hósdagur 8. apríl 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 69 - 8. apríl 2004
Um nakar fer at hótta
John Rødgaard, so
verður tað Hans
Kristian Simonsen, og
Martin Poulsen hevur
eisini ein møguleika
FM Í TALVI FYRI
EINSTAKLINGAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað kann væl hugsast, at
tað longu í dag, Skírisdag,
verður greitt, hvør fer at
vinna FM kappingina í talvi
fyri einstaklingar 2004.
Tvey umfør eru á skránni í
dag. Undanfarnu árini hev-
ur verið telvað allar dagar-
nar í dimbuldagavikuni.
Men á Toftum verður ikki
telvað Langa fríggjadag. Í
morgin er frídagur. Tí eru
tvey umfør á skránni í dag.
Lagt verður fyri klokkan
tíggju, og seinna umfarið er
á skránni klokkan trý
seinnapartin. Síðsta umfar-
ið verður leygardagin klokk-
an tíggju.
Eingin ivi er um, at John
Rødgaard er stórfavorittur
at vinna FM heitið, sum
hann hevur vunnið fleiri
ferðir áður. Seinasta ferðin,
at hann vann FM, var í
2001. Tá ið fimta umfarið
var liðugt týskvøldið, hevði
John Rødgaard framvegis
ikki tapt. Tryggur og av-
máldur og uttan á nakran
hátt at vísa tekin um, at
hann
yvirhøvur
hevði
hugsað um at gera royndir,
sum kanska kundu mis-
eydnast, hevði hann dyggi-
liga sektað minstu mistøk-
ini hjá mótstøðumonn-
unum. Tað hevði borið fýra
stig við sær í trimum vunn-
um og tveimum jøvnum
talvum.
Í fimta umfarinum totað-
ist Carl Eli Nolsøe Samuel-
sen í vónini um, at støða
skuldi taka seg upp, sum
bar remis við sær. Teir báðir
sótu longri enn allir hinir.
Men John var ikki til at
vika í endaspælinum. Har-
við var møguleikin hjá Carl
Eli fyri fyrstu ferð at vinna
FM heitið burtur. John var
tann einasti, sum týsdagin
fekk fulla úrtøku við hvíta
fólkinum.
Umframt Carl Eli er tað
ein annar í landsliðsbólk-
inum á Toftum, sum ikki
hevur vunnið FM. Tað er
Olaf Berg. Hann stóð seg
ikki serliga væl í fyrstu um-
førunum, men týsdagin tví-
faldaði hann við svarta
fólkinum og við sigri á
Boga Ziska um úrtøkuna.
Kendi alt uttanat
Føroyameistari í 2002 var
Hans Kristian Simonsen.
Hann hevur gjørt nógv við
telvingina síðstu tíðina.
Eftir at hava luttikið í fleiri
kappingum uttanlands er
hann í góðari dystarvenj-
ing. Tað noyddist Torkil
Nielsen, sum hevði hvíta
fólkið, at ásanna týsdagin.
Torkil er saman við Jens
Kristiani Hansen tann, sum
fyri longst tíð síðani fyrstu
ferð var við í FM kapping-
ini. Tað er ein fjórðings øld
síðani, at teir – báðir hava
teir áður verið meistarar –
luttóku fyri fyrstu ferð.
Felags fyri teir báðar er, at
teir verða mettir at hava
framúr gávur at telva, og
tað er eisini felags fyri teir
báðar, at teir seinnu árini
ikki hava gjørt so nógv við
telvingina.
Hans Kristian Simonsen
hoyrir til nýggja ættarliðið,
sum hevur gjørt nógv við at
seta seg inn í teoriina. Týs-
dagin nýtti hann frarnska
verju. Tá ið teir báðir eftir
dystarlok
tóku
talvið
ígjøgnum aftur, segði Hans
Kristian, at hann kvøldið
fyri og tíðliga henda morg-
unin hevði verið nógv talv
hjá Torkili ígjøgnum, og
hann var komin til, at
franska verjan var tann
besta.
– Teir fyrstu trettan leik-
irnar telvaðu vit púra beint
eftir teoriini. So veik Torkil
eitt sindur frá. So uppstóð
støðan við finnum á d4 og
e6. Í eini bók er eitt kapitul
víkt hesum temanum í
fronskum, og tað dugi eg
uttanat,
staðfesti
ungi
maðurin.
