Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ikki bara Havnarkórið sang Jólaoratoriið Ólavur Hátún Til framførslurnar av Jóla­ oratorium J.S. Bachs í no­ vemb­er var prentaður skáar­ bóklingur, har kórið tó onki navn hevði. Havnarkórið hevur í seinni árum havt sum siðvenju at framføra størri tónleikaverk saman við solistum og orkestri og skipaði nú eisini fyri; men hesaferð eins og í fjør og onkuntíð áður var lut­tøkan úr øðrum kórum so fjøl­ ment - av teim sjeytifimm sang­arunum vóru teir tríati uttan­ífrá -, at talan meira var um eitt felagskór, sum kundi havt itið t.d. Jólaoratoriikórið 2012. Hendan veruleika vilja vit fegin gera vart við, nú fram­ førslurnar í novembur – í bestu meining – tvær ferðir í kringvarpinum hava verið lýstar og umtalaðar sum tiltak hjá Havnarkórinum burturav. --- Streingir, ið tóna Í ár verða 100 ár liðin, síðan Føroya Fólks Sangbók kom út á fyrsta sinni. Hetta ment­ anar­liga vegamót mundi vera høvið til tað sera áhugaverdu sjónvarpssending við heit­ inum omanfyri, sum vit fingu at uppliva nakað fyri jól, har viðurskiftir og hug­ sjón­ir kring nætseinasta ald­ar­skiftið vórðu lýst so liv­andi og gevandi, sum bara Suni Merkisstein dugir at gera tað. Aðalstrongurin, ið tón­aði gjøgnum hesa ment­anar­ send­ing, var nr. 1 í sang­bók­ ini: tjóðsangur okkara “Tú alfagra land mítt”. Í hesum sambandi hevði Suni leitað upp ymisk fólk til prát, har okkara megin­tónaskald Sun­ leif Rasmussen tónleikaliga mátti vera tann munamesti. Forvitnisligt var tað, tá hann gav seg til at gera eina bygn­ aðarliga og listarliga meting av lagnum hjá Peturi Alberg; men tá hann lýsti Hans J. Højgaard at hava broytt lagið og tað til tað verra, mundu fleiri við mær hvøkka við. Soleiðis sum eg kendi Hans Jakku, var tað mær óhugsandi, at hann skuldi hava gjørt seg inn á tjóð­ sangin. Fekk tí eisini eftir­ kannað og váttað, at so er ikki: Í skúlasangbókini hjá J. Waagstein frá 1949 stendur lagið noterað júst soleiðis, sum H. J. Højgaard hevur tað í sínari útgávu. Hetta var Sunleif, sum skilst, ikki greiður yvir, og honum er tí onki at kasta fyri í hesum mis­taki. At sjónarmiðini um tjóð­ sangin kunnu vera ymisk er tó eitt annað mál. Viðmerking til Jan Højgaard: Oljuprotokollatið er undanførsla Óli Jacobsen Jan Højgaard kom til at av­ dúka í Rás 2 fríggjadagin, at hann veit ikki eingong, hvat ið hendir á egnari skriv­ stovu. Hetta gekk sjón fyri søgn, tá ið hann gav skriv­stovu­ fólkunum hjá felagnum skuld­ina fyri manglandi eftir­lit við útreiðslum á av­ rokn­ingunum hjá fiski­monn­ um!!! Meira ússaligt og ómans­ ligt kann tað ikki vera. Tað er sjálvandi formaðurin, sum hevur alla hesa ábyrgd. Tí kann tað bara vera honum sjálvm fyri at takka, at støðan er so ring á hesum øki, sum hann sigur hana at vera. So einfalt er tað. Hjá Jan Højgaard er tað altíð øll onnur, sum hava skuldina, tá ið tað ikki gongst eftir vild hjá honum. Sjálvsagt havi eg samb. honum ábyrgdina av tí stak illa fráfarna sáttmálanum í 2011 vegna eitt oljuprotokollat frá 2005. Í hesum protokollati stendur, at um oljan fer upp um eina ávísa upphædd, skulu samráðingar vera um eitt ”møguligt býti” av hes­ um útreiðslum. Í hesi orðing liggur eingin skylda at broyta nakað í sáttmálanum. Ann­ ars eru samráðingar um eitt slíkt mál ikki annað enn tað, sum er møguligt til allar sáttmálasamráðingar. Tá ið JH ger verkfallið, sum hann í óðum verki setti í verk í 2008, til eitt stríð um oljuna sum frádrátt, so er hetta ósatt sum næstan alt annað hjá honum. Tað er alment kent, at hetta verk­ fall var lýst aftaná, at reið­ ara­felagið hevði slept krav­ inum um at fáa oljuna inn í sáttmálan. Loyvdi nýggjan frádrátt í sáttmálan Í samráðingum er fremst talan um styrki og sam­ráð­ ingarkynstur. Hjá Jan Høj­ gaard verður hetta lýst av, at í 2011 kom í sáttmálan ein nýggjur frádráttur fyri reiðskap hjá línuskipum. Her fór oljan frammanundan av óbýttum, so hetta hevði einki við nakað protokollat at gera. Hetta var ein grundleggjandi broyting í sáttmálanum, sum einki annað endamál hevði enn at minka um inntøkuna hjá fiskimonnum. Evnini hjá Jan Højgaard at verja áhugamál fiski­manna komu eisini til sjóndar við skerjingini av inn­tøku­trygd­ ina hjá fiski­monn­um, sum fyrst og fremst rakti lægst løntu fiskimenninar. Hesum kann Jan Højgaard bert takka sær sjálvum fyri. Aftur bakbit móti egnum skrivstovufólki Fremsta virksemi hjá Jan Højgaard hevur verið at leggja øll onnur undir at vera skálkar. Men tað, sum lýsir mannin meira enn annað er, at hann aftur alment leggur eftir sínum egnu starvs­fólk­ um. Slíkt er púra óhoyrt. Hon­um líkt leggur hann onnur undir bakbit. Men hjá Jan Højgaard kann tosast um bakbit so tað munar móti fólki, sum ikki sleppa at verja seg. Sjálvur vil eg fegin taka alla ábyrgdina av tí, sum er hent í FF alla mína tíð við hjálp av framúr dugnaligum starv­s­fólki. Tað sum kann hava verið minni væleydnað taki eg einsamallur ábyrgdina av.