Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Flatskatturin hevur ikki skapt arbeiðspláss og hann hev­ur heldur ikki sett ferð á nýtslu­na. Sonja Jógvansdóttir, sam­skipari í Samtaki, held­ ur, at tað hevur ikki eydn­ ast samgongini at røkka endamálinum við flat­skatti­ num. Grundleggjandi enda­ mál­ið var, at flatskatturin fór at skapa arbeiðspláss og tá ið fólk fingu meiri pengar um hendi, fóru tey eisini at brúka meiri og tað skuldi seta ferð á nýtsluna. - Tað er ikki hent, stað­ festir Sonja Jógvansdóttir, tí nýggjastu tølini frá hag­ stovu­ni vísa, at nýtslan er ikki økt, uttan tað, at tað eru seld­ir nakrir bilar fleiri í fjør enn í 2011. - Annars dugi eg ikki at sígg­ja, at Flatskatturin hevur elvt til nakað arbeiðspláss. - Tað er rætt, at arbeiðs­ loys­ið er minkað. Men hin­ vegin er talið á løn­takar­un­ um ikki hækkað. Tað merkir bara, at tey, sum eru farin úr ALS, eru ikki sloppin í a­rbeiði. Tey eru antin farin und­ir aðrar, almennar skip­ an­ir, ella tey eru farin av landi­num, sigur Sonja Jóg­ vans­dóttir. Hon sigur, at tað sæst held­ur ikki í ordrabókunum hjá virkjum og fyritøkum, at flat­skatturin upp á nakran máta, hevur sett ferð á sam­ felagshjólið. Nøkur arbeiðs­ pláss eru komin aftur­at, men eg dugi ikki at síggja, at flatskatturin skal hava æru­ na av tí. Hon er heldur ikki samd í, at flatskatturin hevur gjørt fólk grammari at arbeiða yv­ ir. - Tað, vit fáa at vita frá okk­ara fólki, er at tey hava altíð tikið hvønn tíma, tey fáa fatur á, so tað er onki nýtt, at tey vilja arbeiða yvir. Tey, sum eru limir í Sam­ taki, eru ar­beiðara­feløg­ ini í Klaksvík, Føroya Ar­ beiðarafelag og Havnar Ar­beiðsmannaelag, umframt Før­oya Fiskimannafelag. Sonja Jógvansdóttir stað­ fest­ir eisini, at var endamálið við flatskattinum at seta ferð á samfelagið, vóru tað tey skeivu fólkini, sum fingu ágóð­an av honum. - Skalt tú seta ferða á nýtslu­na, eru tað lág- og miðal­inn­tøk­ur­nar, sum skulu hava ein lætta, tí fáa tær meiri pengar um hendi, høv­du tær brúkt meiri. - Tað er reiðiliga stór vissa fyri, at hvør króna fólk við lág- og miðalinntøku fáa aftur­at, fer til nýtslu. Tað er ikki hent við flat­ skatti­num, tí tað vóru tær høgru inn­tøkur­nar, sum fin­gu skatta­lætt­an, men hjá teim­um er tann grund­leggj­ andi tørv­ur­in langt síðani nøkt­að­ur, so tað er ógvuliga av­markað, hvat tey fara at key­pa afturat. Ístaðin vera pengarnir settir á bók, ella brúktir at gjal­da skuld við, ella kanska til ferðir, ella okkurt annað marg­læti. Randi Jacobsen - Tað stendur ikki á gjalds­ korti­num, tá ið fólk keypa, um tey keypa fyri skatta­ lætta ella ei. Hetta sigur Peter Mourit­sen, stjóri í Vøru­ húsi­num, tá ið hann verð­ur spurdur, um hann hev­ur sæð nakað til flat­ skatt­in. Hinvegin er líkt til, at sølan av innbúgvi vaks í fjør, serliga seinna hálv­ár. Tað kann vera flat­skatti­ num fyri at takka. Um so er fekk flat­skatt­ ur­in í hesum partinum av handilslívinum ikki virk­n­a­ð beinanvegin. Tað kann hanga saman við, at vørurnar eru av slík­ um slag, sum oftast krev­ ja umhugsanartíð. Tey flestu hugsa seg um, áðr­ enn tey keypa eitt nú eina sofu, sum hevur langa livi­tíð. - Vit síggja, at tað gong­ur rætta vegin, sigur Birgir Andreasen, stjóri hjá Idémøblum. Hann torir ikki at siga, at framgongin hevur nak­ að við flatskattin at gera, men hann hevur sæð, at fólk hava betri hug at brúka pening, enn tey hava havt. Tað kunnu vera fleiri or­søk­ir, heldur Birgir Andre­sen. - Sølan av innbúgvi og bilum gongur altíð í bylgj­ um, tí tað eru vørur, sum skulu skiftast út. Vit hava bíð­að leingi eftir hesi fram­gongdini, men tað vant­ar framvegis nógv í at koma upp a sama støði sum fyri fýra fimm ár­um síðan, sigur Birgir Andrea­ sen. Keypa meira innbúgv EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Bæði Vøruhúsið á Hjalla og Idémøblar siga frá øktari sølu í fjør Flatskatturin hevur skapt fá arbeiðspláss EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Flatskatturin hevur hvørki skapt arbeiðspláss, ella sett ferð á nýtsluna, sigur Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki Skalt tú seta ferð á á nýtsluna, eru tað lág- og miðalinntøkurnar, sum skulu hava ein lætta Annars dugi eg ikki at síggja, at flatskatturin hevur elvt til nakað arbeiðspláss