mikudagur 9. januar 2013síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
við hann, greiður Jóan
Símun
frá.
Virðingin
fyri Joey Barton er stór,
men dagin eftir flennur
enski miðvallarin bara at
hendingini.
Brølarin í
bussinum
Miðskeiðis í kapping
arárinum verður Chris
Hugton koyrdur, meðan
Alan
Pardew
verð
ur settur sum nýggjur
venjari. Hann ger fleiri
av
yngru
spælarunum
greitt, at teir skulu útleigast
fyri at fáa royndir. Jóan
Símun verður útleigaður til
Gateshead í januar 2011.
Hann spælir fast á liðnum,
men eftir ein dyst móti Luton
Town ger Jóan Símun ein
feil, sum hann angrar tann
tað í dag. Toftamaðurin er
í ringum lag, tí hann er út
skiftur í hálvleikinum.
Í bussinum á veg
heim
tosar
v e n j a r i n
við hann
og greiður frá, at talan var
um eina taktiska útskifting,
og at felagið gjarna vil hava
Jóan Símun at halda fram.
– Eg segði beint út, at tað
var ongin kjansur, sigur Jóan
Símun, og vísur á at umstøð
urnar ikki vóru góðar.
Tað
fellur
ikki
í
góða jørð hjá Alan
Pardew
og
hin
um venjaranum.
Sæð í bakljós
inum, angrar
Jóan Símun at hann var so
bersøgin og skjótur at svara.
– Tað var skítbýtt, ásannar
hann.
William
Donachie
er
nýggjur venjari hjá eyka
liðnum, og hann hevur ikki
gott eyga á Jóan Símuni, sum
heldur ikki heldur nógv um
skotska venjaran. Venjingar
nar eru einstáttaðar og lítið
nýmótans.
Brádliga stendur Jóan
Símun eftir, tá hinir sleppa
at venja við besta liðnum.
Tíðin í Newcastle er komin
at enda, og toftamaðurin vil
bara sleppa burtur.
Hann skiftir til Viking
Stavanger í Noreg, men er
aftanfyri í uppstartinum.
Hvíldirnar hava verið
fáar, og tað merkir Jóan
Símun á sær. Nýggjur
venjari kemur eisini
til. Hann vil fyrst
og fremst brúka
royndar spælarar,
og tí verður Jóan
Símun eftir egnum
ynski útleigaður
til FC Fredericia í
donsku 1.deild.
Brádlig
landsliðsboð
í 2009 fær Jóan Símun
landsliðsboð. Mótstøðuliðið
er Frakland. Toftamaðurin
er ikki í iva um, at hann er
við fyri at læra, og tí skal sita
millum áskoðararnar til dyst
in. Tað vísur seg tó ikki at
verða so. Hann er á dómara
seðlinum og skal í gaggir.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki
verða fleiri av føroysku spæl
arunum sendir at hita upp, tí
Christian Lamhauge Holst
hevur trupulleikar.
– Eg rann aftur og fram
nakrar ferðir og strekti so
eitt sindur út. So rópti venjari
okkum yvir, og segði at eg
skuldi inn. Tveir minuttir
seinni spældi eg móti Frak
landi, greiður Jóan Símun frá
og flennur.
Einsamalla málið hjá Jóan
Símuni á landsliðnum higar
til kom móti Estlandi. Sami
dysturin er eisini størsta
vónbrotið, ið hann hevur
verið fyri sum landsliðsspæl
ari. Føroyar eru á odda til tíð
in er farin, men í yvirtíðini
skorar Estland tvær ferðir.
Kendasta málið hjá tofta
manninum er uttan iva tá
hann skorar einsamalla mál
ið móti Russlandi í U21 lands
dystinum í Gundadali.
Nú skal tað verða
Jóan Símun er avgjørdur, tá
prátið fellur inn á framtíðina.
Fyri fyrstu ferð í longri tíð
hevur hann havt eina longri
samanhangandi feriu. Hann
veit væl, at tað fyri onnur
kann tykjast sum um hann
er fallin nógv frá Newcastle
til FC Fredericia, men tað er
bara ein partur av veruleik
anum. Fótbóltslívið er ikki so
einfalt, sum tað kann tykjast
vera.
Nú ætlar Jóan Símun at
venda gongdini.
– Eg vil hetta so gjara og
nú skal tað verða, sigur Jóan
Símun.
Hann er ikki í iva um, at
hetta er tað hann vil. Hann
er til reiðar at offrað alt fyri
at spæla yrkisfótbólt.
Hóast hann bara er 21
ár, so hevur hann upplivað
nógv í síni stuttu yrkisleið
í
fótbóltsheiminum.
Nú
veit hann, hvat skal til fyri
at sláa ígjøgnum, og hann
hevur lært av sínum feilum.
Jóan Símun hevur sett sær
eitt mál og ongin sleppur at
steðga honum.
trondur@sosialurin.fo
Eg rann aftur og fram nakrar ferðir og strekti
so eitt sindur út. So rópti venjari okkum yvir,
og segði at eg skuldi inn. Tveir minuttir seinni
spældi eg móti Fraklandi
Mynd: Pætur Eyðunsson Jensen