Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur jóan símun edmundsson Nú skal tað verða Í tvey ár hevur Jóan Símun Edmundsson havt ilt við at finna fótafestið sum yrkisfótbóltsspælari, men hann hevur ikki uppgivið at liva dreymin. Frá Premier League felagnum Newcastle til Fredericia í næstbestu donsku deildini er ein langur vegur, men Jóan Símun hevur lært av sínum mistøkum og er til reiðar at venda gongdini Tróndur Arge Eyðkenda ljósa hárið er klipt stutt og sett upp. Smædni og lítillætni toftamaðurin situr hinumegin borðið til reiðar at práta um eitt hendingaríkt fótbóltslív uttan fyri land­ odd­arnar. Hóast hann bara er 21 ára gamal, so hevur tofta­maðurin roynt eitt sind­ur av hvørjum í fótbólts­ heim­inum. Mundi ikki komi til verðina Søgan um Jóan Símun byrjar áðrenn hann kom til verðina. Aftaná bara 24 vikur byrjar Jóan Símun at røra upp á seg í búkinum, og mamman Ann má innleggjast við verkjum. Boðini eru ikki góð. Vandi er fyri, at Jóan Símun ikki kem­ ur at menna seg sum vanlig børn. Alt spælir tó væl av, og út kemur ein lítil ljóshærdur drongur. Jóan Símun er ikki mjúk­ ur at strúka sum ungur, tá tað kemur til ítrótt. Hann ill­sintur sum fáur og tolir als ikki at tapa. Sum sjey ára gamal ger Jóan Símun ikki mætari enn at sparka venj­ ara hjá mótstøðuliðnum, Mathias Davidsen. Jóan Símun og hansara liðfelagir eru aftanfyri móti NSÍ og tað kókar yvir hjá tofta­manninum. – Hann roynir at fáa fatur á mær, men eg drønaði heim og læsti hurðina, greiður Jóan Símun frá í einum løtt­ um tóna. Burtur frá ítróttinum er sinnið lætt, og Jóan Símun, sum býr bert 100 metrar frá vøll­inum á Brekkukletti, brúkar nógva tíð og orku til fót­bóltin. Miseydnað tíð í Esbjerg Í 2007 fer Jóan Símun til Esbjerg í starvsvenjing. Tað gongur væl, og Esbjerg vil hava bóltsnillingin at halda fram í felagnum. Familjan er afturhaldandi, men tað endar við, at mamman flytur við Jóan Símuni til Esbjerg. Alt gongur tó galið. Serliga eru tað skaðarnir, ið ger um seg. Ungi toftamaðurin spælir bara tríggjar dystir í teimum fýra mánaðunum hann er danska fiskivinnubýnum. Skað­arnir eru umfatandi og boðini eru, at búkvøddarnir eru ov veikur, ryggurin er skeiv­ur, og av tí sama er Jóan Símun ov framboygdur. Við nógvari venjing megn­ ar Jóan Símun at blíva klárur til 2008 kappingarárið. Hann spælir fyri fyrstu ferð á besta liðnum hjá B68, tá teir í steypakappingin vinna á B71. Fyrsti dysturin á lands­kapp­ ingini er ein avsmurningur móti nýggja felagsliðnum Vík­ingur. Jóan Símun spælir 23 dystir í bestu deildini og skor­ar fýra mál Gjøgnumbrotið Í 2009 fær Jóan Símun sítt gjøgnumbrot. Hann blívur týð­andi spælari á liðnum hjá B68, venur við AaB, OB, Manchester City og New­ castle, umframt at fáa lands­ liðsboð og debut móti Frak­ landi. Jóan Símun gongur á ítróttar­breyt í Eysturoynni, sum vitjar danska felagið AaB. Hann fær saman við Bárði Hansen, sum í dag spælir við Víkingi, møgu­ leikan at venja við danska Super­liga­felagnum. Tofta­ mað­urin fær bjóðað tvey ára sátt­mála, men tekur ikki av. – Eg helt ikki, tað var tað rætta. Sannlíkt skuldi eg venja við U19 liðnum hjá teim­um, og tað var ikki á hægri stigi enn besta deildin í Før­oy­um, greiður Jóan Símun frá. Í Føroyum gongur væl. Saman­spælið við Ahmed Keita í B68 eydnast framúr, og brád­liga eru boð frá lands­ liðs­venjaranum. Hann er eisini í trimum umførum í Manchester City og venur men tað endar ikki við sáttmála, hóast Man­ chester City letur væl at. – Tú skalt verða so nógv betri enn teir lokalu spæl­ ar­arnir fyri at fáa sáttmála, sigur Jóan Símun. Eisini er Jóan Símun ein túr forbí í danska felagnum OB, og aftur fær Jóan Símun bjóðað sáttmála, men tekur ikki av. – Eg var uppsettur upp á okkurt størri enn OB tá, sigur Jóan Símun um ikki at taka av sáttmálanum. Jóan Símun skjýtur eisini einsamalla málið, tá U21 lands­liðið púra óvæntað vinn­ur 1-0 á Russlandi. Góð byrjan í Newcastle Seint í 2009 kemur so New­ castle upp í leikin. Jóan Símun venur í tríggjar vik­ur við besta liðnum hjá New­ castle. Høvðusvenjarin í fel­ ag­num, Chris Hughton, er so væl nøgdur við av­rik­ini hjá toftamannium í venj­ingar­ dysti móti Hibernian, at New­castle velur at leiga Jóan Símun frá feburar mánaði í 2010 fram til summarið. Framherjin fór spentur til Newcastle, men fekk eitt satt sjokk. – Eg var ikki í venjing tá eg kom niður, og fekk sjokk av allari venjingini. Eg var púra ferdigur, greiður Jóan Símun frá. Hann býr hjá eini eldri konu og venur við eyka­lið­ num og U18 liðnum. – At byrja við hevði eg ikki støðið at spæla við U18, greiður Jóan Símun frá. Tað gongur tó skjótt rætta vegin, og toftamanninum dámar væl. Á sumri í 2010 verður nýggj­ur sáttmáli gjørdur, sum er galdandi fyri eitt ár, men við møguleika hjá Newcastle at leingja sáttmálan við ein­ um ári afturat. Nú stórtrívist tofta­mað­ urin í norðuronglandi. Hann spælir tjúgu minuttir við besta liðnum í venjingardysti frammanfyri 14.000 áskoðarum. Tað er serliga ein takling í uppstartinum, sum hev­ur heft seg í minni á fram­herj­ anum. Besta liðið er farið á venjingarlegu í USA, men umstríddi miðvallarin, Joey Barton, fær ikki inn­farar­ loyvi, og venur við eyka­lið­ num. – Eg minnist bara at hann kemur við eini ógvusligari talking, og eg liggi eftirá. Eg haldi, at hann helt, at eg hevði blakað meg áðrenn, men ongin segði nakað Jóan Símun Edmundsson Føddur: 26. july 1991 Foreldur: Edmund Jacobsen og Ann Poulsen Systkin: Hákun og Andrias Starv: Yrkisfótbóltsspælari Yrkisleið: 2008-2009 B68 2010-2011 Newcastle 2011 - Viking Stavanger 2012 FC Fredericia (Útleigaður) Jóan Símun situr undir liðini á pápa sínum, Edmund Jacobsen