mikudagur 9. januar 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Gjógvin ímillum
baptistar og
kirkjuna farin?
Ynski at koma við nøkrum viðmerk
ingum til útsagnir, ið eru komnar
fram í Sosialinum fyri jól í sambandi
við nýggja prestainnsetan.
Yvirskrift á forsíðuni í Sosialin
um ljóðar soleiðis: »Gjógvin millum
baptistar og kirkjuna er farin.«
Grundleggjandi
ymiskir boðskapir!
Tað er rætt, at ein gjógv kom ímill
um fólk, sum úrslit av boðanini av
gleðiboðskapinum við William G.
Sloan, tá hann kunngjørdi, at tað
er einans við trúgv á Jesus, at tú
verður endurføddur, og ikki við
nøkrum dópi, sum var og enn er
grundleggjandi boðskapurin hjá
kirkjuni.
So, tað er als ikki rætt, sum sagt
verður í greinini í Sosialinum í
sambandi við kirkjuna og brøðra
samkomuna, at »grundleggjandi er
boðskapurin jú tann sami«.
Boðskapurin um frelsu einans
við trúgv á Jesus skapti ein skilnað,
sum ikki slapst uttan um, tí hesir
boðskapir, frelsa í dópi og frelsa við
trúgv eru grundleggjandi ymiskir
og kunnu tí ikki sameinast.
Av hesi orsøk byrjaðu tey, ið sóu
hesar sannleikar og góvu seg undir
teir, at savnast í samkomum uttan
fyri kirkjuna. Sum úrslit av hesi
støðutakan, kom hendan áður
nevnda gjógvin.
Vit kunnu so kjakast um, um or
søkin til gjónna var, at hesi byrjaðu
at savnast uttan fyri kirkjuna ella
um orsøkin var, at hini útihýstu
hesi áðurnevndu, ið valdu at vera
orði Guds lýðin við at lata seg doypa
við tí bíbilska dópinum.
Leggjast skal aftur at, at mong
innan hesar so ymisku rørslur tó
hildu fram at hava eitt gott sam
felag hvør við annan í dagliga deg
num, hóast tað kom til skilnað í
sambandi við átrúnaðin. Hetta góða
samskifti er eisini ein sannroynd
hjá mongum okkara í dag, og ynskja
vit, eins og Frelsari okkara, at verða
góð við og virða øll menniskju, hvar
tey so standa átrúnaðarliga.
Er gjógvin burtur nú?
Men, er nú gjógvin burtur, sum
borið verður fram í greinini í Sosial-
inum? Og, um so er, at hon er við at
kámast ella er burtur, hvør kann tá
orsøkin verða og hvør man hava
flutt seg?
Hyggja vit at læruni hjá kirkjuni
í sambandi við dópin, so praktiserar
hon framvegis barnadóp, har hildið
verður fast um, at barnið í dópinum
verður endurføtt og innlimað í ríki
Guds. – Sostatt er einki broytt innan
kirkjuna.
So er bert hin møguleikin eftir,
og tað er, at persónar í brøðrasam
komuni hava flutt seg – hava slak
að upp á tað, ið skriftin lærir um
endurføðing og dóp.
Kirkjan hevur eina felags læru,
sum umfatar allar kirkjurnar í Før
oyum og sum allir limir geva seg
undir, vitandi ella óvitandi.
Tá tað kemur til brøðrasamkom
urnar, eru tær hvør sær sjálvstøð
ugar á øllum økjum. Tó, so hava
samkomurnar fram til okkara dagar
í høvuðsheitum havt somu grund
leggjandi læru, sum úrslit av góðum
samskifti samkomanna millum, og
orsakað av, at lærarar sum Andrew
Sloan, Victor Danielsen og aðrir
hava vitjað flestu samkomurnar við
einføldu læru Bíbliunnar.
Men, sum árini fara, so er eisini
møguleiki fyri, at hesar sjálvstøðugu
samkomur útvikla seg ymiskt, hvat
læruni viðvíkur, alt í mun til, hvørja
støðu, ið ábyrgdarbrøður í einstøku
samkomunum hava.
Sæl eru tey, sum
fáa frið í lag!
Orð Jesusar í Fjallataluni: »Sæl eru
tey, sum fáa frið í lag«, eru væl kend.
Og hesi orð eru enn aktuell og eiga
vit at virka fyri hesum friði í ger
andisdegnum.
Men, meinti Jesus, at vit fyri
einhvønn prís eiga at liva og virka
soleiðis, at friður er ímillum okkum
og fólkið, ið vit liva ímillum?
Hugsa vit um Jesus sjálvan, so
síggja vit, at Hann við lívi og boð
skapi Sínum bar gleði og frið inn í
lívið hjá mongum, men samstundis
kom tað eisini til skilnað millum
Hann og onnur, og serliga relegiøsu
leiðararnar, orsakað av boðskapi
Hansara.
Hann kundi havt slakað ímóti
vilja Faðirsins og tillagað boðskapin
fyri at sloppið undan skilnaðinum
og gjónni, men Hann valdi lýdni og
kom tí at bera prísin, sum endaði
við Golgata.
Friður – so langt, sum
til okkara stendur!
Vit eiga eisini at virka fyri friði, eins
og Harrin, men at selja sannleika
Guds fyri frið skyld – tað eiga vit
ikki.
