Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Flat­skatt­urin hevur ikki virk­að heilt eftir ætlan. Tað kann staðfestast, nú vit hava havt hesa nýggju skatta­skipanina í eitt ár. Eitt endamál við nýggju flat­skatta­skipanini var at seta gongd á samfelagið. Tað skuldi gerast við at geva fólki meiri pengar sum hen­di so at tey fóru at brúka meiri. Eitt annað endamál var, at flatskatturin skuldu eisini egg­ja fólki til at arbeiða meiri. Nú fyrsta árið við flat­ skatti er farið aftur um, er lítið, sum bendir á, at nýggja skatta­skipanin hevur sett nakr­an serligan futt í. Eitt nú kann staðfestast, at fyribils vísa uppgerðirnar, at landskassin hevur fingið nógv minni inn í skatti. Hinvegin er inn­flutn­ ingurin ikki vaksin og inn­ tøk­ur­nar hjá lands­kassanum av mvg, eru ikki vaksnar. Skatturin fyri í fjør er ikki endaliga gjørdur upp enn. Men ein fyribils upp­gerð vísir, at inntøkan av van­ lig­um lønarskatti var 1.231 milliónir í fjør. Tað eru 274 milliónir minni enn í 2011, tá ið ein fyribils uppgerð vísti, at inntøkan av vanligum skatti var 1.505 milliónir. Men Taks hevur roknað seg fram til, at taka vit stað­ festu inntøkurnar av skatti í 2011 og samanbera skatta­ stig­an fyri 2011 og skatta­ stig­an fyri 2012, vísir úrslitið, at í fjør hevði inntøkan av landsskatti verið 291,91 millión­ir minni enn í 2011. Her skal kortini við­merkj­ ast , at tá er hækkingin av barna­frádráttinum á 1.000 kr. í landsskattinum fyri 2012, tald við. Hon kostaði lands­kassa­ num slakar 14 milliónir. Verð­ ur hon ikki tald við, hevði inn­tøkan av landsskattinum ver­ið 278 milliónir minni í fjør, enn í 2011. Tað, sum bjargar árinum í fjør, er, at ein fyribils upp­ gerð vísir, at í fjør fekk lands­ kassin 213,2 milliónir inn við at forskatta pensjónir. Stendur í stað Annars vóru 7.090 milliónir út­gold­nar í lønum í fjør og tað eru 238 milliónir meiri enn í 2011, tá ið lønar­gjald­ ing­ar­nar vóru 6.852 milliónir Í 2012 vórðu útgoldnar 7.090 milliónir kr. í lønum, og var hetta 238 milliónir meira enn í 2011 og í sær sjálvum át­ ti tað at kasta meiri skatt av sær, var skattastigin ó­broyt­ t­ur. Annars vísa hagtølini, at arbeiðs­loysið er minkað nið­ ur í 4,6%, men samstundis stend­ur talið á løntakarum í stað. At arbeiðsloysið er mink­ að, merkir sostatt ikki, at fleiri arbeiðspláss eru skapt. Annars upplýsir Hag­stov­ an, at inntøkan hjá lands­ kassa­num av mvg í fjør, er ikki endaliga gjørd upp. Men haðani verður upp­ lýst, at verður mvg, sum lands­stovn­ar og kommunur rinda, eru mvg-inntøkurnar, leyðs­liga mett, hækkaðar eini 2,5% til 3% í fjør, ella 20- 30 milliónir í fjør aftur ímóti 2011. Innflutningurin var um­ leið 1.040 milliónir í fjør og tað vaks upp á umleið 1.070 milli­ard í fjør. Tað er lítið meiri enn van­ lig­ur prísvøkstur, sigur Hag­ stov­an. Hetta samsvarar væl við, at innflutningurin er ikki vaks­in í fjør. Somuleiðis vísir ein upp­ gerð hjá Hagstovuni, at inn­ flutn­ingurin av vanligum húsar­halds­vørum, stendur í stað og innflutningurin av byggi­tilfarið er minkaður eitt vet. Hinvegin er inn­flutn­ing­ urin av bilum