mánadagur 7. januar 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hóast eina heiðurliga roynd at
skapa góðar flogbóltskarmar kring
landskappingardystin, tá Mjølnir
fekk vitjan SÍ í gjár, so var talan
ikki um nakran oddadyst í Klaksvík
í gjár. Gamaní, tey bæði fremstu
liðini á stigatalvuni brustu saman,
men tað er kortini bara eitt lið,
sum myndar oddan av føroyskum
kvinnuflogbólti í ár, og tað er
Mjølnir.
Klaksvíkskvinnur vunnu 3-0
á SÍ og staðfesti samstundis sína
støðu sum einaráðandi í flog
bóltskappingini í hesum kapp
ingarárinum. Tað var bara í øðrum
setti, at sørvágskvinnur, sum bara
høvdu tapt einaferð fyri vitjanina í
Klaksvík, veruliga góvu oddaliðnum
ein skarpan gang. Settúrslitið var tá
25-21. Heimaliðið vann hini settini
25-16 og 25-14.
Mjølnir hevur nú 30 stig, seks
fleiri enn sørvágskvinnur, sum eru
á øðrum plássi.
Fleyr rennur aftaná
Tað var skjótt, at flogbóltskappingin
hjá kvinnum fór í tvíningar. Mjølnir,
SÍ, Fleyr og TB hava skavað flestu
stigini saman, meðan Ternan, Drátt
ur, KÍF og ÍF hava eina tilveru undir
miðjuni. Úrslitini eru eisini har eftir.
Tað er sjáldan, at liðini í lægra bólk
inum á stigatalvuni vinna frá teim
um ovaru. Av somu orsøk kom tað
heldur ikki óvart á, at Fleyr vann
greitt á Ternuni hesaferð.
Fleyr hevur fyri tað mesta
runnið aftaná SÍ í stríðnum um
finalupláss. Enn hava tær ikki víst
neyðuga yvirskotið at vinna odda
dystirnar, men tær snáva sjáldan
móti hinum liðunum. Fleyr vann
greitt 3-0 á Toftum.
Vitjanin hjá TB í Kollafirði eydn
aðist somuleiðis væl. Kvinnurnar
av Tvøroyri vunnu eisini 3-0. Tann
sigurin var heldur ongantíð í vanda.
TB sleppur veruliga at royna seg
komandi vikuskiftið, tá SÍ vitjar í
Trongisvági. Við einum sigri tá fer
flogbóltsliðið í Suðuroynni aftur at
tevja finalupláss.
Uni Holm Johannesen
Líkindini fyri einari meira
spennandi
flogbóltskapping
hjá monnunum vóru økt mun
andi um vikuskiftið, tá Flog
bóltssamband tók tvey stig frá
SÍ, sum annars er á finalukós.
Tann 9. desember, tá menn
inir úr Sørvági vitjaðu Fleyr,
var Jákup Melcior við hjá gest
unum, hóast hann ikki var
skrásettur við leikaraloyvi.
Grein 7 í kappingarreglunum
staðfestir, at um felag í lands
kappingini brúkar spælara, ið
ikki er skrásettur, og sum kapp
ingarstjórin ikki hevur fingið
boð um í minsta lagi dagin fyri
dystin, tapir felagið dystin.
– SÍ verður dømt at tapa
dystin millum SÍ og Fleyr við
settmuninum 0-3, og við bólt
muninum 0-75. Fleyr verður
vinnari av dystinum við sama
settmuni og bóltmuni, boðar
Flogbóltssambandið frá.
Úrslitið ger, at flogbólts
menninir hjá Fleyr, sum hevur
spælt ein dyst færri enn SÍ,
hevur nú bara trý stig færri.
Týskvøldið tann 15. januar
bresta Fleyr og SÍ aftur saman
í Havn.
SÍ greiddi sína skyldu
Avgerðin hjá Flogbóltssam
bandinum tóktist kortini ikki
darva teimum úr Sørvági hetta
vikuskiftið. Teir greiddu sín
setning og vunnu sum vænt
að á botnproppinum Mjølnir.
