mánadagur 7. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
atlantic airways deildin
Tróndur Arge
Henrik Gerster fekk eina vánaliga
byrjan sum høvðusvenjari hjá VÍF.
Oddaliðið úr Kollafirði vann 36-27
á einum VÍF liðið, sum til tíðir als
ikki spældi sum eitt lið, ið ætlar sær
í FM finaluna.
Longu frá fyrsta minutti gongur
gali. KÍF leggur seg á odda við fleiri
málum og dysturin er bara fimm
minuttir og 35 sekund gamal, tá
Hernrik Gerster tekur sítt fyrsta
»time-out« sum høvðusvenjari hjá
VÍF við støðuni 5-1 til KÍF.
Serliga er tað Ási Dam, sum er í
essinum. Tá dysturin er tólv min
uttir gamal skorar hann til 8-5 til
KÍF. Tá hevur hann einsamallur
skotið fimm mál fyri gestirnar úr
Kollafirði. Málini eru øll hegnislig
á hvør sín hátt. Ási er lágur av
vøkstri fyri ein hondbóltsspælara,
men hann er snildur sum fáur. Tað
eina skotið mundi helst fara millum
beinini á vestmenningi, og upp í
nettakið. Eitt annað var í hædd við
mjødnina, meðan tað triðja fór upp
um verjuspælara. Tá so verjan var
til reiðar at taka ímóti skotinum, so
runnu hinir kollfirðingarnir verj
una í øðrviti. Brádliga kundi Ási
sníkja seg í eitt hol og úr spískum
enn eina ferð skora. Jú, Ási var stóra
upplivingin fyrsta korterið í dyst
inum.
Møguleikin hjá VÍF
Tá tíggju minuttir eru eftir av fyrra
hálvleiki økir KÍF til 14-7. Vestmenn
ingar sigla runt á vøllinum, meðan
gestirnir í reyðum revsa hvørjari
villu. Tað sær einki út, men sein
astu tíggju minuttirnar vísa vest
menningar, at teir kunnu.
Komandi tíggju minuttirnar
Ongin
venjaraeffekt
í Vestmanna
Hondbóltur Fyri triðju ferð upp í slag lá VÍF
eftir á í Atlantic Airways deildini. Hesa ferð var
tað KÍF, sum vann við heili níggju málum
– Tað hevur verið eitt sindur
av órógv í hópinum og úrs
litini hava ikki verið so góð,
sum vit høvdu vónað, sigur
Áki Olsen.
Afturgangandi fyri allar
viðmerkingarnar um Jan
Ottosen eru, at hann er
ein frálíkur venjari, men
tað tykist sum felagið og
spælararnir skulu verða til
reiðar at taka móti honum
og hansara hugsjónum.
– Jan Ottosen er ein góð
ur venjari, so tað er ikki
nøkur løtt loysn. Men havt
skalt tú gera, koyra allar
spælararnar frá ella koyra
venjaran frá, sigur formað
urin í VÍF spyrjandi.
– Vit í leiðsluni blíva so
samdir um, at tað er Jan, ið
má offrast kanst tú siga. Tað
hevur ikki verið beinleiðis
ónøgd frá spælarunum ella
okkum, men okkurt mátti
gerast, leggur Áki afturat.
Undan dystinum í gjár
lá VÍF á triðja plássi við 15
stigum, bara eitt stig frá
H71, sum liggur á øðrum FM
finalu plássinum. Í so máta
sær støðan á stigatalvuni
ikki so galin út, mem tað
eru serliga úrslitini beint
fyri jól, sum hava ávirkað.
– Í teimum seinastu
dystunum fyri jól hava vit
dystir móti millum annað
Kyndli og Neistanum, men
megna ikki at leggja okkum
á annað plássið, sum vit
vilja hava. so úrslitini spæla
eisini inn, staðurfestur Áki
Olsen at enda.
– Eg bleiv eitt sindur bilsin.
Eg skilji væl, at eg komi
undir trýst tá vit ikki vinna
í teimum trimum dyst
unum fyri jól, men áðrenn
tað spæla við níggju dystir
og fáa 14 stig, sigur Jan
Ottosen, sum sjálvur ynskti
at fáa Henrik Gerster í venj
aratoymið.
– Tað var mítt ynski at
fáa hann til felagið, og vit
hava arbeitt væl saman
tað tíðina vit hava verið í
felagnum. Vit hava roynt
nøkur nýggj ting, og tað
hevur gingið útyvir teir
tríggjar dystirnar, greiður
Jan Ottosen frá.
Jan Ottosen hevur verið
í Danmark í jólaferiuni,
men náddi bara at hava
eina venjing við felagnum
áðrenn hann varð koyrdur.
Tað heldur hann vera ein
óheppin máti at gera tað
uppá.
– Tingini, ið eg og Henrik
Gerster arbeiddu við, sóu
betri út, men so fái eg sekk
in aftaná eina venjing í
nýggja árinum. Tað haldi eg
er ein óheppin máti at gera
tað uppá. Eg var bæði súrur
og vónbrotin, men nú eri
eg avkláraður við støðuna,
sigur Jan Ottosen.
Sagt um uppsøgnina hjá Jan Ottosen:
VÍF - KÍF: 27-36 (14-18)
Áki Olsen formaður í VÍF
Jan Ottosen frákoyrdur venjari hjá VÍF