Torkil striddist manniliga
ímóti Hans Kristiani, sum
stútt og støðugt át seg inn á
mótstøðumannin. Torkil var
í svárari tíðarneyð. Tað
kom fleiri ferðir fyri, at
hann bara átti eitt sekund
eftir av tíðini, tá ið hann
flutti og harvið legði ein
hálvan minutt afturat. Men
at enda legði hann kongin.
Fylgir við í Houston
Ein annar av ungu og
dugnaligu monnunum, sum
hevur gjørt nógv við at seta
seg inn í teoriina er Martin
Poulsen, sum var meistari í
fjør. Eftir fimta umfarið
hevði
hann
framvegis
møguleika at endurvinna
FM heitið. Um tað skuldi
eydnast, var tað alneyðugt,
at hann vann í sjeynda um-
farinum ímóti John Rød-
gaard. Teir báðir settu seg
við talvborðið klokkan tvey
seinnapartin í gjár. John átti
hvíta fólkið.
Martin eigur næsthægsta
styrkistalið í hesi kapping-
ini. Talið hjá honum er
2258. Mikudagin hevði
hann í fimta umfarinum
Jens Kristian Hansen yvir-
av sær. Styrkistalið hjá Jens
Kristiani er 2182.
Hetta talvið hevði, sum
rímuligt er, serligan áhuga
millum áskoðararnar. Talan
var um eitt sindur fløkta og
ikki avkláraða støðu, tá ið
Martin, sum hevði hvítt,
bjóðaði remis. Jens Kristi-
an hugsaði seg um eina
løtu, og so tók hann av.
Toftamenn, sum høvdu
eygleitt, vildu vera við, at
teirra maður hevði staðið
betri og átti at havt hildið
fram eina løtu afturat. Men
Jens Kristian tóktist nøgdur
við hálva stigið.
Tá ið teir báðir sótu og
eftirmettu, sást hvussu bitn-
ir telvarar eru av sínum
spæli ella stríði, mugu vit
heldur kalla tað. Pápi Mart-
in fylgdi soninum. Hetta
var síðsti møguleikin hjá
honum í hesum umfarinum.
Hann skuldi av landinum
og tvørtur um Atlantshavið
í arbeiðsørindum. Hann
vónaði at fáa møguleikan í
Houston í Texas at fáa høvi
á onkrari teldukafe í luft-
havnini at sleppa inn á
heimasíðuna hjá Talvsam-
bandinum (faroechess.com)
at frætta, hvussu tað hevði
hilnast hjá soninum.
Tað var ikki fyrrenn páp-
in var farin væl og virðiliga
frá borðinum, at Martin
leyp upp fyri at biðja far-
væl!
Býttu um leiklutir
Umboðini hjá Klaksvíkar
Talvfelag í landsliðsbólk-
inum eru Steintór Rasmus-
sen og Rani Nolsøe. Teir
báðir hildu týdkvøldið, at
teir neyvan vóru røttu um-
boðini fyri felagið, um
ætlanin var at vinna FM
fyri einstaklingar, umframt
at felagið frammanundan
hevði vunnið FM kapping-
ina fyri lið.
Í fimta umfarinum sótu
teir yvirav hvørjum øðrum.
Rani, sum hevur 2101 í
styrki, meðan Steintór hev-
ur 2096, hevði hvíta fólkið.
Sambært Steintóri hevur
tað í FM kappingum fyri
einstaklingar oftast verið
soleiðis, at Rani hevur ver-
ið omaná, tá ið vinmenninir
og Frændirnir hava dystast.
Soleiðis var tað ikki hesa
ferð.
Tá ið teir báðir tóku talv-
ið ígjøgnum aftur, eftir at
tað var koppað til fyrimun-
ar fyri Steintór, staðfesti
Rani, at hann rættuliga tíð-
liga hevði verið ov bleytur
og ikki hevði syrgt fyri at
fáa hvíta bispin hjá Stein-
tóri, sum seinni gjørdist
rættiliga sentralur, kroystan
út úr spælinum, og sam-
stundis hevði hann verið
óneyvur við øðrum riddar-
anum hjá sær. Tað kostaði
nógv. Støðan hjá Steintóri
gjørdist sterkari, og hóast
Rani í endaspælinum royndi,
so var tað týðuligt, hvønn
veg tað bar.
