Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. januar 2013 · Nr. 3 42 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÚtbÚgving og/ella royndir • Tú hevur útbúgving og/ella royndir innan handaliga øki, so sum timburarbeiði, snikkaraarbeiði ella polstraraarbeiði og tú dugir at síggja hvat skal umvælast og hevur førleika at umvæla. • Tú hevur pedagogiskan sans, ert rúmlig/ur mótvegis tí frábregðandi og tú dugir væl at læra frá tær. Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum • At leggja til rættis og verða við til at útføra dagligu arbeiðsuppgávurnar á verkstøðunum og í handlinum, ið fyri tað mesta er at handfara og umvæla møblar, so sum at polstra, mála og pussa. • At finna rættar arbeiðsuppgávur til arbeiðsfólki og at uppsøkja nýggjar arbeiðsuppgávur frá vinnufyritøkum. vit ynskja ein starvsfelaga sum • er jaligur, lagaligur og týðuligur. • motiverar til gott arbeiðslag, trivnað og góða uppmøting. • hevur yvirblikk og sær møguleikar heldur enn avmarkingar. • hevur góð evnir at samstarva, er opin fyri sjálvsmenning og er virkin í starvsfólkabólkinum. • dugir at málbera teg í skrift og talu og at nýta telduna á brúkarastøði. Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at seta 01. Mars 2013 ella skjótast. Lønin er sambært sáttmála við Pedagogfelagið, smáir bústovnar. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Torgerð Hansen, deildarleiðara á tlf. 29 29 90. Er hetta rætta starvið fyri teg, gleða vit okkum at lesa tína umsókn, ið skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2013. Umsókn saman við prógvi, royndarváttan v.m. skal sendast til, dugni@dugni.fo ella Dugni, á Hjalla 7a, Boks 301, 110 Tórshavn. Setanarsamrøður verða tann 16. og 17. januar 2012. Søkt verður eftir starvsfólki at arbeiða fulla tíð á Kambsdali Endurnýtsluvirksemið á Kambsdali, er eitt virkið og jaligt arbeiðspláss, ið leggur dent á at skapa meiningsfullar arbeiðsuppgávur til arbeiðsfólk, ið hava fingið tillutaða fyritíðarpensjón. Vit leggja orku í at hava gott samanhald, góðan trivnað og gott arbeiðslag. Virksemið á Kambsdali er eitt langtíðar tilboð til fólk, ið hava fingið tillutaða fyritíðarpensjón og sum ikki hava møguleika at koma út á arbeiðsmarknaðin næstu árini, men sum hava evnir og vilja at arbeiða. Vit stremba eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Vit leggja dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi, har vit virða hvønn annan. Vit hava uml. 20 arbeiðspláss, har høvuðsvirksemið er endurnýtsla, har gamlir møblar og lutir verða umvældir og seldir. Virksemið er ikki fyri fólk við menningartarni. Sí meira um Dugna á heimasíðuni www.dugni.fo á Hjalla 7A Boks 301 FO-110 Tórshavn Tel. 350070 Sosialurin 341800 viku til 1940 ársins FÓTBÓLTsFErÐ Madrid Est. santiago Bernabéu Mikukvøldið 13. februar 2013 real Madrid Manchester Utd. vinn Send sms-boð Hvørt sms kostar kr. 30,- umframt vanligan sms kostnað Vinnarin verður kunngjørdur beinleiðis á Rás2 mánadagin 4. februar 2013 kl. 11.45 Íroknað vinningin er: 12/2: Flogferð: Vágar/Keypmannahavn 12/2: Gisiting: Crowne Plaza í Keypmannahavn 13/2: Flogferð: Keypmannahavn/Madrid 13/2: Dystur: Real Madrid - Manchester United 13/2: Gisting: Madrid 14/2: Flogferð: Madrid/Keypmannahavn/Vágar 1/8 finala LutaseðLar verða seLdir kring Landið