Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Nýggjan Mac? So keyp hendan. Nýggju Mac-teldurnar eru útgjørdar við Thunderbolt-útgangi. Hetta kemur í nógvar mátar fyri USB, FireWire og HDMI, og kann tað nýtast til øll hugsandi signal. Hartil er Thunderbolt drønandi skjótt. Upp til 20 ferðir skjótari enn USB 2.0, sum flestu okkara kenna. Men ein nýggj Mac við Thunderbolt-íkopling kann eisini geva trupulleikar, um tú hevur nógvar eindir, sum aftur brúka fleiri ymisk stikk. Matrox DS1 kann loysa hesar. Talan er um docking-støð við ljóði bæði in nog út, Gigabit Ethernet portri, USB 3.0 portri, tveimum USB 2.0 portrum og einum HDMI-útgangi. Lagt til rættis: Audun Hage – Lyd & Billede Snildvarp á skíggjanum Hevur tú eitt eldri sjónvarp, sum tú ert nøgd/ur við, men vilt tú samstundis verða partur av stóru snild- kollveltingini? So eru eini ráð her. Keyp ein Blu-ray spælara við somu hentleikum sum sjónvørpini! Ein Blu-ray spælari er ein góð og bílig kelda til eina rúgvu av undirhaldi – bæði á fløgu og neti. Hjá teim­um, sum hugsa mest um mynda­ góðsk­una, tá hugt verður at filmi, er Blu-ray miðilin fram­vegis tann besti. Við fram­úr myndagóðsku í HD, og ikki minst upp til 7.1 rásir við hágóðsku surround-ljóði hevur Blu-ray nakrar av­ gjørdar fyrimunir fram um rest­ina, tá umræður ljóð- og mynda­góðsku. Tá tíðin veru­ liga er til at sleingja beinini upp á sofuna, fáa sær eina bjór ella eina sodavatn, með­ an chips og annað gott verð­ ur sett á borðið. Ja, so er tað á Blu-ray, at filmurin skal spæl­ast. Tá tað er sagt, so er tað ikki altíð, at mann hevur hug at gjalda 50 til 200 kr. eyka, bara so onkur filmur kann síggjast í HD. Onkra tíð er kanska betri at læna held­ur enn at keypa, og tað eru als ikki allir filmar, sum gagn­nýta møguleikarnar í Blu-ray. Til undirhald í gerandis­ degnum úr nettænastur sum Youtube, Vimeo og ikki minst haldaratænastur sum Netflix og HBO tí góð alterna­tiv til malandi fløgurnar. Her kanst tú finna eldri filmar, eins og tað ber til at hyggja eftir pørtum av onkrari góð­ari sendirøð, áðrenn av­gerð verð­ur tikin um at keypa eina Blu-ray út­gávu av somu. Snildir Blu-ray spælarar Sjónvarps- og elektronik­ fram­leið­arar hava eina ord­ ans tví­støðu. Skal íløgan í ein »snildan« net­ platform løna seg, má tøkn­ in fáa á so nógvar pallar, sum tað er gjørligt. Tað hevur við sær, at snild-funkurnar í ein­um dýrum sjónvarpi nú eisini eru at finna í ein­ um lutfalsliga bíligum Blu-ray spælara. Fyrst og fremst er hetta galdandi fyri týdningar­miklu video- apps’irnar, og sum so er gev­ur tað eis­ini meining, at slík­ar funkur eru savnaðar í einum tóli, har tú við einum HDMI-kaðali hevur atgongd til tær. Og soleiðis kann títt gamla sjón­varp gerast »snilt« í eini handa­vend. Panasonic DMP-BDT500 2 x HDMI Ethernet og Wi-Fi internet Network Services netportal Panasonic kom við sínum fyrsta 3D Blu-ray spælara, DMP-BDT300, fyri tveimum árum síðani. Hetta var ein stórur og góður spælari við haldgóðum mekanikki. Seinnu útgávurnar hava eisini havt góða megi, men teir kundu tykjast heldur einfaldir, og fleiri okkara hava saknað ein veruliga topp-spælara frá Panasonic. Tað hava japanarnir gjørt nakað við, og nú kemur so high-end modeelið, DMP-BDT500. Talan er framvegis um ein kompaktans pælara, men handverkið tykist munandi betrað, og í útsjónd sær hann eisini flottari út enn bíligaru spælararnir hjá Panasonic. Hetta hevði sjálvandi ikki munað tað stóra, um talan ikki samstundis var um ein spælara, sum hevur eina betraða myndagóðsku. Í hesum førinum er tó greiður samanhangur millum byggi- og myndagóðsku. Stutt sagt, so er myndagóðskan superb! Panasonic- spælarin gevur hamrandi hvassar myndir, og hetta broytist ikki, hóast nógv rørsla er á myndunum. Tað gevur eitt gott flow og ein »frið« í myndini, sum púra greitt eru á hægri støði enn tað, sum Sony og Samsung kunnu geva. Niðurstøða Panasonic er aftur á Blu-ray kortinum við einum spælara, sum hevur high-end góðsku men ikki prís. DMP-BDT500 tekur av álvara fetið frá bíligu spælarunum, og tað er tí lætt at viðmæla hendan til teirra, sum vilja hava ein sera góðan Blu-ray spælara, uttan at tey tó skulu rinda alt ov nógv fyri hendan. Hesin verður standandi í tilvís­ingar- rack’inum hjá okkum í rúma tíð. Nýggja toppmodellið hjá Panasonic, DMP-BDT500, gevur eina sera góða mynda- og ljóðgóðsku fyri ein skilagóðan prís Fyri: Framúr góð myndagóðska Skjótur og friðarligur Ímóti: Manglar Netflix (fyribils) Panasonic DMP-BDT500 Fyri feinschmeckers serliga viðmældur ★★★★★★ Samlað meting Vegleiðandi prísur: 2.988 kr. panasonic.dk