Støðan
Eftir fimm umfør var støð-
an í landsliðsbólkinum
henda: John Rødgaard 4,0
stig, Hans Kristian Simon-
sen 3,5 stig, Martin Poulsen
3,0 stig, Steintór Rasmus-
sen, Bogi Ziska og Carl Eli
Nolsøe Samuelsen 2,5 stig,
Jens Kristian Hansen og
Torkil Nielsen 2,0 stig og
Rani Nolsøe 1,0 stig.
Í gjár varð telvað soleið-
is: Hans Kristian Simon-
sen-Rani
Nolsøe,
Jens
Kristian Hansen-Torkil Niel-
sen, John Rødgaard-Martin
Poulsen, Steintór Rasmus-
sen-Bogi Ziska og Carl Eli
Nolsøe
Samuelsen-Olaf
Berg.
Í fyrsta bólki var Eyðálv-
ur Johannesen úr Kollfjarða
Talvfelag á odda við 4,5
stigum. Liðfelagin hjá hon-
um, Bernard Thomsen,
hevði 4,0 stig, og Finnbjørn
Vang úr Klaksvíkar Talv-
felag hevði 3,5 stig eftir
fimm tey fyrstu umførini.
Í unglingabólkinum var
Helgi Dam Ziska úr Havnar
Telvingarfelag á odda við
5,0 stigum ella fullari úr-
tøku. Næstir honum vóru
sandavágsmenninir Rógvi
Egilstoft Nielsen og Jón
Gregersen og Bogi Hansen
úr Klaksvíkar Talvfelag.
Teir høvdu allir 4,0 stig.
Tveir unglingar renna aftaná veteraninum
John Rødgaard er greitt omaná í endaspælinum ímóti Carl Eli
Nolsøe Samuelsen
Veteranarnir og fyrrverandi meistararnir Bogi Ziska, Jens Kristian Hansen og Steintór
Rasmussen eru fullkomuliga upptiknir, tá ið teir taka talvini ígjøgnum aftur
Martin Poulsen hevur hvíta fólkið ímóti Jens Kristiani Hansen
C
M
Y
K
26
Nr. 69 - 8. apríl 2004
27
27
Saman við fýra
øðrum hondbólts-
gentum fer Barbara
Egilstrøð í heyst á
hondbóltsskúla í
Viborg, har Ulrik
Wilbek verður ein av
venjarum hennara
HONDBÓLTSSKÚLI
Jákup Mørk
Fyri einum ári síðani settu
tey í Viborg á stovn eitt
sonevnd
sports-college.
Eitt slag av eftirskúla, har
næmingarnir sjálvandi fyrst
og fremst kunnu nema sær
tann lærdóm, sum hoyrir
skúlanum til, men har
ítróttur er ein lutfalsliga
stórur partur av tímatalv-
uni.
Fimm føroyskir
leikarar
Og komandi heyst verða
ikki færri enn fimm før-
oyskar
hondbóltsgentur,
sum vera partur av næm-
ingunum á skúlanum.
Tá fara nevnliga Harriet
Lava, Rebekka Justinussen,
Helena
á
Krákusteini,
Ninna K. Johansen og
Barbara Egilstrøð til Dan-
markar, og einki er at ivast
í, at tær eru spentar til hesa
upplivingina.
Herfyri hittu vit eina av
Barbaru og fingu eitt stutt
prát um ætlanir hennara, og
hon dylir ikki fyri, at tað er
við stórum spenningi, at
hon so smátt er farin at
venja seg við tankan um
eitt ár uttanlands.
Ikki minst er tað tann
sannroynd, at millum venj-
ararnar á skúlanum eru
nakrir av bestu hondbólts-
venjarunum í Danmark.
Teirra millum Ulrik Wil-
bek, sum er høvuðsmaðurin
aftan fyri hondbóltin.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tá slíkir venjarar eru, so
fært tú meira burturúr. Bara
tað at teir eru har, gevur tær
íblástur, og hetta er nakað,
sum eg gleði meg ógvuliga
nógv til.
Víðari sigur Barbara, at
hon og Harriet sjálvar vóru
og vitjaðu á skúlanum sein-
asta summar, og tó at hetta
tá ikki var heilt soleiðis,
sum tað verður í heyst, so
fekk hon alt fyri eitt hug til
meira.
– Tú kendi alt fyri eitt, at
støðið her er rættiliga høgt,
og eg ivist ikki í, at vit
koma at fáa sera nógv
burtur úr á skúlanum. Bæði
tí hetta er ein veldug upp-
living, men so sanniliga
eisini ítróttarliga.
