Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 8. apríl 2004 15 FØROYAVINUR Magnus Gunnarsson Maggi@sosialurin.fo Horsens: Tá Leif Jul Pedersen í Horsens var útbúgvin sum goymlumaður hjá VW bilhandl- aranum í býnum, kom hann fram á eina lýsing frá Super Dekk í Havn, sum søkti eftir goymslu- manni. Hetta var í eini tíð, tá tað nærum var ómøguligt at fáa arbeiðsmegi í Føroyum. Byggi- virksemi var ovurhonds stórt og byggifeløgini fingu fyri tað mesta arbeiðsmegi úr Danmark og Íslandi. Hann kom so higar í 1986 og arbeiddi hjá Super Dekk og seinni hjá Toru Tourist Traffic, sum tá hevði stórt ferðamanna- virksemi um summarið. Hesi árini kom Leif at kenna nógv fólk her, og fekk hann nógvar vinir, sum hann javnan hevur samband við. Meðan hann var í Føroyum, var hann úti fyri einum ferðslu- óhappi við motorsúkklu. Hann sigur, at um hann ikki var komin út fyri hesum óhappi og búskaparkreppan fyrst í 90-unum ikki var komin, roknar hann við, at hann hevði verið verandi í Føroyum. Honum dámar sera væl fólkið og náttúruna. Tann vakra stór- sligna náttúran var allastaðni. Tað var bar at fara út um hurðina, so var alt har, og veðrið skifti alla tíðina. Hetta dámdi honum. Hann hevði t.d. ongantíð verið úti fyri at el-streymurin kundi blíva burtur, fyrr enn hann kom higar. Fólkini vóru heilt annarleiðis, enn hann var vanur við. Tey vóru sera gestablíð og yvirberandi, um hann ikki skilti føroyska málið at byrja við. Tað gekk tó skjótt til hann skilti málið, og enn í dag skilir hann føroyskt. Hann ferðaðist nógv í landin- um og legði skjótt til merkis at stórur munur var á fólkinum í Havn og á smáplássunum. Ferðandi tryggingarmaður Tá Leif fór til Danmnarkar aftur í 1990, fekk hann starv hjá tryggingarfelagnum Topdan- mark, har hann eisini hevur fingið útbúgving sum trygg- ingarmaður. Hann arbeiðir sum ferðandi tryggingarmaður og hevur eitt øki upp á umleið 3.000 kundar á Horsens leiðini. Hann teknar allar tryggingar sum t.d. hús, bilar, landbúnað, alibrúk og hvat tað annars skuldi verið. Síðan Leif flutti úr Føroyum, hevur hann vitjað ofta aftur. Hann sigur, at síðan hann kom til Føroya fyrstu ferð, hevur hann ferðast umleið 25 ferðir hendan vegin. Hann hevur verið nógv í Mikinesi og tikið lut í bygdar- lívinum har um summarið. Har er gott og avstressandi at halda summarfrí. Eisini dámar honum væl at ganga t.d. í SMS og heilsa upp á fólk, hann kennir. Hann fylgir væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og hvørja ferð hann kemur hendan vegin, sær hann stóran mun. Hann heldur, at nógv er hent hesi seinastu 20 árini og tekur sum dømi Vága- tunnilin, og tað at skjótt eisini verður koyrandi til Klaksvíkar. Í snotuliga heiminum hjá Leif í Horsens hava so gott sum allar myndir og plakatir føroysk motiv. Leif Jul Pedersen, Horsens: Fylgir við í øllum sum hendir í Føroyum Leif Jul Pedersen í Horsens, sum í dag er 37 ár gamal, kom fyrstu ferð til Føroya í 1986, tá hann fekk arbeið hjá dekksøluni Super Dekk í Havn. Hann er útbúgvin goymslu - og tryggingarmaður og arbeiðir í dag sum ferðandi tryggingarmaður hjá Topdanmark Leif Jul Pedersen á veg til arbeiðis við sínum VW Passat. Síðan 1990 hevur hann arbeitt sum tryggingarmaður hjá Topdanmark Mynd: Magnus Gunnarsson Leif Jul Pedersen hevur umleið 3.000 tryggingarkundar í sínum øki við Horsens leiðina. Hann hevur skrivstovu hema, har hann arbeiðir út frá Mynd: Magnus Gunnarsson 15 14 Nr. 69 - 8. apríl 2004 Vestmanna Timburhandil pdf C M Y K 14 Fjarðahúsini hava verið gjørd síðani 1977, og nógv snið eru í at velja. Av tí, at húsini verða bygd á staðnum, er góður møguleiki fyri at fáa tillaga húsini soleiðis, at tey svara júst til tín tørv. Sjálvt um sniðini eru ymisk, so er góðskan altíð hin sama. Vestmanna Timburhandil Tel 47200 - Fax 472001 - vt@vt.fo - www.vt.fo Sýnda sniðið: 124-1 Trygd fyri dygd