Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Tróndur Arge Fyri Kyndil var talan um ein frálíkan møguleika at leggja sjógv millum seg og hini liðini, ið kappast um at koma í FM finaluna saman við Neist­anum, sum er greitt oddalið. Fyri Stjørnuna var talan um helst seinasta útkall, skuldi Stjørnan verða at síggja í FM finaluni. Við seks stigum á næstaftasta plássi var ein sigur eitt krav. Stjørnan hevði Duritu Christophersen við aftur á lið­num. Hon verður við restina av kapp­ ingar­ár­inum. Hon gjørdi bart frá byrjan og skoraði fýra av fimm teimum fyrstu málunum. Har av vóru tvey upp á brotskast. Eina løtu gekk javnt á og verjurnar vóru sterkar. Hóast lítið av fólki var komið í høllina, og talan var um fyrsta dyst­ in í nýggja árinum eftir jóla­feriuna, so tóktust bæði liðini uppsett og til reiðar at kempa fyri sínum møgu­ leika. Miðskeiðis í hálvleikinum var støðan 5-5, áðrenn Kyndil gjørdi eitt lítið lop upp á 8-5. Gestirnir úr Klaksvík minkaðu niður í 8-7. So riggaði einki hjá Stjørnuni, meðan Kyndil økti til 13-7. Kyndil lært av sínum feilum Seinast Kyndil og Stjørnan spældu var Kyndil á odda júst 13-7 í hálv­ leikinum, men taptu. Hesa ferð var eisini um reppið, at Stjørnan fekk Kyndil aftur. Kyndil kom upp á 15- 7, áðrenn Stjørnan byrjaði at eta seg inn á heimaliðið aftur. Skoraði Kyndil eitt, so fekk Stjørnan tvey. Tað endaði við, at Simona Petersen átta minuttir fyri tíð kundi mink­að um munin til 21-18. Tað er eisini rundan um hesa støðuna, at báðir venjarnir velja at taka sítt »time-out«. Kyndil nakað fyrr og Stjørnan nakað eftir. Kyndla kvinnurnar hava lært frá seinasta dysti í Klaksvík, tí eftir málið hjá Simonu Petersen raknaði Kyndil við aftur. Randi Wardum skorar tvey, meðan Simona Jacob og Anja Heinadóttir skora hvørsítt. So er avgjørt, og seinasta málið hjá Unu Olsen hevur ongan týdning fyri útfallið av dystinum. Kyndil fremsti avbjóðarin Kyndil er nú fremsti avbjóðarin hjá Neistanum, sum er greitt oddalið við fullum stigatali. Kyndil hevur 13 stig á øðrum plássi, meðan felagsliðið, VÍF/Tjaldur, hevur átta stig á triðja plássi. Kyndil hevur spælt tveir dystir fleiri, men sum kappingin hevur útartað seg higartil, so er tað sannlíkt, at felagsliðið ikki fær tey fýra stigini ókeypis. Fyri Stjørnuna merkir hetta helst, at vónin um eitt pláss í FM final­uni er rokið. Við seks stigum og einum óstøðugum liðið verður torført at venda gongdini. Stjørnan er tiltikið steypaliðið, og tað er helst har liðið skal gera sær vónir um at fáa heiðursmerki. trondur@sosialurin.fo Savnsmyndir fremsta deildin kvinnur Fremsta deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 10 318 226 92 20 2 Kyndil 11 256 251 5 13 3 VÍF/Tjaldur 9 217 237 -20 8 4 VB 9 219 229 -10 7 5 Stjørnan 10 223 243 -20 6 6 StÍF 9 217 264 -47 4 Kyndil - Stjørnan 25-19 (13-7) Kyndil: Simona Jacob 7, Randi S. Wardum 5, Ásleyg Súnadóttir 5, Anja Heinadóttir 4, Jórun S. Ludvig 3, Guðrið G. Eysturberg 1 Stjørnan: Durita Christophersen 6, Simona Petersen 4, Ema Bezanovic 3, Ella Petersen 2, Lovisa Lassen 2, Una Olsen 2 Kyndil er fremsti avbjóðarin Hondbóltur Við sigri á Stjørnuni er Kyndil nú fremsti avbjóðarin hjá Neistanum í landskappingini. Tað var tó um reppið, at Kyndil misti trygga hálvleiksstøðu Tróndur Arge VB liggur eftir vikuskiftið á næst aft­asta plássi, men avrikið móti Neistanum var nógv betri enn stiga­talvan vísur. Gjøgnum allan dystin er sera javnt. Munurin í hálv­leikinum er bara tvey mál. 10-8 til gest­irnar úr Havn. Gurið Mortensen sigur seg fegn­ast um dystargongdina, tí hetta prógv­aði at VB kann spæla betri enn tær hava víst higartil í ár. Fyri Neistan var talan um helst tor­førastu uppgávuna higartil í hesum kappingarárinum. Serliga eydnaðist tað VB at dekka Barbaru Brauer í fyrra hálvleiki. Hon fekk bara tvey mál fyrstu 30 minuttirnar, og tað er heldur óvanligt fyri topp­skjúttan í føroyskum deildini. Kári Horn, venjari hjá Neistanum, var ongantíð í iva um, at hetta fór at verða ein torførur dystur. Hann vísti á málverjan, Mariu Samuelsen, og Ásu á Neystabø sum lykla­leik­ arar, tá Barbara Brauer var tikin úr dystinum. Hóast mansvard, so gjørdist Barbara toppskjútti við átta mál­ um. Tey flestu komu eftir deyð­ bólts­støður. Stjørnan hevði hug at arga Neistan fyri kortum, og hesa ferð megnaði VB veruliga at arga odda­ liðið, sum tó framvegis hevur fult stigatal og er favorittur at vinna FM. trondur@sosialurin.fo VB í hálvfinaluni í Coca Cola Cup Hondbóltur VB tryggjaði sær um vikuskiftið pláss í hálvfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum. Tær vunnu 25-22 á VÍF/Tjaldur í Vestmanna Coca Cola Cup fjórðingsfinalur: VÍF/Tjaldur - VB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25-22 Kyndil - Kyndil 1 Neistin - StÍF Stjørnan - Neistin 1 Allar fjórðingsfinalurnar skulu verða spældar áðrenn 10. januar