Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Ómetaliga strævið. Livar Nysted og teir fara rógva fýra mans ísenn tvørtur um Altalntshav og teir rógva tveir tímar ísenn og hvíla so í tveir tímar. – Tað er strævið at venja seg við at sova so stutt, men so venur kroppurin seg við tað. Styrkja seg við sjokulátu. Tá ið Livar Nysted og bátsfelagir hansara setast við árarnar at rógva tvørtur um Atlantshav, verður sjokuláta ein týðandi partur av føðini. – Tí hava vit yvir 1000 sjokulátaplátur við, sigur Livar Nysted. Áki Bertholdsen Livar Nysted, tiltikni rógv­ ar­in úr Hvannasundi, fer nú undir enn eina ovurhonds stóra avbjóðing. Saman við sjey øðrum hevur hann sett sær fyri at rógva teir 5000 kilometrarnar tvørtur um Suðuratlantshav, úr Kanariuoyggjum í eystri til Barbados í vestri. Livar fór úr Føroyum sunnu­dagin niður á Kanar­iu­oyggjar, har ný­bygdi bátur teirra, Ava­lon, liggur og bíð­ar eftir honum og báts­feløgum hans­ara. Avalon er 45 føtur og hann er bygdur úr glastrevjum, sam­stundis sum hann er rankur, hevur spískt stevni og yvirhøvur er bygdur at glíða væl ígjøgnum sjógvin. Samstundis er hann bygd­ ur soleiðis, at hólvist hann, vendir hann sær sjálvur á rætt­kjøl aftur. – Tá ið vit eru komnir niður á Kanariu­ oyggjar fara vit at rigga bátin til og at royna hann í sjónum, segði Livar Nysted við Sosialin, beint áðrenn hann fór. Um eina viku Livar Nysted væntar og vón­ ar at teir loysa frá landi um eina góða viku og so verð­ur lagt til havs teir 5000 kilo­ metr­arnar vestur á Barba­ dos. Hesin teinurin er ikki ókendur fyri Livari, tí í 2009 var hann eisini í báti, sum royndi at rógva teinin. Men tá ið teir høvdu róð ein triðing, brotnaði róðuri og tað varð so vónleyst at stýra bátinum við ongum róð­uri, so teir máttu gevast. – Tað var ónátúrliga súrt, men av tí sama hevur tað altíð bylgst í mær at sleppa at royna einaferð afturat, sigur hann. Og tann møguleikan fær hann nú, tá ið hann sjálvur áttandi stevnir vestur um hav. Tveir og tveir Ætlanin er at teir skulu rógva fýra mans hvørja ferð og teir rógva tveir tím­ar ísenn og hvíla so í tveir tímar, allan sólar­kringin. – Tað er ómetaliga strævið, helst í fyrstuni, at venja seg við at sova so stutt. Serliga næturnar verða tungar, men eftir eina tíð, venur kropp­ur­in seg við tað. Endamálið er fyrst og fremst at røkka á mál, sigur Livar Nysted. Men hann dylir heldur ikki fyri, at teir hugsa eisini um at seta metið at rógva hendan teinin. At rógva um hesa leiðina um Suðuratlantshav, er tein­ ur­in, sum er vanligast at rógva hjá havrógvarum. – Ein orsøk til tað kann vera, at tað er nakað væl lýggj­ari enn at rógva um Norð­ur­at­lantshav. Ein onnur orsøk kann eisini vera, at yvirhøvur er tað eysturætt har á leiðini so sannlíkindini fyri at fáa góð­ an byrð um hav, eru góð. – Av tí sama er tað lættari at rógva hendan teinin, enn at rógva um Norðuratlantshav, har veðrið er øgiliga skiftandi, leggur hann afturat. Metið at rógva hendan teinin er 32 dagar, men Livar og bátsfelagir hansara, hava ætlanir um at klára tað upp á 30 dagar og tað heldur hann, eigur at lata seg gera. Sjálvur er Livar væl fyri og hann vónar, at bátsfelagir hansara eru líka væl fyri, og eru teir tað, hevur hann góð­ ar vónir um at røkka málin­ um. Hinir bátsfelagir hans­ara eru ein avstraliari, sum hann kennir og seks ong­lend­ing­ ar. – Eitt er at hava kropsliga styrki og vera í góðari venjing. Men tað týdningarmiklasta er at vera væl fyri sálarliga. Tann sálarliga støðan hevur meiri enn helvtina at siga fyri, um ein slík ferð eydnast, ella ikki. – Tað nyttar lítið at seta sterkar mans umborð, er sálar­liga styrkin ikki til stað­ ar. Livar hevur áður roynt at róð við monnum, sum hava verið væl fyri kropslig, men tá ið teir rendu seg í trupulleikar, var sálarliga styrkin ikki til staðar, og tað var lítið hugaligt. Tað er strævið at rógva eina slíka ferð, so teir hava nógvan mat við. Men maturin er ómetaliga keðiligir í longdini, tí talan er bara um turrfóður av ymsum slagi. Men talan er um mat, sum er nágreinliga samansettur, so at hann er so styrkjandi, sum gjørligt. Annars hava teir sjokulátu við - nógva sjokulátu. – Vit hava yvir 1000 sjoku­ látaplátur við, sigur Livar Nysted. – Sjokulátan er frálík, tá ið tú skalt hava eitt skot av orku, sigur Livar Nysted. – Eg eri øgiliga spentur, tí hetta er ein ferð, eg havi hugsað um alla tíðina síðani í 2009, tá ið tann fyrra royndin miseydnaðist. Livar leggur út á hav um eina viku HAVRÓGVING Livar Nysted er nú farin av landinum í eini roynd at seta enn eitt heimsmet í havrógving og hesuferð skal hann rógva 5000 kilometrar tvørtur um Atlantshav Tað týdningar­mikl­asta er at vera væl fyri sálarliga Avalon Hetta er báturin, Livar Nýsted og hansta sjey bátsfelagirnir seta sítt álit á, nú teir herja á at rógva tvørtur um Atlantshav. Talan er um ein 45 fót langan glastrevjabát, sum hevur eitt serligt snið, sum ger, at hann gongur væl Hetta er leiðin, Livar og hinir umborð á Avalon, fara at rógva tvørtur um Suðuratlantshav