Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Stutt rættleiðing til Jógvan við Keldu Hans Andrias Sølvará Takk fyri viðmerkingina, Jógv­an. Eg noyðist at koma við eini stuttari rættleiðing, tá Jógvan við Keldu ikki tyk­ ist skyna ímillum, at tað eru fleiri mátar at brúka søgu­ ligar keldur uppá. Søgu­frøð­ ingar kunnu brúka keld­ ur sum frágreiðingar um hendingar, sum eru farn­ar fram. Tá keldur verða brúkt­ ar sum frágreiðingar, er sjálv­ andi neyðugt at meta neyvt um søguliga trúvirðið í tí, sum sagt verður frá. Skal eg t.d. meta um søguliga trú­ virðið í øllum tí, sum Jógv­ an ber fram í síni grein, so noyðist eg at viðgera og eftir­ kanna allar upplýsingar, sum Jógvan við Keldu ber fram í greinini. Men tað ber eisini til at brúka keldur á ein annan hátt. Eg kann t.d. brúka greinina hjá Jógvani sum skjalprógv fyri, at tað í 2013 eru fólk í Klaksvík, sum eru ósamd við Josias Matras í tí, sum hann bar fram í 1960 um støðuna hjá Kjølbro í Klaks­ vík í 1930 árunum. Brúki eg greinina hjá Jógvani soleiðis, er ikki neyðugt hjá mær at eftir­kanna, um alt tað, sum Jógvan ber fram, er satt. Bara tað, at greinin hjá Jógvani er til, er skjalprógv um, at hesi sjónarmiðini eru til í Klaksvík í 2013. Her brúki eg ikki greinina hjá Jógvani sum frágreiðing um søguligar hendingar, men eg brúki hana sum eina leivd frá tí tíð, hon er vorðin til í. Á sama hátt kann eg brúka greinina hjá Josias Matras sum skjalprógv fyri, at tað í 1960 vóru tí­lík sjón­ ar­mið í Klaks­vík um leik­ lutin hjá Kjølbro í Klaks­vík. Tann, sum lesur grein­ina hjá mær, sær skjótt, at tað er soleiðis eg brúki tekst­in hjá Josias Matras – sum leivd. Eg taki als ikki støðu til, um sjónarmiðini hjá Josias Matras eru røtt ella ikki, men eg staðfesti bara, at sjón­armiðið var har. Heldur ikki dugi eg at síggja, at her er nakað hall til nakra síðu í frágreiðingini. Eg end­ur­ gevi úr greinini Norð­lýs­in­ um: “Tað var serliga Kjø­lbro, tann dugnaligasti vinnu­ lívs­maðurin í Føroyum, sum kom at seta dám á sam­ felags­gongdina í Klaksvík. … Kjølbro, sum í 1920 hevði latið seg doypa til læru brøðranna, ið óivað eisini av tí grund fekk óvanliga stóra undirtøku í Klaksvík, fekk ómetaliga stóran týdning fyri alt lív í Klaksvík – vinnuliga eins og átrúnaðarliga, summi vilja siga alt ov stóran týdning. Í eini grein frá 1960 tekur Josias Matras, eitt eygnavitni, soleiðis til um tann týdning, sum Kjølbro hevði á Klaksvík í 1930´árunum:” So kemur sitatið, sum Jógvan ikki held­ ur, at søgufrøðingar kunnu brúka, tí hann ikki heldur, at tað samsvarar við veru­ leikan. Poengið, sum Jógvan ikki tykist skilja er, at tann sannroynd, at teksturin hjá Josias Matras yvirhøvur er til, prógvar, at tað vóru fólk í Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík. Hetta er ikki nakað, sum eg sum søgufrøðingur kann “censurera” burturúr søguni bara tí, at Jógvan ikki dámar uppáhaldið. Og uttan mun til, hvat Jógvan heldur um tað, so er sjónarmiðið doku­ menterað í skrivaðum søgu­ ligum heimildum. Uppgávan hjá mær sum søgufrøðingur er ikki at síggja burtur frá skjalprógvaðum sannroyndum (t.e. misnøgd við ráðandi støðuna hjá Kjølbrofamiljuni í Klaksvík í 1950 árunum), bara tí at øll ikki vóru/eru tað, men uppgávan er at royna at lýsa støðuna frá øllum síðum, soleiðis at til ber at skilja upprunan til læknastríðið. Um eg havi gjørt tað nóg gott, mugu onnur sjálvandi meta um, men misnøgd við ráðandi støðuna hjá Kjøl­ bro­familjuni í Klaksvík, sum m.a. er skjalprógvað í greinini hjá Josias Matras, er týðandi partur av hesum. Framsøkin politisk stevna í Havn Jógvan Arge varaborgarstjóri og býráðslimur fyri Tjóðveldi Flestu høvuðstættirnir í aktuella politikkinum liggja í fíggjarætlanini fyri 