Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sambært íløguraðfestingingi hjá sitandi samgongu er ætlaða havrannsóknarskipið flutt til ár 2017. Tað merkir, at einki skip verður smíðað av almennu Føroyum í bræði. Ymisk alternativ hava verið frammi um, hvussu málið um skipið møguliga kann loysast á annan hátt. Seinasta hugskotið er, at skipið verður smíðað av privatum, og so er spurn­ ingurin, um tað skal lang­ tíðar­leigast av tí almenna við forkeypsrætti - ella, um tað møguliga eisini skal rekast av privatum. Nokkso skjótt Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ mál­um, sigur, at hann hevur havt modellið við privatum feløgum, sum møguliga kunnu fíggja og byggja hav­ rannsóknarskipið, á lands­ stýrisfundi. - Hetta seinasta hugskotið er ikki avvíst í landsstýrinum, men landsstýrið ynskir at síggja eina neyvari ætlan um, hvussu ein slík avtala ella sáttmáli millum landsstýrið og privat feløg kann koma at síggja út. Hvørjir eru fyrimunirnir, og hvørjir eru vansarnir í mun til, um almennu Føroyar eiga og reka skipið, og hvat fer ein slík ætlan at kosta. Landsstýrismaðurin vísir á, at kemur ein slík ætlan undir land í landsstýrinum, verður eisini neyðugt at fáa samgonguna at taka undir við ætlanini, eins og neyðugt verður við heimildum í løgtinginum. – Eg trúgvi, at vit nokkso skjótt kunnu finna út av, um hetta er ein møguleiki, sum kann fremjast í verki, men enn er ein góður vegur eftir, áðrenn ein prinsippiell avgerð kann takast. Jacob Vestergaard sigur, at verkætlanin, sum eru upp á tal, er hin sama, sum fyriliggur, og har Hav­stov­ an bæði hevur gjørt pro­ jek­terings-og útbjóðingar­ arbeiðið liðugt. Hetta varð handað lands­ stýris­manninum í fiski­vinnu­ málum hin 30. mars í fjør. Ikki verið úti Jacob Vestergaard sigur, at hann enn ikki hevur verið úti hjá møguligum privatum íleggjarum og spurt, hvør møguliga vil verða við til at byggja skipið. – Nei, eg havi ikki spurt meg fyri enn, men kortini hava onkur feløg vent sær til okkum - í øllum førum muntliga. Eg eri tær svar skyldugur, men eg veit ikki við vissu, um nakað skrivligt - og aktuelt - fyriliggur í løt­ uni. Landsstýrismaðurin vísir á, at skal ein slík verkætlan reisast á føtur, eru nógvir spurningar, sum støða skal takast til. – Eitt er sjálv íløgan og byggingin. Annað er raksturin av skipinum - um tað verður Havstovan ella privatir, sum fara at reka skipið. Í triðja lagi er eisini spurningurin, um skipið eisini skal brúkast til onnur endamál í Føroyum, eitt nú hjálpararbeiði, sig­ur Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður. Vilmund Jacobsen Enn hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiski­ vinnu­málum, ikki verið úti hjá møguligum privatum íleggj­arum og loddað dýpið, um áhugi møguliga er at byggja og fíggja ætl­aða hav­rann­sóknar­skip­ið, sum lands­stýrið annars hev­ur lagt á hil­l­ina fram til ár 2017. Kristian Martin Rasmus­ sen, reiðari, sum saman við synum eigur og rekur verk­ smiðjuskipið Norðborg og Christian í Grótinum, sigur, at hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nevnt møguleikan við privat­ um íleggjarum, hevur felagið í Klaksvík einki hoyrt úr lands­stýrinum. – Nei, vit hava ongan fyrispurning fingið um møgu­liga luttøku, sigur hann. Byggja og fíggja Sosialurin hevur spurt Kristian Martin Rasmussen, um felagið hjá teimum í Klaksvík hevur áhuga fyri eini slíkari verkætlan. – Ja, vit vildu gjarna farið í ein dialog við lands­stýris­ mannin, um áhugi er fyri, at vit eru við í eini møguligari bygging. Reiðarin vísir á, at í øðr­ um londum er vanligt, at privatir fíggja skip, sum gera uppgávur fyri tað almenna. – Hetta er eitt nú kent í Noregi, sigur hann. Vit spurdu eisini Kristi­ an Martin Rasmussen, um felagið í Klaksvík einsa­malt hevði megnað at bygt og fíggjað nýggja hav­rann­sókn­ arskipið. – Ja, vit hava bygt skip, og vit eru ivaleyst eisini førir fyri at fíggja eina slíka íløgu. Kristian Martin Ras­mus­ sen vísir á, at í slíkum føri er avgerandi, hvør møgulig avtala kann gerast millum reiðaríið og landsstýrið. – Um vit fingu eina nøkt­ andi avtalu í lag millum part­ arnar, dugi eg ikki at síggja trupulleikarnar hjá okk­um at fremja eina slíka verk­ ætlan, sigur fryntligi reiðarin í Klaksvík. Norðborg kann byggja havrannsóknarskipið - Eftir at landsstýrismaðurin hevur víst á møguleikan, at privatir møguliga kunnu byggja ætlaða havrannsóknarskipið, hava vit innanhýsis í felagnum tosað um hetta. Vit taka gjarna ein dialog við landsstýrið, um áhugi er, og vit eru førir fyri at byggja og fíggja skipið einsamallir, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari Aðalfundur hjá HB Aðalfundur verður í HB- húsinum mikudagin 23. Januar kl 20:00 Skrá smb lógum felagsins Havnar Fótbóltur Havnar Bóltfelag Liggur hjá Jacobi Vestergaard - Nógvir spurningar eru at taka støðu til, um privatir skulu byggja nýggja havrannsóknarskipið. Eitt er íløgan og byggingin. Annað er raksturin av skipinum - um tað verður Havstovan ella privatir, sum skulu reka skipið. Í triðja lagi er eisini spurningurin, um skipið eisini skal brúkast til onnur endamál í Føroyum, eitt nú hjálpararbeiði, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður - Um vit fingu eina nøktandi avtalu í lag við landsstýrið, dugi eg ikki at síggja trupulleikarnar hjá okkum at byggja ætlaða havrannsóknarskipið, sigur fryntligi reiðarin í Klaksvík - Eg trúgvi, at vit nokkso skjótt kunnu finna út av, um hetta er ein møguleiki, sum kann fremjast í verki, men enn er ein góður vegur eftir, áðrenn ein prinsippiell avgerð kann takast í landsstýrinum um nýtt havrannsóknarskip, sigur Jacob Vestergaard