Vit taka tí undir við Paulusi, tá
hann sigur: »Semjist tykkara mill
um! Tráið ikki eftir hinum høga, nei,
haldið tykkum til hitt lága! Gerist
ikki klók í tykkara egnu hugsanum!
- Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið
tykkum eftir tí, sum gott er í eygum
alra menniskja!«
Men, legg so merki til, at hann
leggur afturat, at umstøður eru,
har okkara framferð, hóast hon er í
kærleika, ikki megnar at varðveita
friðin: »Er tað møguligt – so langt
sum til tykkara stendur – so haldið
frið við øll menniskju!« (Róm. 12:16-
18).
Tað kunnu uppstanda umstøður,
tá vit ikki megna, »so langt sum til
okkara stendur«, at varðveita frið
in. Hetta er, tá menniskju ikki vilja
góðtaka lýdni okkara ímóti Harr
anum og orði Hansara.
Kann friður keypast
ov dýrt?
Jesus boðaði sjálvur frá í Matteus
10:34-39, hvat fór at henda sum
úrslit av boðskapi Hansara: »Hugsið
ikki, at Eg eri komin við friði til
jarðar! Eg eri ikki komin við friði,
men við svørði. - Tí Eg eri komin at
volda ósemju millum mann og fað
ir hansara, millum dóttur og móð
ur hennara, millum sonarkonu og
vermóður hennara. - Húsfólk man
sins skal verða fíggindar hansara.
– Tann, ið elskar faðir ella móður
meir enn Meg, er Meg ikki verdur;
tann, ið elskar son ella dóttur meir
enn Meg, er Meg ikki verdur; – tann,
ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær
eftir, er Meg ikki verdur. - Tann, ið
bjargar lívi sínum, skal missa tað;
og tann, ið missir lív sítt fyri Mína
skuld, skal bjarga tí.«
Tá ið ein, ið trýr á Jesus, er lýðin
ímóti orði Hansara, elvir hetta til
ósemju, stríð og gjáir orsakað av, at
onnur ikki vilja góðtaka orð og vilja
Harrans Jesusar. Hesar ósemjur og
hesar gjáir taka seg eisini upp í
familjum, enntá ímillum foreldur
og børn.
Hetta er ein søguligur veruleiki,
ið hevur endurtikið seg aftur og
aftur niður gjøgnum øldirnar, har
sonn kristin, ið valdu at verða orði
Guds lýðin við at lata seg doypa við
bíbilska dópinum, blivu atsøkt, illa
viðfarin og dripin.
Hin møguleikin, at slaka og at
ofra sannleikan fyri frið skyld,
hóast betri vitandi, hevur eisini
endurtikið seg niður gjøgnum øldir
nar, heilt niður til okkara dagar. –
Hesi hava selt sannleika Guds fyri
at bjarga lívi sínum – men, sum
Jesus segði: »Tann, ið bjargar lívi
sínum, skal missa tað«. – Hetta er tí
ein dýrt keyptur friður!
At lýða Gud heldur
enn menniskju!
Jesus minti lærisveinar Sínar um
áðurnevnda skilnað, ið fór at koma
orsaka av, at teir trúðu á Hann og
hildu seg til orð Hansara: »Minnist
orðið, Eg segði við tykkum: »Tænarin
er ikki størri enn harri hansara«!
Hava tey søkt at Mær, fara tey at
søkja at tykkum við; hava tey hildið
orð Mítt, fara tey at halda tykkara
við.« (Joh. 15:20).
Lærisveinarnir fóru so út við
evangeliinum og doyptu tey, ið
komu til trúgv. Teir gingu um,
eins og Harrin og gjørdu væl, men
hóast hetta, so møttu teir mótstøðu
og vóru tiknir og settir fastir, vóru
avhoyrdir og píndir fyri lýdni sítt
og hóttir av átrúnaðarligu leiðar
unum at lata vera at tala í navni
Harrans Jesusar. Men, teir svaraðu
ráðharrunum, hinum elstu og
farisearunum aftur á henda hátt:
»Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri
Gudi at lýða tykkum meir enn Gud!
Vit kunnu jú ikki lata vera at tala
um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!«
(Áp. 4:19-20).
At tillaga boðskapin
fyri frið skyld!
Tíðliga komu eisini persónar inn
í tær kristnu samkomurnar, sum
royndu at tillaga boðskapin soleiðis,
at hann ikki skuldi volda ástoyt.
Hetta síggja vit m.a. í Galatia
brævinum, har Paulus ger upp við
lógarboðskapin, ið var komin inn í
samkomurnar í Galatia. Jødar vóru
komnir inn og vildu hava heidn
ingarnar at halda lógina og at lata
seg umskera. Og, um teir gjørdu
hetta, so komu teir at verða góð
tiknir av jødunum og sluppu undan
atsókn og skilnaði.
Paulus sigur soleiðis í Galatia
brævinum 6:12: »So mangir, sum
vilja síggja væl út í holdinum, teir
eru tað, ið tvinga tykkum at lata
tykkum umskera, bert fyri ikki at
verða søktir at fyri kross Kristus
ar.«
Tá vit í slíkum føri geva eftir fyri
at sleppa undan atsókn, er úrslitið
ólýdni ímóti Gudi. Soleiðis fáa vit
eitt evangelium, ið als ikki frelsir, tí
John í Skemmuni