Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið atlantic airways deildin Eg vil hava smíl og gleði Hondbóltur Tað sigur nýggi venjari hjá VÍF, Hernrik Gerster, sum av álvara fekk oyruni maskinuna í fyrsta dystinum, sum endaði við stórtapi Tróndur Arge Hann hevur verið í spælinum leingi. Bæði sum spælari og sum venjari. Hann er høgur av vøkstri, kraftigur og sær í nógvar mátur út sum ein fyrr­verandi hondbóltsspælari. Hann er ikki bangin fyri at seta orð á sínar tankar og síni mál. Henrik Gerster stóð sunnudagin á fyrsta sinni á odda fyri VÍF. Hann kom í venjaratoymið saman við Jan Ottosen stutt fyri jól, men í trim­um dystinum lá bara eitt stig eftir í Vestmanna. Tað endaði við, at leiðslan í VÍF sendi Jan Ottosen heim og gav Henrik Gerster ábyrgd­ ina sum høvðusvenjari. Fyrsti dysturin var móti KÍF, sum vann dystin greitt 36-27. Hann er vónbrotin av úrslitinum, men hevur als ikki mist mótið. – Vit detta sundir sum lið, og tað eri eg vónbrotin av. Har er nógv at arbeiða við og tað skulu vit í gongd við umgangandi. Vit fara til hálv­ leiks aftanfyri við fýra málum, men brenna tríggjar upplagdar møgu­leikar fyrstu minuttirnar í øðr­um hálvleiki. Høvdu vit skorað upp á teir, so var munurin ikki meir enn eitt mál, og spælararnir høvdu trú upp á sjálvar. Í staðin endar tað við, at vit koma aftur um við sjey mál­um og missa stevið. Liðið dettur full­komiliga sundir seinastu fimm minutt­irnar. Tí blívur munurin heili níggju mál, grieður Henrik Gerster frá. Hóast tapið blívur stórt, so er nýggi venjarin við gott mót, og tað eru spælararnir eisini. – Eg fái ikki úttala meg um støð­ una í felagnum áðrenn eg kom til, men her er nógv at taka fatur í. Vit hava júst havt eitt gott prát í skiftirúminum. Spælararnir trúgva upp á, at vit kunnu eina gongda leið og tað skal gjarna henda skjótt, sigur Henrik Gerster Hørð kapping Tað er ongin skandala at tapa fyri KÍF, sum umframt at verða odda­lið, eisini verður mett av fleiri sum FM favorittur, tí liðið er so væl saman­ spælt. Alíkavæl er Henrik Gerster argur um tapið, tí KÍF heur nú mest sum sett seg á annað finalu plássið. Tí so er bara eitt pláss hjá hinum at kappast um. – Við tapinum hava vit næstan givið KÍF annað finaluplássi, og tí blívur kappingin um hitt plássið nógv harðari nú, sigur Henrik Gerster Hann nevnir Kyndil, StÍF og H71 sum lið, ið kappast um hitt finalu­ plássið. Venjarin metir at VÍF kann tá teir eru upp á tað besta spæla við móti KÍF, men ásannar somuleiðis at liðið fellur saman, so dettur alt sundir. – Tá vit fáa álopsspæli at rigga í dag, tá sært tú at vit kunnu verða við í toppinum í føroyskum hond­ bólti, men tá liðið so fellur saman, so spæla vit als ikki sum eitt lið, ið hevur uppiborið eitt pláss í FM finaluni, greiður Henrik Gerster frá. VÍF hevur 15 stig á triðja plássi. Tað er bara eitt stig færri enn H71, sum liggur á øðrum plássi. Eisini teir taptu um vikuskiftið. Vil hava smíl og gleði Hernrik Gerster stendur hendur í favn og lenar seg móti vegginum í høllini í Vestmanna. Eyguni leita í løtum út á vøllin, har 1. deildar­lið­ iðini hjá VÍF og KÍF spæla. Spurdur munin millum hann og Jan Ottosen steðgar Henrik á og hyggur út í luftina. – Tað mást tú nokk spyrja spæl­ ar­arnar og leiðsluna í felagnum um, men eg havi fleiri praktiskar royndir sum hondbóltsspælari. Eg veit ikki um mínir menniskjaligu egin­leikar eru øðrvísi enn teir hjá fyrrverandi venjaranum, men eg eri til reiðar at behandla spælarar ymiskt, fyri at behandla teir eins, sigur Henrik Gerster. Eitt av høvðusmálunum hjá nýggja venjaranum er at fáa smíl og gleði í hópin hjá VÍF eisini. – Eg vil hava fleiri smíl og meiri gleði á liðið, tað sær út til at teir hava sakna tað, leggur nýggi VÍF venj­ari afturat. Ein onnur avbjóðing hjá Henrik Gerster er at samansjógva eina fjøl­ broyttan hóp. – Vit hava fleiri ymiskar týpur av spælarum á liðnum, og avbjóðingin hjá mær er at fáa øll høvdini at sita eins og arbeiða saman. Tað tekur meiri enn 14 dagar. So kemur tann poleraði hondbólturin seinni, sigur Henrik Gerster Málið er framvegis at koma í eina FM finalu. Steypakapping kem­ur í aðru røð, men vinna teir í fjórð­ings­finaluni, so er bara ein dyst­ur til finaluna. – Vit hava ein torføran dyst móti Neistanum í fjórðingsfinaluni, og koma vit víðari, so er ikki so langt á mál. Spurningurin er bara um vit klára at venda gongdini áðrenn. Tá hevði eg heldur raðfest at verið í eini FM finalu, tá vit vónandi hava nøkur prosent eyka at geva av, sigur Henrik Gerster at enda. Komandi dysturin hjá VÍF er móti StÍF í Vestmanna. trondur@sosialurin.fo – Við tapinum hava vit næstan givið KÍF annað finaluplássi, og tí blívur kappingin um hitt plássið nógv harðari nú, sigur Henrik Gerster Myndir: Christian Johannesen Henrik Gerster: