mánadagur 7. januar 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Skeiv adressa, Sakaris
Sakaris Zachariasen, ið still
ar upp móti undirritaða til
formansvalið í Føroya Fiski
mannafelag,
leggur
eftir
mær í lesarabrævi her á por
talinum, har hann ikki sparir
upp á rununa, hann blakar
eftir mær. Eg fái skyldina fyri
alt ilt, ið hent er fiskimann
inum seinastu árini. Greinin
er briksl úr einum enda í
annan, og meginparturin er
annaðhvørt ósatt grundleyst
møsn ella gamalt vín, ið ikki
ein gongd er latið í nýggjar
fløskur.
Tí kenni eg meg noyddan
at svara aftur.
Lat meg tó fyrst taka í
egnan barm og geva Saka
risi púra rætt í, at tað líkist
svartasta ongum, at formans
frágreiðingin ikki beinanveg
in varð løgd út á heimasíð
una eftir landsfundin 28.
desember. Gáloysni frá mín
ari síðu var orsøk til hetta
mistak, sum eg hervið biði um
umbering fyri. Frágreiðingin
er løgd út á heimasíðuna nú.
Men annars havi eg ilt við
at kenna meg aftur í restini
av øllum ákærunum, sjálvt
um eg sjálvandi eri greiður
yvir, at mangt kundi og kann
gerast betri av mær.
Eitt tað fyrsta uppáhaldið
hjá Sakarisi er, at Føroya
Fiskimannafelag er um at
fara sundur í seymingini und
ir verandi leiðslu. Hetta skal
ein stjórnarlimur hava sagt.
Til hetta er at siga, at ein
og bara ein stjórnarlimur
av sjey hevur sagt, at hann
ætlar at stuðla einum øðr
um kandidati enn mær til
formansvalið. Og tað er
ikki Sakarisi, hann ætlar at
stuðla, men Grími Hammer.
Alt gott um tað, tað er als
ikki óvanligt við kapping um
formanssessin og bara sunt
fyri kjakið og demokratiið,
at fleiri bjóða seg fram.
Men eg havi onga ábend
ing fingið um, at hinir seks
stjórnarlimirnir ikki bakka
meg upp. Tvørturímóti hava
vit havt eitt framúr gott sam
starv, síðani sitandi nevnd
tók við.
Eisini hevur Sakaris ilt
av, at eri og havi verið hvass
orðaður móti teimum, ið
gera fiskimanninum órætt.
Kanska ikki so løgið, at Saka
ris finst at hesum, tí higartil
hevur hann mest breggjað
sær av, at so nógvir skiparar
og reiðarar hava fegnast um
hansara uppstilling.
Men at Sakaris ikki dugir
at virðismeta stóra týdningin
av dóminum, sum landsrætt
urin segði í sakarmálinum
móti Faroe Fish II, vísir sanni
liga eisini vantandi evnir at
skyna á, hvat hevur týdning
hjá einum fakfelag, og hvat
hevur minni týdning.
Sakaris speirekur her við,
at vit máttu í rættin fyri at
spyrja donsku rættarskip
anina um okkara rætt sum
fakfelag.
Her kann eg bara forklára
Sakarisi, ið ætlar sær at vera
formaður, at um vit ikki fóru
allan vegin í landsrættin við
hesum málinum, so hevði
Føroya
Fiskimannafelag
tigandi tikið undir við, at
tað er gaman í, at reiðarar
gera avtalur við einstakar
manningar uttan um felagið.
Avtalur, sum eru verri fyri
manningarnar, enn tað, sum
sáttmálin tryggjar.
Eg helt, at hetta var alt
annað enn gaman í. Tí brúktu
vit allar kreftir upp á hetta
málið og vunnu.
Sakaris finst generelt at,
at Føroya Fiskimannafelag
førir so nógv mál. Eg spyrji
meg
sjálvan,
hvat
hann
heldur, at høvuðsuppgávan
hjá einum fakfelag er. Tá
vit halda, at sáttmálin er
brotin, men reiðarin heldur
nakað annað, so má rætturin
tala. Ella heldur Sakaris, at
frægari er bara at lúta fyri
reiðarunum,
hvørja
ferð,
sáttmálin verður traðakaður
undir fótum?
Tað haldi eg ikki. Higartil
hevur vanliga rættaskipanin
verið einasti møguleikin í
trætumálum, men Føroya
Fiskimannafelag er nú vorðið
limur í fasta gerðarrættinum,
so nú fer at bera til at fáa
flestu málini avgjørd har.
Sakaris sigur, at hetta við
at koyra mál í rættin skal
steðga – ongantíð ov skjótt.
So vita vit tað. Hetta mugu
vera gleðiboð at lesa hjá
reiðarunum, ið munnu vænta
sær gamlar dagar aftur, um
Sakaris vinnur formansvalið.
Tað løgna í øllum hesum
er, at samstundis sum Sakaris
finst at øllum sakarmálunum
og at tí, at eg kann vera hvass
orðaður, so sigur hann, at
Fiskimannafelagið er viknað
undir mínari leiðslu, og sig
ur, at eg ikki megni at knalla
nevan í borðið.
Eg tók ikki alt, sum er gjørt,
við í formansfrágreiðingina,
og eg tók heldur ikki alt við,
sum ætlanir eru um at gera.
Tað var kanska skeivt, og tað
er í lagi, at Sakaris finst at
hesum.
Men tað er rættiliga bíligt
av honum at brúka hetta til
at pástanda, at eg ongar ætl
anir og visjónir havi.
Ein orsøk til, at eg ikki tók
so nógvar framtíðarætlanir
við í formansfrágreiðingina,
var, at eg ikki vildi hava skotið
í skógvarnar, at eg bara brúkti
formansfrágreiðingina til at
føra valstríð.
Men um Sakaris hevur
fylgt eitt lítið sindur við, so
havi eg bæði í talu og skrift
gjørt greitt, at vit ætla í
hernað við fleiri stórmál í
næstum. Nøkur teirra eru
høvuðsmál í komandi sátt
málasamráðingum. Alt hetta
eigur Sakaris at vita, um
hann bara fylgir nøkunlunda
við í almenna kjakinum.
Nú setir hann seg sjálvan
sum garant fyri at loysa mál,
ið eg fyri langari tíð síðani
havi boðað frá hava mína
hægstu raðfesting. Tað er
tekin um, at Sakaris sum for
manskandidatur onki nýtt
hevur at bjóða.
At oljan verður eitt høv
uðsmál í sáttmálasamráðing
unum, boðaði eg frá fyri fleiri
mánaðum síðani. Tað var ein
feilur, at Fiskimannafelagið
góðtók, at ein partur av olju
útreiðslunum skuldi takast
av óbýttum. Henda feil vilja
vit rætta aftur, og eg havi
góðar vónir um, at tað fer
at bera til, tí reiðararnir
hava sjálvir gjørt avtaluna
ómøguliga at hondhevja.
Og eg havi eisini langt
síðani boðað frá, at vit vilja
hava gjaldið fyri línu burtur
aftur.
Kostnaðarstøðið
og
trupulleikin við dupultum
húsarhaldi havi eg eisini
nevnt í fleiri førum áður. Mill
um annað vil eg sleppa fiski
monnunum undan at rinda
fyri internet og parabolsjón
varp, tí hesir hentleikar eru
eins sjálvsagdir og rennandi
vatn í dag, og eisini fiski
menn hava krav upp á at
kunna fylgja við í tí, sum
hendir í samfelagnum og
heiminum uttan um teir
uttan at skula gjalda í dýrar
dómar fyri tað.
Eisini fara vit at stríðast
fyri at fáa reiðarin at rinda
fyri dýru arbeiðsklæðini/
oljuklæðini.
Eg haldi ikki, eg tími at
gera so nógvar viðmerkingar
til inntøkutrygdina og tey
almennu gjøldini, sum Saka
ris gevur mær skyldina fyri,
at fiskimenn nú skulu rinda
fyri. Vit hava ikki havt nakran
møguleika einsamallir at
forða fyri hesum, men har vit
hava kunnað ávirka, hava vit
eisini gjørt tað.
Og trupulleikin við út
lendskari
arbeiðsmegi
er
beinleiðis nevndur í for
mansfrágreiðingini. Annars
kundi Sakaris við bara at
fylgja nøkunlunda við havt
kunnað seg um, at eg síggi
júst trupulleikan við út
lendskari arbeiðsmegi sum
eitt hitt størsta álvarsmálið,
ið Føroya Fiskimannafelag
hevur at berjast við í løtuni.
Men eg veit ikki, hvussu
Sakaris ætlar at gera nakað
við henda trupulleikan, nú
hann hevur sæð seg illan á
alla sakførarastættina og
ikki ætlar sær í rættin við
nøkrum reiðara.
Sakaris ber eisini fram,
sum um tað var eitt stórt ný
brot frá hansara síðu, at hann
ætlar at betra tryggingarnar,
sum vit hava við danska
tryggingarfelagið ALKA. Tað
er ótrúligt, at hann her roynir
at mála ta mynd, at her liggur
nakað á láni, sum hann kann
gera nógv betri. Sakaris sat
jálvur á landsfundinum og
lýddi á, tá stórkundastjórin
hjá ALKA á landsfundinum
greiddi frá, at limirnir í Før
oya Fiskimannafelag frá 1.
Januar 2013 hava ta bestu
tryggingaravtaluna,
sum
nakað
fakfelag
hevur
í
ALKA, og tá kann eg upp
lýsa, at meginparturin av
feløgunum á privata danska
arbeiðsmarknaðinum hava
teirra tryggingar hjá ALKA.
Nú á nýggjárinum fór okk
ara nýggja vanlukkutrygging
í gildi hjá ALKA afturat hin
um
tryggingaravtalunum,
uttan at limirnir skulu gjalda
eitt oyra meira í tryggingar
gjaldi.
Samanumtikið, so finni
eg onga nýggja ætlan ella
hugsan í greinini hjá Sakarisi,
sum Føroya Fiskimannafelag
ikki frammanundan longu
hevur hugsað ella longu er
farið í holtur við at fremja í
verki.
So um vaktarskifti er so
neyðugt á Bryggjubakka,
sum Sakaris vil vera við, so
má hann grundgeva væl
betri fyri, hví hann í so fall er
besta boðið upp á ein nýggj
an formann.
Eg vil bara endurtaka
tað, eg havi sagt áður, at
verði eg afturvaldur, so fari
eg at stríðast sum úlvur
á skóg fyri at betra korini
hjá øllum limum í Føroya
Fiskimannafelag og verja tey
rættindi, vit longu hava. Mín
partur skal so ikki liggja eftir,
og verður tað framhaldandi
neyðugt at fara í rættin við
reiðarum, so verður heldur
ikki fýrt fyri tí í framtíðini.
Gott nýggjár.
Jan Højgaard
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Kjak