Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva upp skattskyldugu inntøku sína, áðrenn freistirnar nevndar niðanfyri, eru úti. Til ber at skráseta Sjálvuppgávuna og Kapi­ tal vinningssjálvuppgávuna á eSkatt.fo ella at flýggja skjølini til TAKS eftir 6. mars 2013. Vanligir skattgjaldarar Sjálvuppgávan og Kapitalvinnings sjálv upp­ gávan 2012 hjá skattgjaldarum, ið ikki hava roknskaparskyldu, skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. mai 2013. Tann 6. mars 2013 verða Framskundaða Skatta uppgerðin, Sjálvuppgávan, Kapital­ vinningsuppgerðin og Kapitalvinnings sjálv­ uppgávan sendar út. Øll, sum fáa Sjálvuppgávu og Kapitalvinn­ ings sjálvuppgávu, skulu lata hana innaftur. Er talan um uttanlandsinntøku, skal serstakt Fylgiskjal til Sjálvuppgávuna sendast inn saman við Sjálvuppgávuni. Skjalið fæst á heimasíðuni frá 6. mars 2013 ella við at venda sær til TAKS, tlf. 35 26 00. Eisini ber til at skráseta uttanlandsinntøkur umvegis eSkatt.fo Tann Framskundaða Skattauppgerðin verð­ ur send teimum skattgjaldarum, ið TAKS heldur seg hava rættar upplýsingar um í fyribilsskattaskránni. Hesi fáa onga Sjálv­ uppgávu. Hesir persónar eru m.a. løntakarar, ið bert fáa løn frá føroyskum arbeiðsgevara, sum er flutt um skattaskipanina. Kapitalvinningsuppgerðin verður send til nærum allar borgarar, ið hava kapital vinn­ ing. Tey, sum í 2012 hava selt partabrøv, ið tey hava havt liggjandi í goymslum í før­ oyskum peningastovnum, fáa sendandi eina Kapitalvinningssjálvuppgávu, sum skal lat­ ast inn aftur til TAKS. Eru upplýsingarnar á Skattauppgerðini og Kapitalvinningsuppgerðini ikki rættar, skal ávíkavist Sjálvuppgáva og Kapital vinnings­ sjálvuppgáva latast inn. Sjálvuppgávurnar fáast á heimasíðuni taks.fo frá 6. mars ella við at venda sær til TAKS, tlf. 35 26 00. Sjálvuppgávan, Fylgiskjalið til Sjálv upp­ gávu na og Kapitalvinningssjálvuppgávan kunnu latast inn umvegis eSkatt.fo. Loyni­ talið er upplýst á Sjálvuppgávu/Skatta upp­ gerð tíni. Sjálvuppgávan v.m. kann eisini latast inn sum telefaks, sum fíla við telduposti ella sum vanligur postur. Sjálvstøðug vinnurekandi við roknskaparskyldu Sjálvuppgávan við roknskapi og ognar upp­ gerðin 2012 skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi: 1. mai 2013. Ognaruppgerð Tað er bara neyðugt at lata ognaruppgerð inn, um broytingar eru í ogn og skuld í mun til 31. desember 2011. Tó skulu øll tey, sum fáa ognaruppgerð frá TAKS, lata hana innaftur. Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til TAKS, tlf. 35 26 00. Umsókn um longda freist Freistin verður bara longd, um serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2013. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvønn persón sær, og har­ aftur at verður kravt, at: – umsóknin er latin inn áðrenn 1. mai 2013 – sjálvuppgávur, roknskapir og ognarupp­ gerðir fyri eldri ár eru innlatin. Kapitalvinningssjálvuppgáva Kapitalvinningssjálvuppgávan hjá persó n­ um er ikki partur av Sjálvuppgávuni longur. Øll, ið fáa eina Kapitalvinningssjálvuppgávu skulu lata hana inn aftur. Tey, ið ikki hava fingið eina Kapitalvinnings­ sjálvuppgávu sendandi, men sum hava havt vinning ella tap av kapitali t.d. av seldum virðisbrøvum, skulu lata Kapitalvinnings­ sjálvuppgávu inn í seinasta lagi 1. mai 2013. Feløg o.t. Sjálvuppgáva við roknskapi og Kapital vinn­ ingsjálvuppgáva 2012 hjá deyðs búgv um, feløgum, felagsskapum o.ø. við rokn skap­ arskyldu skulu vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2013, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmanakkaárinum 2012. Umsókn um longda freist Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er, t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS. Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í senn, men kann ikki verða givin longur enn til 15. august 2013. Tá biðið verður um longda freist, skal hetta vera gjørt fyri hvørt felag sær, og harafturat verður kravt, at: – umsóknin er latin inn áðrenn 1. juli 2013. – sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innlatin. Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og rokn­ skap ir eru roknað fyri at vera latin inn rættstundis, tá ið tey eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri. Fellur seinasti inn­ latingardagurin á leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag. Er fullfíggjað Sjálvuppgáva ikki latin inn rættstundis, hevur TAKS heimild at seta inntøkuna til eina metta upphædd og harafturat at áleggja sekt. Serlig KUnngerð – um skattskylduga inntøku fyri 2012 www.taks.fo Postrúm 2151 Smyrilsvegur 7 110 Tórshavn Tlf.: 35 26 00 Fax: 35 26 01 T­postur: taks@taks.fo Sosialurin 34 18 00 SpF Norðbil · Oyggjarvegur · FO-110 Tórshavn · Tlf. 36 37 38 · Fax 36 37 39 nordbil