2013, sum fráfarna býráðið samtykti einmælt fyri bara einum mán­aða síðani. Fyrst og fremst varð sam­ tykt at lætta um hjá øllum skattaborgarum. Í fyrra lagi við at lækka skattaprosentið 0,5 niður í 20,25. Í øðrum lagi við at hækka barnafrádráttin úr 5.500 krónum upp í 8.000 krónur fyri barnið upp til 18 ár. Hetta ger tað fíggjarliga meiri rúmsátt hjá øllum borg­ arum í Tórshavnar kommunu og serliga hjá barnafamiljum, sum hava so avgerandi týdn­ ing fyri, hvussu vit koma burt­ur úr royndunum alsamt at menna kommununa at røkja uppgávuna sum dynamiskur høvuðsstaður í oyggjalandinum í miðjum Norðurhøvum. Vit kunna sláa fast, at Tórs­havnar kommuna er tann kommuna í landinum, sum í hesum umfarinum til­ samans hevur tikið størstu stigini til at lætta um hjá sínum borgarum. Hetta varð gjørt eitt nú við tí í huga at byrgja upp fyri teirri hótt­ andi fólkafráflytingini. Neyðugur rakstur og dyggar íløgur Fíggjarætlanin miðar sam­ stundis eftir at kommunan hevur góð tilboð til núverandi og komandi borgarar. Hon javnvigar við 615 mió kr. Av teimum fara 505 mió kr til neyðugan rakstur og 110 mió kr til íløgur. Aftat hesum eru aðrar 50 mió til íløgur av ymsum slag, ið skulu gera sítt til at menna kommununa eins og tryggja virksemi og ar­beiði til nógvar hendur. Brúgvin um Sandá er ein týðandi ætlan beint nú. Tíverri kom stígur í útbjóð­ ing­ina, men vónandi kemur gongd á aftur beinanvegin. Samtykt er at fara und­ir Musikkskúlan og Reinsa­ríið. Musikk­skúlin verður pro­jek­ teraður nú og tónleika­spæli­ staðið Reinsa­ríið stendur fyri at verða boðið út. Ein nýggjur fólkaskúli úti á Fløtum at avloysa Venjingarskúlan og Kommunuskúlan er stungin út í kortið. Fíggjarætlanin er ikki smá­tøkin, tá ræður um trivn­að og ítrótt. Tøkar eru ein­ar 6 mió krónur til at taka saman um miðbýin og fara ítøkiliga til verka at búgva hann til meiri lív. Peningur er somuleiðis settur av til at skipa fleiri súkklubreytir eins og tær væl fagnaðu frí­ lendisgøturnar í komm­un­ uni. 50 metra svimjihylur er á skránni saman við golf­ breyt á Glyvursnesi og dag­ føring av tjóðarstadion á Tórsvølli. Dagføring av ítrótta­hallunum á Hálsi og í Hoy­vík heldur fram, og játtan er eisini til at fyri­reika fó­t­bólts­vøll í Hoyvík. Týðandi dagføringar Játtanir eru til at dagføra Sunds­vegin, sum er ein tann mest nýtti vegurin í Havn í dag, og at halda fram við teim­um stóru grønu átøk­ unum við nýgerð og dag­ før­ing av kloakkum um alla komm­ununa. Við sínum miðvísa ar­beiði á hesum øki liggur Tórs­ havnar komm­una væl á takin­ um í mun til aðrar komm­ unur, og vit eiga sum onki at klára at vera púra ajour, tá freistin, sum landið hevur sett fyri at fremja sonevndu spillivatnsætlanina, er úti. Júst hendan ætlanin er ein sólskinssøga í Tórshavnar kommunu. Tað er hon, tí bý­ ráðið í tøkum tíma tók krøv­ ini í álvara og setti út í kortið at játta pening og fremja arbeiðini ár um ár. Tað sama kann valla sigast um dagføring av skúlunum. Hesi arbeiði høvdu verið minni peningakrevjandi nú, um bygningarnir høvdu ver­ ið javnari hildnir fyrr. Men nú stendur fyri durum at fáa enda á at dagføra Eystur­ skúlan og fara rættiliga undir Hoyvíkar skúla. Her er sum skilst nóg mik­ ið hjá býráðnum at taka sær av. Í einum livandi og fram­ søknum høvuðsstað taka nýggj mál seg upp alla tíð­ ina. Eisini mál, har politik­ arar kring landið leggja seg eftir at skerja Havn­ina og møguleikarnar í høv­uðs­stað­ num. Tað verður ikki við okkara góða vilja! Politikkurin hjá býráðssamgonguni í Havn seinastu átta árini fekk dygga álitisváttan á valinum í november. Tí er tað natúrligt, at politiska stevnan í tí breiða samstarvinum í Tórshavnar býráð í høvuðsheitum verður tann sama - við viðkomandi dagføringum