Og spurd, hvørt hon eis-
ini hevur hugsað um, hvat
hon skal svara, um hon fær
møguleikan at gera enn
meira við hondbóltin í
onkrum donskum felag,
sigur hon, at tað hevur hon
sum so ikki.
– Tað vildi sjávlandi eis-
ini verið spennandi, men
fyrst og fremst er tað skúlin
og tær upplivingar og tann
menningin, sum hesin gev-
ur, sum eg fari til. Tað er
tað týdningarmesta, sigur
hon avgjørd.
Ongar avbjóðingar
Ein skuldi kanska hildið, at
ein skúli av slíkum slag við
somikið navnframum venj-
arum, hoyrir til teir heilt
kostnaðarmiklu, men so-
leiðis er tó ikki.
Barbara sigur, at kostn-
aðurin er góðar 18 túsund
krónur, og hóast tað kann
ljóða av nóg so nógvum, so
eru ikki stórvegis trupul-
leikar av at finna skúlar,
sum kosta væl meira enn
hetta. Eitt púra vanligt
ársskeið á ítróttarháskúlum
liggur ofta um einar 30-40
tkr., og so eru sjálvandi aðr-
ir, sum eru enn dýrari.
Og sum Barbara eisini
noyðist at staðfesta, so er
hetta ein av teimum heilt
fáu møguleikunum, sum
hon hevur til at nema sær
royndir innan hondbóltin. Í
øllum førum tað slag av
royndum, sum ikki fáast
her heima.
Sum so nógvar av javn-
aldrum sínum, so er hon
nevnliga komin beint í tað
holið, sum kom eftir at
arbeiðið við yngru lands-
liðunum hjá HSF steðgaði,
og tí eru ikki nakrar avbjóð-
ingar av hesum slag til
hennara. So er bara at vóna,
at uppihaldið í Viborg kann
geva henni og skúlafeløg-
unum nakað av lærdómi,
sum
tær
onkursvegna
kunnu hava við sær aftur til
Føroya um eitt gott ár. Ella
– um væl vil til – um fleiri
ár.
Til Viborg á Hondbóltsskúla
Barbara ivast ikki eina løtu í, at uppihaldið í Viborg fer at verða
henni til stórt gagn
Lotte Sørensen er ein
av fleiri, sum hevur
eina avgjørda mein-
ing um menningina
av føroyskum hond-
bólti. Ungu leikararn-
ir skulu hava spenn-
andi avbjóðingar
HONDBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Síðani hon kom til landið
og fram til seinastu dystirn-
ar í fjør, hevur Lotte Søren-
sen verið at rokna millum
fremstu kvinnuligu leikar-
arnar í landinum. Og tó at
skaðin, sum hon tá fekk,
hevur sett ein fyribils steðg
fyri spælinum á vøllinum,
so man hon framvegis telj-
ast millum virknastu hond-
bóltsvenjararnar í landin-
um. Hjá Kyndli hevur hon
havt ábyrgdina av stórum
parti av ungdómsarbeiðin-
um, og eisini var hon í fleiri
ár knýtt at arbeiðinum við
ungdómslandsliðunum
í
hondbólti. Eitt arbeiði, sum
nú er steðgað.
Ein skandala
Og júst hetta, at U-lands-
liðini liggja óvirkin, heldur
Lotte vera einki minni enn
eina vanlukku fyri føroysk-
an hondbólt.
– Sjálv ivist eg ikki í, at
hetta er størsta skandalan,
sum er hend fyri føroyskan
hondbólt. Nú var eg sjálv
við í hesum arbeiðinum í
fýra ár, og eg haldi eisini, at
vit gjørdu risa-stór fram-
stig. Fyrstu árini vóru vit at
kalla hvørja ferð fyri stór-
tapum, men úrslitini batn-
aðu munandi, og tá vit fyri
tveimum árum síðani vóru í
Hollandi við U-18 liðnum,
var um reppið at vunnu ein
dyst. So er spurningurin
sjálvandi, hvørji mál tú
skalt seta tær, men í okkara
føri haldi eg, at vit gleddu
okkum til løtuna, har fyrstu
stigini kundu koma.
– At hetta arbeiðið er
parkerað fyribils merkir so
eisini, at menningin hjá
leikarunum partvíst steðg-
ar. Sum minstakrav átti tal-
an um ikki annað at verið
um eina U-21 kapping.