nógv vaksin og at oljuprísurin er nógv upp­ farin, merkir sostatt eisi­ni, at innflutningurin at brenni­ evni er nógv vaksin. Hinvegin hevur Hag­stov­ an ikki tøl fyri nýtsluna av vør­um og tænastum, sum eru framleidd í Føroyum, men at inntøkan av mvg ikki er vaksin, bendir á, at heldur ikki tann nýtslan er økt. Tað er lítið meiri enn van­ lig­ur prís­ vøkstur Inntøkan minkað og nýtslan stendur í stað EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Flatskatturin hevur ikki ikki sett ferð á nýtsluna og samstundis er inntøkan av skatti nógv minkað Randi Jacobsen Sølan av bilum hjá bila­ sølu­ni Ivan Bilar vaks nógv í fjør eins og hjá hin­ um. - Tað kann hugsast, at tað hevur samband við flat­skattin, sigur Pauli Waag, stjóri í Ivan Bilum. Men sølan av teimum heilt heilt dýru bilunum er lítið og einki vaksin. Teir flestu seldu bilarnir kost­aðu í miðal 260- 270.000 krónur. Framgongdin var stór í sølu­ni av Mercedes-Benz bil­um. Í 2011 vórðu seldir 12 bilar, í fjør var sølan 52 bil­ar. Pauli Waag roknar ikki Merdeses-Benz fyri luksus­bilar, tí hesir bilar eru vorðnir bíligari, og bila­søl­an hevur eisini bjóð­að góð tilboð. Ein Mercedes-Benz fæst fyri 370.000 krónur og uppeftir. Pauli Waag sigur, at gongd­in tykist at hava ver­ið tann sama í januar. Jøvn søla av luksus­ bilum EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Sølan av bilum er vaksin nógv, síðan flatskatturin kom, men fleiri fólk eru ikki farin at keypa teir heilt dýru bilarnar, sigur Pauli Waag, stjóri í Ivan Bilum Randi Jacobsen Ferðavinnan er óivað tann vinna, sum hevur havt størst gleði av flat­skatti­num. Ongantíð áður hava so nógv ferðafólk ferð­ast umvegis Vága Flog­havn sum í fjør, og ferða­skriv­ stovur­nar siga frá økt­ari sølu. Samlaða fram­gongdin í fjør var 10.9 prosent ella 22.123 ferða­fólk fleiri enn í 2011. Ferðaskrivstovurnar siga eisini frá broyttum ferða­ mynstri. - Jú vit hava merkt tað væl, sigur Bergur Thom­sen, leiðari á ferða­skriv­stovu­ni 62N. Hann sigur, at styttri er ímillum, at summi fólk fara av landinum, og tey eru eisini longri burtur. Í stað­ in fyri at steðga eina viku uttanlands, steðga tey nú í tvær vikur. 62N selur eisini fleiri dýr­ari uttanlandsferðir. Best dámda ferðamálið er Barcelona, og tað er tí, at føroyingum dámar væl at ferðast saman. - Hatta merktu vit í fjør og nú aftur í ár, sigur Berg­u­r Thomsen. - Ilt er at siga, at tað er flatskatturin, men vit hava í hvussu er sæð, at fólk hava fingið meira pen­ing um hendur, sigur Sakaris Frederiksen, sølu- og marknaðarleiðari á ferð­a­ skriv­stovuni Fonn Flog. Hann sigur, at sølan av dýrari ferðum er økt. Eitt nú selja tey fleiri pakka­ferð­ ir, har alt er íroknað, og tær ferðirnar er ikki heilt bíligar. Eisini gongur væl at selja ferðir við stórum ferða­fólkaskipum. Summi velja at flúgva nið­ur til Barcelona, fara ein túr við skipi har og flúg­va so heim aftur. Tær ferð­ir­nar eru tó ikki so kostn­að­ar­mikl­ar, sum tær eina ferð vóru. Ferðast fyri flat­skattin EITT ÁR VIÐ FLATSKATTI Ferðaskrivstovurnar hava seinasta árið selt fleiri og dýrari uttanlandsferðir