mikudagur 9. januar 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Panorama við iPhone. Tað sigst, at tú fært eina app
til alt. Og hetta verður næstan váttað við panorama-
app’ini til iPhone. Ein app, sum Cycloramic hevur latið
gjørt. Set fartelefonina á eitt borð, og so kanst tú
annars njóta bilsnu starvsfelagarnar, tá telefonin av
sær sjávum fer at mala runt, meðan hon upptekur eina 360
stiga panoramamynd. App’in brúkar vibratións-motorin til
at snara telefonini, meðan myndatólið tekur upp. Men tað
riggar bert á iPhone 5 og bert til video-myndir uttan ljóð.
Men fyri bara 7 krónur er talan um bíligt reyp og stuttleika.
Hetta er lyftið, sum ein kick-starter verkætlan í USA
gevur. Kickstarter er ein verkætlan, har smærri og ikki
fíggjarliga sterkar fyritøkur fáa møguleika at koma við
nýggjum produktum og hugskotum umvegis sonevnda
crowdfunding – t.v.s. at vanlig fólk fíggja hetta. Tað
gera tey við at stuðla við 5 dollarum ella meira, ella at
tey keypa plátuspælaran longu nú fyri $150.
Longu nú hevur verkætlanin fingið 53.870 dollarar
av teimum 60.000, sum verður kravt, um verkætlanin
skal gerast veruleiki. Verkætlanin hevur bert verið
almenn síðani 17. desember, og málið um teir
$60.000 skal røkkast innan 6. februar. So tað er mest
sum vist, at verkætlnin verður veruleiki.
Plátuspælarin, sum skal eita Orbit, verður framleiddur
í USA, og sum skilst verður serligur dentur lagdur á,
at tónaarmurin er av góðari góðsku. Pickup’in
verður ein bílig Ortofon Omega, sum
rættiliga ómakaleyst kann skiftast
um við eina dýrari útgávu.
Plátuspælara
fyri 1.000 krónur
Sony BDP-S790
2 x HDMI
Ethernet og Wi-Fi internet
SEN netportal
Samsung BDP-8300N
1 x HDMI
Ethernet og Wi-Fi internet
320 GB harddisk
Smart HUB netportal
Samsung-spælarin hevur dupultan tv-tunara,
so til ber at taka upp, samstundis sum hugt
verður at aðrari sending. Hann er kompatibul
við talgilt sendinet, men hóast hann hevur
innbygdan DVB-C tunara, so stuðlar tøknin
hjá eitt nú Canal Digital ikki undir hesum, og
kann hann tí ikki nýtast til at taka niður signal
frá hesum veitaranum.
BDP8300N fer skjótt ígongd, men hann nýtir
nakað longri tíð at lesa filmirnar enn bestu
kappingarneytarnir. Nógva tøknin ger eisini,
at Samsung-spælarin larmar eitt sindur meira
enn vanligt, tí harðdiskur og køling eru ikki
ljóðleys.
Sony-spælarin tykist bæði kompaktur og haldgóður. Fjaldu
knøttarnir reagera, tá nortið verður við teir, og lýsa teir,
tá fingurin verður settur á. Sony-spælarin er sera skjótur,
og tað tekur bert brotpartar av einum sekundi at opna
skuffuna, eftir at spælarin hevur verið á standby. Tíverri er
nakað av óljóði – í test-eintakinum brummaði tað í øllum
førum nakað meira, enn vit roknaðu við, og minnir hetta
ikki sørt um PS3. Heldur óvæntað, tá Sony hevur arbeitt
somikið nógv við at fáa síni tól at geva sum minst av ljóði
frá sær.
BDP-S790 hevur eina sera skarpa Blu-ray-mynd og eina
sera góða myndaviðgerð. Tú kanst velja ímillum at lata
innbygda myndagerðilin viðgera myndirnar eftir ávísum
leisti, ella eisini kunnu myndirnar sendast óviðgjørdar til
sjónvarpið.
Niðurstøða
Sony-spælarin hevur góðar møguleikar til íbinding og hann hevur týdningarmestu video-apps’irnar umborð. Men umframt
hesar eru snild-funkurnar nóg so avmarkaðar. Vit eru eisini eitt sindur vónbrotin um óljóðið frá annars dygdargóða
spælaranum. Heildarmyndin verður tó bjargað av, at BDP-S790 hevur eina sera góða myndagóðsku.
Niðurstøða
Hjá teimum, sum kunnu fáa nyttu av at taka upp og hyggja at øðrum sendingum samstundis, er
Samsung BDP-8300N eitt gott val. Fyri onnur, sum fyrst og fremst vilja nýta spælaran til film
ella til alnet er eitt sindur torført at rættvísgera meirkostnaðin. Ikki minst tá myndagóðskan ikki
er stórvegis betri enn hjá bíligaru útgávunum á marknaðinum.
BDP-8300N er ein Blu-ray-spælari, sum
er eitt sindur meira enn tað vanliga.
Umframt Blu-ray og Smart HUB-portalin
hevur hann eisini inbygdan harðdisk og
sjónvarpsmóttakara
Fyri á leið 2.100 krónur fært tú topp
modelli hjá Sony. BDP er ein skjótur
spælari við góðari myndagóðsku
Fyri:
Fleiri undirhaldsmøguleikar
Góður snild-portalur
Ímóti:
Eyka óljóð
Fyri:
Hvassar myndir
Ímóti:
Óljóð frá drevinum
Samsung BDP-8300N
Multikunstnarin
Sony BDP-S790
Kraftmikil
★★★★★★
Samlað meting
Vegleiðandi prísur: 2.490 kr.
samsung.dk
★★★★★★
Samlað meting
Vegleiðandi prísur: 2.100 kr.
sony.dk