Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Ein tollari var mettur at verða betri enn Messi Fótbóltur Gamla argentinska stórfelagið, River Plate má tilskrivast at hava gjørt tann størsta brølaran í fótbóltssøguni, tá teir heldur vildu geva Leandro Gimenez ein lærlinga­sáttmála, enn at geva Lionel Messi ein lærlingasáttmála Heri Simonsen Á vári í 2000 eru tveir 12 ára gamlir argentinskir dreingir til royndar­venjing hjá kenda fótbólts­felagnum í tí argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires, River Plate. Teir eita Leandro Gimenez og Lionel Messi. Góð 13 ár seinni hevur Lionel Messi vunn­ið spanska meistaraheiti við FC Barcelona fimm ferðir, sponsku steypa­ kappingina, Copa Del Rey tvær ferðir og UEFA Champions League tríggjar ferðir. Har­um­ framt hevur hann vunnið FIFA World Club Championship tvær ferðir. Við Argen­tina vann Messi olympiskt gull í 2008, og har­aftrat HM fyri U-20 landslið í 2005. Enn mangl­ar Messi at vinna Copa America og heims­ meist­ara­skapið við argentinska lands­liðnum, men tað kann tann 25 ára gamli fótbóltsvirtuosurin enn røkka. Umframt heitini við FC Barce­ lona og Argentina, so hevur Lionel Messi eisini vunnið nógvan persón­ ligan heiður, sum besti spælari í heiminum, besti spælari í Europa, besti spælari í sponsku liguni, toppskjútti í La Liga, toppskjútti í Champions League o.s.fr. Um Messi verður skaðafríur fram til HM-endaspælið í 2018 kem­ ur hann uttan iva at leggja nógv heiti aftrat teimum heitunum hann longu hevur vunnið. Men tað var ikki hesin sami Messi, sum er millum teir bestu fótbóltsspælararnar í heim­inum nakrantíð, sum fekk ein lærlingasáttmála við argentinska høvuðsstaðarfelagið, River Plate. Tað er ein heilt annar ungur maður, sum fær tann sáttmálan. Mettu Leandro Gimenez verða betri Á vári í 2000 mettu teir serkønu hjá River Plate, at Leandro Gimenez var eitt størri talent enn javnaldrin, Lionel Messi. Árið eftir í 2001 kundu fjepparar hjá Barcelona lesa í onkrum tilfeldigum stubba í teim­ um lokalu, katalansku bløð­unum, at eitt 13 ára gamalt stór­talent úr Argentina, sum æt Lionel Messi hevði skrivað undir lærlinga­sátt­ mála við FC Barcelona. Leandro Gimenez hevði lær­ linga­sáttmála við River Plate fram til 2003, sum ikki varð longdur, tí hann var ikki nóg góður. Leandro Gimenez gjørdist ongantíð yrkis­ spælari. Ì fjør fekk Leandro Gimenez eina universitetsútbúgving, og hetta seinasta hálva árið hevur javn­aldrin, sum á sinni varð mettur at verða betri enn sjálvur Lionel Messi, arbeitt sum tollari á altjóða flog­vøllinum í Buenos Aires. Ungdómsskótin sá Messi skora 8 mál Maðurin, ella rættari ung­dóms­ skótin hjá River Plate, sum ikki dugdi at síggja talentið hjá Messi fyri 13 árum síðani, arbeiðir enn hjá River Plate. Hann eitur Eduardo Abrahamian. Eduardo Abrahamian sá Lionel Messi spæla við einum U13 liði hjá Newell Old Boys, sum vann heili 15-0 á einum U15 liði hjá Newell Old Boys, har spælararnir á U15 liðnum í snitt vóru tvey ár eldri enn Lionel Messi og hansara javnaldrar. Eduardo Abrahamian sá Lionel Messi skora 8 mál í hesum 15-0 sigrinum, og hann sá Lionel Messi finta brøkurnar av hjá dreingj­ unum, sum vóru tvey ár eldri, og kortini fekk Messi ikki ein lær­linga­sátt­mála við River Plate. Eduardo Abrahamian bað Leandro Gimenez og Lionel Messi koma at royndar­venja við River Plate, men har var uttan iva onkur, sum hevði døgg á brillunum, tá við­kom­andi skuldi velja millum komandi toll­ arin, Leandro Gimenez og kom­andi fót­bólts­legendina, Lionel Messi. Danir plaga at gera nógv burturúr, at Liverpool ikki gjørdi sátt­mála við Michael Laudrup á sinni, men brølarin hjá River Plate man uttan iva verða tann størsti í fót­bólts­søguni. Gav upp dreymin Tá Leandro Gimenez fylti 21 ár gav hann púrasta upp dreymin um at gerast yrkisspælari, og fekk sær heldur eina útbúgving. Síðani Lionel Messi flutti til Barcelona hevur tollarin ikki havt samband við gamla liðfelagan á U13 liðnum hjá Newell Old Boys. Tað einasti fót­bólts­ligu líkheitina Leandro Gimenez kann »reypa« av at hava saman við Lionel Messi í dag er, at hvørgin av teimum hevur spælt fótbólt í tí bestu argentinsku fótbóltsdeildini. Tað kann Messi so enn røkka, tá hann er mettur av heitum í FC Barcelona. Á sumri í 2010, tá Argentina skuldi royna at vinna HM í Suður­ afrika sendi Leandro Gimenez eini facebook-boð til Messi, har hann skrivaði til Messi, at allir argen­ tinar vóru stoltir av honum. Messi »dámdi« boðini hjá Gimenez, men skrivaði ikki aftur. heri@sosialurin.fo Heimsins besti fótbólts­ leikari, Lionel Messi Leandro Gimenez var á sinni mettur betri enn Messi. Hann bleiv ongantíð yrkisleikari, og starvast í dag sum tollari Grein úr enska fótbóltsblaðnum FourFourTwo