mánadagur 7. januar 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
gamli rennistrongurin var. Eg havi
ivaleyst verið so ungur, og tá var
tað ikki lukkuligt hjá einum óvita
at fara vestur í Múlagjógv, tað varð
roknað fyri at vera vandamikið, so
eg minnist ikki rættiliga hvussu
báturin varð festur uppundir har
vesturi. Men eg minnist væl, at tá
ið báturin kom heim, hekk hann
í einum stroppi, og at hann gekk
akkurát fríður av helluni.
Og eg minnist eisini, at hann
varð togaður heim eftir renni
streinginum við einum togi, ið lá
um eitt gonguspæl. Togið lá tvørtur
um eitt hjól, sum eitt súkluhjól,
ið var eina mannshædd upp frá
helluni, og lá vatnrætt. Hjólið stóð
á ovara enda á einum aksli, ið stóð
upp og niður, og mól í einum barði,
sum stóð í helluni. Um miðjuna á
akslinum var eitt hjarta við holum,
har fýra spakar vórðu stungnir inn,
so teir stóðu vatnrættir út frá, um
eina hálva manshædd uppfrá.
Tá ið so báturin skuldi heim, varð
so trýst á spakarnar, fleiri á hvønn,
og so varð gingið runt, til báturin
var komin heim. Men tað gekk
spakuliga, tað gekk óalmingiliga
spakuliga. Einki var gjørt til at
ganga á hjá teimum, sum vundu
spælið, tað var alt, sum tað var,
sum várharra hevði skapt alt har
vesturi.
Nýggi rennistrongurin
á Eiðinum
Tað var danska verksmiðjan Titan
í København, ið gjørdi banan á
Eiðinum, og tað var ingeniørurin
Thomsen, ið var fyristøðumaður,
tá Kleivin og koyribanin vóru
gjørd. Kostnaðurin var 120.000,- kr.
Longdin á bananum var 297 m, og
hann var frá 10 til 13 m høgur upp
frá helluni, alt eftir sum hellan lá.
Tá banin var liðugur í 1930 koyrdi
Mortan Poulsen, Mortan politi,
hann fyrsti tíðina, til kommunan
yvirtók hann, og setti mann í starv.
Tað varð so eg sum varð settur í
starv frá 15. apríl 1931. Starvið varð
lýst leyst, og minnist meg rætt vóru
7 umsóknir, men eg havi kanska
verið yngstur og lættastur. Tað var
umráðandi tá banin skuldi haldast
við líka, at tað var ein ungur og
lættur maður.
Eg var 18 ára gamal, og lønin var
tá 985,- krónur árliga. Tá var fiski
parturin hjá monnum 400-600
krónur fyri árið.
Eg koyrdi banan til 15. mai 1947,
tá var lønin vorðin 2.600,- krónur
árliga.
Tá eg fór í annað arbeiði, varð
banin steðgaður. Hann trongdi til
umvælingar, men lítið var til av
peningi tá, og eisini komu trolar
arnir og onnur góð skip, so smáligt
varð við útróðri vestanfyri. Síðani
hekk hann har, og tá hann einaferð
í 70-árunum varð hildin at vera
hættisligur at hava standandi, varð
hann sprongdur burtur. Funda
mentini standa tó enn.
Streymnýtslan
Sleiparin brúkti nógvan streym,
hvussu nógvan, dugi eg ikki við
vissu at siga, men hann brúkti
so nógvan streym, at ísvirkið á
Tvøroyri kundi ikki koyra tá banin
koyrdi, og var tað umráðandi fyri
ísvirkið, so mátti banin steðga.
Koyrdi bæði ísvirkið og banin,
sást tað best heima við hús, her
heimi í bygdini, bæði innanhýsis
og á gøtuljósunum, at streymurin
minkaði burtur í einki, tá banin fór
í gongd, og tá hann steðgaði, lýsti
aftur sum vanligt, so tað hevur
ikki verið smáting av streymi banin
brúkti.
Arbeiðsumstøður
Tað var ikki hvør maður, sum
skilti tað, at tað var torført at
koyra banan undir sovorðnum
streymviðurvkiftum. Stjóri fyri
elverkinum var Lystbæk, hann var
dani, kom ikki nógv millum fólk,
hann tosaði lítið við fólk, og var
sostatt eitt sindur handikappaður.
Hann fekk sóknarstýrislimirnar
at áleggja mær, at eg skuldi boða
honum frá ein hálvan tíma áðrenn
bátur kom aftur av útróðri.
Ein og hvør dugdi væl at skilja, at
tá bátur kom inn um Múlatanga, og
skuldi rógva tær 60-70 metrarnar
inn í Múlagjógv, bar ikki til, at eg
skuldi renna heim, har var eingin
telefon, og siga honum frá at nú
komu bátarnir aftur av útróðri.
Mangan skuldi eg eisini standa
leingi og banka uppá, tí hann tosaði
í telefon, ella var bundin av øðrum.
Tá eg so var komin vestur aftur,
vóru allir aftur komnir av útróðri,
og lógu og bíðaðu. Eg skuldi heldur
ikki fara undir at koyra fyrr enn ein
hálvan tíma eftir, at eg hevði boðað
frá. Teir, ið ráddu fyri, hava ivaleyst
heldur ikki skilt tað, tí teir vóru ikki
útróðrarmenn.
Menninir, sum tá vóru í sóknar
stýrinum, vóru Johan Nolsøe,
Tummas við Krosslið, Jaspur Hjelm,
Petur á Gørðunum og Dánjal í
Meiliti, eingin av teimum vóru út
róðrarmenn, so teir kendu einki til
hvussu viðurskiftini vóru.
Múlagjógv
Múlagjógv,
har
banin
gongur
inn, liggur betri fyri enn Kleivin.
Gjógvin liggur inn úr umleið út
synningisunnan, og er umleið 75
metrar long. Innast inni er drátt
urin, ið vendur í ein norðan, soleiðis
at bæði Múlin og urðin verja fyri, og
um so ikki var, so var eingin dráttur.
Var Múlin ikki, var eingin dráttur
av týdningi her, og heldur eingin
útróður.
Elektriski banin
Tá komið varð aftur av útróðri,
varð báturin drigin upp á turt, síð
ani vórðu tveir skinnarar loraðir
niður á stokkarnar, ein framman
og ein aftan, og undir øðrun end
anum á hvørjum skinnara var ein
ketustroppur fastur. Ketustropp
arnir vórðu lagdir undir bátin, og
festir í ein krók í hinum endanum
á skinnaranum. Báturin varð síðani
hivaður 6-7 metrar upp undir
koyrivognin, har spælið steðgaði
automatiskt. Koyrivognurin varð
so settur í gongd, og koyrt varð
tær 300 metrarnar heim á Eiðið til
vegin.
Fiskurin varð fyrst tveittur
upp á land fram við gjónni, og
síðan borin í fiskakassan, ið tók 1
tons, 20 centnarar, og fiskurin fór
sjálvandi sama veg, heim til endan á
bananum. Haðani var stutt til vegin
og bilin.
Sum oftast varð báturin koyrdur
heim fyrst, men ikki aldíð, tað var
sum tað lá fyri, var ókyrra, ella sá út
til at verða ókyrra, var um at bjarga
bátinum. Men gingið varð altíð
eftir tørni, bátar og fiskur vórðu
avgreidd í teirri raðfylgju teir komu
til lands.
PS
1 centnari er hundrað pund, 50 kg.
Dánjal Jákup Mikkelsen, Mikkel
Bátur verður fluttur úr Múlagjógv