Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Í fleiri fótbóltsfeløgum hava teir vant mest sum alla tíðina, síðani punktum fyri 2012 kappingarárinum varð sett fyri trimum mánaðum síð­ ani. Styrkisvenjing er vorðin fast­ur táttur serliga millum ungu menn­ inar, og á fleiri vallum hevur tað so av og á verið ljós myrku, men góðu vetrarkvøldini. Hóast tað er farið um styttsta dag, so siga royndirnar, at hvat illveðri og kava viðvíkur so eiga vit framvegis tað mesta á. Hetta forðar kortini ikki fyri, at tað í øllum feløg­ unum í bestu deildini nú av álvara er farið undir fyrireiking­ar­nar til næsta kapp­ingarár. Tað er neyðugt, tí fyrsta umfar í Effo deildini verður longu 24. og 25. mars. Hvussu tað so verður við kava og vindi, fer tíðin at vísa. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um tungu venjingina, sum skal borga fyri, at grundarlagið verður lagt soleiðis, at spælararnir vera væl fyri frá fyrsta umfari og fram til 27. og síðsta umfar, sum er ásett at vera leygardagin 26. oktober. So long hevur kappingin ongantíð áður verið. Hesin veruleikin ger, at tað er upp­aftur týdningarmiklari at taka fyrstu grundvenjingina í sera stór­um álvara. Í fyrstu atløgu verður ikki foku­ serað á bóltspælið, men longu sein­ astu vikuskiftini í hesum mán­að­ inum eru fyrstu venjingar­dyst­irnir avráddir at vera. Ábyrgdarmenninir Tað er merkisvert, hvussu væl før­oysku venjararnir nú eru um­ boðaðir millum ábyrgdar­menn­inar fyri liðunum í bestu fótbóltsdeildini. Átta av teimum tíggju venjarunum eru føroyingar, og hinir báðir verða í fótbóltshøpi roknaðir sum før­ oy­ingar. Felags fyri bæði Piotr Krakowski og Páll Guðlaugsson, sum hava ábyrgdina fyri ávikavíst 07 Vestur og KÍ, er, at teir í eina fjórð­ings­øld ella meiri enn so hava verið við til at seta dám á føroyskan fót­bólt, bæði sum spælarar og sum venj­arar. Teir átta føroyingarnir, sum sam­an við sínum undirsáttum nú eru farnir undir at fyrireika nýggja kappingarárið, eru allir fyrrverandi fótbóltsspælarar í fremstu røð. Hjá fleiri teirra var tað í tí tíðini, tá ið tað ikki var so vanligt at skifta millum feløgini, sum tað nú er vorðið. Eitt nú umboðaði Albert Ellefsen, ÍF, bara barndómsfelagið MB, Jógvan Martin Olsen, Víkingur, umboðaði bara barndómsfelagið B68, og Rúni Nolsøe umboðaði bara barndómsfelagið VB og síðani í nógv ár HB. Onkrir av hinum venjarunum hava sum spælarar smakkað nýggju tíðina, tá ið tað verður skift nógv millum feløgini, ikki minst tí pengarnir eru vornir alt týdningar­ miklari partur av gaminum. Felags fyri venjararnar er, at teir hava notið gott av stóru útbúgv­ ingar­átøkunum, sum FSF hevur havt á breddanum síðani í áttati árunum. At tað í síni tíð varð farið undir venjaraútbúgvingina komst av, at tað ikki varð mett at vera rætt og skilagott fyri føroyskan fótbólt, at útlendskir venjarar, sum vóru her í styttri og longri skifti, høvdu ábyrgdina. Viðhvørt var talan um góðar venjarar, og viðhvørt vóru valini minni heppin. Í øllum førum var talan um loysnir, sum tað eingin trygd var fyri, fóru at vera haldgóðar fyri føroyskan fótbólt. At støðan í dag er, sum hon er, tá ið tað ræður um venjarar í fremstu deildunum hjá monnum og kvinnum og eisini hjá lands­lið­ unum, undirstrikar, at venjara­út­ búgvingin er ein av bestu søgunum í føroyskum fótbólti. Stríðið um spælararnar Longu áðrenn lok varð lagt á 2012 kappingarárið vóru søgur um spælarar, sum ætlaðu at skifta felag, og hesar seinastu vikurnar hev­ur tað næstan ikki verið dagur, at tað ikki hevur verið at hoyrt um spæl­arar, sum eru komnir til sættis við felag um at halda fram í ella at skifta til annað felag. Viðurskiftini eru betri skipað og gjøgnumskygni er størri, enn tað var fyri ikki so nógvum árum síðani. Nú siga ásetingarnar, at tað skulu vera skipað sáttmálaviðurskifti millum feløgini og allar spælararnar í fremstu deildini, um so talan er um teir, sum spæla uttan samsýning ella fyri samsýning. Tað er eitt sindur ymist, hvørji feløg tað rekur ímóti. Í Føroyum er tað neyvan nógv øðrvísi, enn tað er eitt nú í Onglandi. Har vilja spælarar fegnir vera á vinnandi liðnum, og hetta man eisini telja her hjá okkum. Hjá fleiri av teimum í fremstu røð ræður um at taka bestikk av støðuni og meta um, hvussu vánirnar hjá feløgunum eru at standa seg. Pengapungurin hevur nógv at siga. Hann er alfa og omega hoyrist viðhvørt. Men so snýr tað seg eisini um onnur viðurskifti, sum kunnu hava týdning eitt nú í sambandi við útbúgving. Til dømis hevur tað ofta talt nógv, um felagið er ført fyri at vísa á bústað og kanska fyri ein ógvuliga rímuligan prís. Og so er tað spurningurin, hvussu viðurskiftini í feløgunum eru skip­að og ikki minst, hvør er venj­ari. Viðurskiftini eru smá, og føroyski fótbóltsheimurin er upp­aftur minni. Heilt frá tí at tað nú verður farið undir fyrstu fyri­ reik­ing­ar­nar til nýggja og langa kappingarárið, og til síðsti bólturin verð­ur sparkaður um knappar tíggju mánaðir, hevur tað nógv at siga, hvussu kemiin passar millum spæl­arar og venjarar. Nú er ferð sett á fyrireikingarnar Fótbóltur Merkisvert er tað, at útlendsku venjararnir mest sum tykjast vera vornir søga í bestu fótbóltsdeildini, har leiðslur og venjarar í løtuni stríðast fyri at fáa síðstu manningarligu spurningarnar upp á pláss effo-deildin Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari í Víkingi síðani 2009 Venjarar 2013 TB: Hans Fróði Hansen 07 Vestur: Piotr Krakowski AB: Sámal Erik Hentze B36: Mikkjal Thomassen HB: Oddbjørn Joensen EB/Streymur: Rúni Nolsøe NSÍ: Abraham Løkin Víkingur: Jógvan M. Olsen ÍF: Albert Ellefsen KÍ: Páll Guðlaugsson