen úr Miðvágs Róðrafelag við tíðini 6.58,8 min. Rannvá Lava Olsen úr Danske Studenters Roklub við tíðin 7.00,0 min. trondur@sosialurin.fo Fýra til inniróður í Boston