mánadagur 7. januar 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Finnur Johansen
Kleivin
Fyri 1930 var mangan tórført at
lenda undir Kleivini um veturin.
Stórir steinar vóru har drátturin
var, og á teir vóru løgd 6 ferðir 6
tumma spýr, stein av steini, boltaðir
niður í báðum endum. Hetta var
torført arbeiði, tí brimið var nógv
um veturin, og legði nógv grót
upp, sum knúsaði lunnarnar. Hetta
arbeiði hevði Magnus við Misá um
hendi.
Í 1929-30 varð bøtt um Kleivina,
alt varð lagt í beton, men tíverri
var brekkan í svinginum so brøtt
at tungt var at draga bátin. Hes
in parturin av dráttinum varð
lækkaður í 1935. Tað arbeiði gjørdi
Alexandur
Niclasen,
Sandur
í
Hovi, og Petur Johannesen, Petur
á Brekkuni, saman við mær, Dánjal
Jákup Mikkelsen, ið var fastur
maður á Eiðinum.
Kleivin varð mest brúkt um
summari, men eisini um veturin tá
el-streymurin fór, ella tá elektriska
útgerðin á bananum gekk fyri av
sjógvi og sjóroki.
Fiskurin varð mangan teggjaður
saman og drigin upp á dráttin.
Eisini kundi hann verða drigin 8 m
upp á Loftklett, ið er á norðursíðini
á Kleivini, haðani fiskurin varð
borin í leypi niðan á vegin, har bilur
var, oftast Dorius, ið síðani koyrdi
hann heim á Garðar ella til teir við
Misá.
Skutfestan
Drigið varð við hond til 1942. Tá
varð ein spælkoppur settur á knúsi
verkið í grótbrotinum hjá komm
ununi, og báturin varð drigin við,
at ein langur togendi, ið varð lagdur
um spælkoppin varð gjørdur fastur
í skutfestuna.
Skutfestan varð altíð tveitt á
land áðrenn báturin kom at, og tá
ið hann kom inn ímóti lupu tveir
mans í land, tóku í skutfestuna
og tóku bátin framí. Hinir lupu so
upp í bæði borð, og drigið varð upp
á turt. Togendin varð nú tveittur
í kastiblokkin og síðan gjørdur
fastur í skutfestuna.
Neyðugt var við einum kasti
blokki, tí drátturin var ikki beinur.
Drátturin av vegnum og oman í
Kleivina var í ein sunnan ella so,
men Kleivin vendi í ein vestan ella
so. Niðasti endin snaraði tí útvið
90 stig. Kastiblokkurin stóð fastur
í berginum einar 8-10 m beint nið
an frá har báturin lendi, so at hann,
skutfestan og togið høvdu beina
kós niðan í blokkin. Frá kastiblokk
inum og niðan á vegin fylgdi togið
ovara part av dráttinum niðan í
motorverkið á knúsaranum, sum
var elektriskt rikið. Ein kastiblokk
ur var eisini við vestasta neystið
norðanfyri vegin, sum togið eisini lá
um, og haðani vestur í spælkoppin
á knúsiverkinum. Axel Johansen,
Axel í Vík, setti spælkoppin á knúsi
verkið, og hann gjørdi eisini kasti
blokkin.
Gamli rennistrongurin
Longu áðrenn 1930 var ein renni
strongur vestur í Múlagjógv, sum
Sørin í Kunoy gjørdi. Hann arbeiddi
eisini í smiðjuni hjá Hans Jákup
við Ósagarð. Hetta var fyrst í 1900,
og Sørin var komin suður til tað
sama.
Eg minnist ikki til at konufólk
beinleiðis hjálptu til við eitt nú
at bera fisk heim, tað hevur verið
fyri mína tíð á Eiðinum, fyri 1929-
30, tá gamli rennistrongurin varð
brúktur. Tað var ein treyt tá, at
konufólk, ið komu vestur við
drekka og óvitar tóku eina hond í
við at draga spælið.
Konufólkini tá bóru eisini fisk
in heim, men tað var fyri mína
tíð har vesturi, fyri 1930. Men eg
minnist gamla rennistrongin, og eg
minnist at eg sum óviti var við til
at taka í armin á rennistreinginum
og mala runt. Vit kundu vera eini
10-12 hálvvaksin, saman við konu
fólkunum, sum tóku í armarnar á
spælinum á rennistreinginum, og
mólu runt, so at báturin kom heim
úr gjónni.
Eg minnist ikki so væl hvussu
Brot úr Vágs útróðrarsøgu:
Viðurskiftini á Vágseiði
Dánjal Jákup Mikkelsen, Jakku hjá Trinu, ella Mikkel sum hann vanliga varð róptur í Vági, sigur frá viðurskiftunum
á Vágseiði, tá ið hann í árunum 1931 til 1947 passaði og koyrdi rennistrongin, sleiparan sum hann rópti hann ella
banan, sum hann vanliga varð róptur. Frásøgnin hjá Mikkel, ið var föddur í 1912, er frá 1982. Hetta er fyrri partur
Banin var 297 metrar langur og millum 10 og 13 metrar høgur