mikudagur 9. januar 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
menniskjan verður hvørki frelst av
verkum ella halgisiðum.
Halgisiðirnir í Galatia vóru m.a.
umskering, eitt útvortis tekin, sum
vit í okkara føri í dag kunnu saman
bera við dóp.
Paulus slær tí fast í Galatia
brævinum 5:2 &4: »Eg, Paulus, sigi
tykkum, at lata tit tykkum um
skera (ella doypa til frelsu), gagnar
Kristus tykkum einki. - Tit eru
skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða
rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir
úr náðini.«
Álvarsamt at kunngera
endurføðing í dópi!
Endamál okkara má altíð vera at
halda fast við boðskapin, ið Jesus
kom við.
Hesin boðskapur er, at »Tann, ið
trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men
tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki
síggja lívið; nei, vreiði Guds verður
verandi yvir honum.« (Jóh. 3:36).
Síðan er tað lýdni ímóti Harran
um at lata seg doypa, eftir at ein er
komin til trúgv. Hetta er tað, ið vit
greitt síggja í skriftini og sum var
praktiserað í øllum teimum fyrstu
kristnu familjunum, sum høvdu
røtur aftur til ápostlanna dagar.
At doypa børn er sera álvarsamt
og kann lættliga gerast ein snávi
steinur fyri tey, tá tey gerast vaksin.
Teimum tørvar tá ikki at koma til
persónliga trúgv á Harran, tí hetta
var jú alt avgreitt, tá tey vóru doypt
sum børn.
Tað er eitt álvarsmál at víkja frá
læru Jesusar og serliga fyri tey av
okkum, sum standa við ábyrgd og
sum kunngera orð Guds.
Paulus er sera álvarsamur um
teir í Galatia, ið kunngjørdu eitt
annað evangelium, at hann sigur:
»Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú
uppaftur: Kunnger nakar tykkum
annað evangelium enn tað, sum
tit hava tikið við, so veri hann
bannaður!« (Gal. 1:9).
Áminning til okkum øll
Góðu landsmenn – er tað rætt av
okkum bert fyri frið skyld at sleppa
sannleika Guds og at prædika
øðrvísi, enn orð Guds lærir okkum?
Vit kunnu spyrja við Paulusi: »Tali
eg nú menniskjum til vildar ella
Gudi! Ella royni eg at toknast menn
iskjum! Royndi eg at toknast menn
iskjum enn, so var eg ikki tænari
Kristusar.« (Gal. 1:10).
Endamál okkara er ikki stríð og
gjáir, men endamál okkara er at
verða trúgv ímóti Harranum og orði
Hansara. Men, tað er ein veruleiki,
at tá vit verða sett til andlits við
ein sannleika, kann hann elva til
fíggindskap. Paulus sigur sjálvur
við tey í Galatia: »Eri eg tá vorðin
fíggindi tykkara við at siga tykkum
sannleikan?« (Gal. 4:16).
Tað, sum eg inniliga vil minna
á er, at vit eiga altíð at verða orði
Guds lýðin.
Elvir hetta til stríð og gjáir okk
ara millum, so kunnu vit ikki annað
enn velja at lýða Gud, heldur enn
menniskju.
Eg vil enda við somu bøn og ynski
fyri landsmonnum mínum, sum
Paulus ber fram í Rómbrævinum
10:1: »Brøður! Hjartans ynski mítt
og bøn mín til Gud fyri teimum er,
at tey skulu verða frelst.«
Við hesum orðum vil eg ynskja
øllum Føroya fólki eitt av Harranum
signað nýggjár.
Orð Jesusar í Fjallataluni: »Sæl eru tey, sum fáa
frið í lag«, eru væl kend. Og hesi orð eru enn
aktuell og eiga vit at virka fyri hesum friði í ger
andisdegnum.
Men, meinti Jesus, at vit fyri einhvønn prís eiga at
liva og virka soleiðis, at friður er ímillum okkum
og fólkið, ið vit liva ímillum?
Hugsa vit um Jesus sjálvan, so síggja vit, at Hann
við lívi og boðskapi Sínum bar gleði og frið inn
í lívið hjá mongum, men samstundis kom tað
eisini til skilnað millum Hann og onnur, og serliga
relegiøsu leiðararnar, orsakað av boðskapi
Hansara.
Hann kundi havt slakað ímóti vilja Faðirsins
og tillagað boðskapin fyri at sloppið undan
skilnaðinum og gjónni, men Hann valdi lýdni og
kom tí at bera prísin, sum endaði við Golgata.
Tøkk
Takk fyri alla umsorgan og hjálp,
tá elskaði pápi,abbi og verfaðir
Jørleif á Dalbø
doyði og bleiv jarðaður.
Takk fyri troystarrík orð í kirkjuni, vitjanir,
hjálp til ervið og tykkum mongu, ið fylgdu.
Takk fyri gávur til leguhúsið.
Øllum verður ynskt eitt av Harranum signað nýggjár.
Ella, Jastrid, Eyðun, Eyðtór, Hjørdis,
Ester, Bergtór og Sofus
Tøkk
Vit takka við hesum øllum, sum vístu
okkum samkenslu, tá okkara elskaði
Rasmus
doyði og varð jarðaður.
Tøkk øll tit, sum sendu blómur og kransar og fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk til politistarnar, ið bóru boðini á ein so virðiligan
hátt. Ein serstøk tøkk til Hera Joensen, prest,
fyri hansara viðkomandi talu og Eyðun Nolsøe
fyri vakra sangin í Vesturkirkjuni.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum við
áminningartiltøkum tóku stig til at ganga hansara
seinasta ynski um hjálp til sálarsjúk á møti.
Gott nýggjár øll somu!
Kirstin, Mortan, Palma, Georg,
Rannvá, Linda og Andrea