Klaksvíkingar hava als ikki
staðið hinum liðunum kurl í
hesum kappingarárinum, og
teir hava enn ikki vunnið nak
að sett. Hesaferð taptu teir aft
ur 3-0.
SÍ setti kósina beinanvegin
og legði við eitt lunnar undir
ein tryggan sigur. Leiðslan var
heldur ongantíð í vanda. Sett
úrslitini vóru 13-25, 16-25 og
16-25.
Tað er kortini bara eitt lið, sum myndar
oddan av føroyskum kvinnuflogbólti í ár,
og tað er Mjølnir
Støðan er óbroytt í flogbóltskappingini hjá kvinnum. Mjølnir vann greitt
á SÍ, sum verður elt av bæði Fleyr og TB í stríðnum um finalupláss
Mjølnir - SÍ 3-0 (25-16, 25-21, 25-14)
Ternan - Fleyr 0-3 (21-25, 17-25, 19-25)
KÍF - TB 0-3 (22-25, 14-25, 18-25)
Hóast Jákup Melcior eisini spældi
steypadyst við SÍ, hóast hann
ikki var skrásettur hjá Flogbólts
sambandinum, so tapa menninir
úr Sørvági ikki dystin í steypakapp
ingini, men bara í landskappingini.
– Hetta má samskipast betur, er
niðurstøðan hjá Flogbóltssamband
inum.
Hóast SÍ var dømt tapa lands
kappingardystin fyri Fleyr, verður
SÍ ikki dømt at tapa steypadystin
móti Fleyr í Mjølnirkappingini. Tað
boðar Flogbóltssambandið frá í
skrivinum til SÍ og Fleyr.
– Tá ið tað umræður sekt fyr
brot á hesar reglur í steypadysti,
er ikki ásett beinleiðis, hvussu skal
farast fram, ella um grein 7 í kapp
ingarreglunum skal verða nýtt,
verður skrivað.
Tað er eftir samráð við sakførara,
at Flogbóltssamband Føroya er
komið til hesa niðurstøðuna. FBF
hevur heilt einfalt ikki heimild at
áseta sekt fyri manglandi leikara
loyvið hjá Jákupi Melcior í Mjølnir
kappingini – bara í landskapp
ingini.
– Hetta málið hevur víst, at leik
reglurnar fyri steypakappingarnar
mugu samskipast betur við sjálvar
leikreglurnar fyri landskappingina.
Nevndin í Flogbóltssambandi Før
oya fer til næsta aðalfund at leggja
fram samskipaðar leikreglur fyri
steypakappingar og landskapping,
so somu reglur eru galdandi á øll
um økjum og sama sekt fyri brot á
hesar reglur, boðar Flogbóltssamb
Føroya frá, sum av somu orsøk
bara hevur dømt SÍ at tapa lands
kappingardystin móti Fleyr.
uni@sosialurin.fo
Mjølnir er
einaráðandi
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
Mjølnir
9
9
0
27
2
25
27
SÍ
9
8
1
25
4
21
24
Fleyr
10
6
4
22
14
8
19
TB
10
7
3
21
14
7
19
Ternan
10
4
6
15
22
-7
11
Dráttur
10
3
7
13
21
-8
10
KÍF
8
1
7
5
22
-17
4
ÍF
10
0
10
1
30
-29
0
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
ÍF
8
8
0
24
1
23
24
SÍ
9
5
4
16
13
3
15
Fleyr
8
4
4
13
12
1
12
Mjølnir
9
0
9
0
27
-27
0
Fleyr er
við aftur
FLOGBÓLTUR Flogbóltssambandið
hevur dømt SÍ at tapa dystin, sum
menninir úr Sørvági annars vunnu á
Fleyr tann 9. desember í fjør. Orsøkin
var, at SÍ brúkti ólógligan spælara.
Úrslitið er sera umráðandi fyri Fleyr,
sum er við aftur í finalustríðnum
FLOGBÓLTUR Mjølnir, sum vann sokallaða oddadystin
greitt, og enn hevur fult stigatal, skarar framúr í
flogbóltskappingini í ár. Einki av hinum liðunum stendur
teimum úr Klaksvík kurl. Har er snøgt sagt klassamunur
Munur á landskapping og steypakapping