Gevast
Tað hevur ofta verið havt a
munni, at um leikarar ikki á
ungum árum verða brýndir
til altjóða kappingarnar, so
eru vit eftirbátar, tá talan
gerst um A-landsliðini hjá
kvinnum og monnum, men
sjálv heldur Lotte, at støðan
er nógv meira álvarslig enn
sum so.
– Vit koma at standa í
teirri støðu, at leikarar gev-
ast, áðrenn tey nakran tíð
koma so langt sum til A-
landsliðið, sigur hon, og
sipar her til, at uttan tær av-
bjóðingar, sum t.d. u-lands-
liðini geva, er skjótt, at
fleiri evnarík ítróttarfólk
finna sær aðrar og meira
spennandi avbjóðingar enn
tær, sum hondbólturin kann
geva.
Kostnaðurin er
undanførsla
Eitt av argumentunum, sum
hevur verið at hoyrt í kjak-
inum um U-landsliðini er,
at týdningurin av einum A-
landsliði er størri, tí hetta er
tað, sum skal skapa áhugan.
Henda fatanin stendur so
mótvegis øðrum, sum vilja
vera við, at uttan U-lands-
liðini er als ikki grundarlag
fyri einum A-landsliði.
Hvørt av hesum hevur
størri týdning, tykist Lotte
ikki vilja leggja seg úti,
men hon staðfestir tó, at tað
ikki eigur at vera fíggjar-
liga grundarlagið, sum er
orsøkin til, at tað bert verð-
ur satsað upp á annað av
hesum.
– Av seinasta roknskapin-
um hjá Hondbóltssamband-
inum framgekk, at samlaði
kostnaðurin
av
U-18
kvinnulandsliðnum ikki var
meira enn tað, sum ein
venjingarlega hjá A-lands-
liðnum til Grønlands kost-
aði. Sjálvandi er ymist – alt
eftir mótstøðulondunum –
hvat luttøkan í ymsu kapp-
ingunum kostar, men at
nýta so stórar ressourcir til
nakrar venjingardystir hjá
manslandsliðnum. Tað er í
meira lagi, heldur hon.
Og so heldur hon eisini at
enda, at Hondbóltssam-
bandið fyrst og fremst má
gera upp við seg sjálvt, hvat
endamálið við landsliðs-
arbeiðinum skal vera.
– Vit kunnu til dømis
skeita at fótbóltslandsliðn-
um. Har hevur tað tikið 10-
15 ár at komið upp til støð-
ið, sum liðið hevur í dag.
Og tað er einki at ivast í, at
HSF noyðist at hugsa eins
langsiktað. Arbeiðið við at
menna hondbóltin er ikki
nakað, sum bara tekur eitt
ár ella tvey, og tað hjálpir
heldur einki, at arbeitt
verður í eitt ár og síðani
steðgað í tvey. Tað krevur
drúgt og støðugt arbeiði,
um vit skulu koma nakran
veg. Somikið einfalt er tað,
sigur Lotte Sørensen at
enda.
Móti PSV og Bochum
Í hesum døgum er
15 ára gamli HB-
leikarin, Kristian
Restorff Mouritsen
á Týsklandsferð við
danska felagnum
Frem. Dreingjaliðið
hjá danska
felagnum skal á
ferðini leika ímóti
so kendum liðum
sum PSV Eind-
hoven og VFL
Bochum
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kristian Restorff Mour-
itsen hevur fyrr í ár verið
og vant við Brøndby, og
nú hevur Frem so frætt
um evnaríka føroyska
leikaran. Danska felagið
bjóðaði Kristiani við
dreingjaliðnum hjá sær á
Týsklandsferð,
har
Kristian fær høvi at
venja og spæla við Frem.
Danska superligafelagið
hevur tríggjar aðrar før-
oyingar, nevnliga Gunn-
ar Nielsen, Jónas Næss
og Boga Hermanssen,
sum allir tríggir eisini
verða við í kappingini í
Týsklandi. Tað er før-
oyski fótbóltsumboðs-
maðurin, Jákup í Stóru-
stovu, ið hevur fingið
ferðina hjá Kristiani í
lag.
Fái U-landsliðini aftur
– Av seinasta roknskapinum hjá Hondbóltssambandinum
framgekk, at samlaði kostnaðurin av U-18 kvinnulandsliðnum
ikki var meira enn tað, sum ein venjingarlega hjá A-
landsliðnum til Grønlands kostaði, sigur Lotte Sørensen millum
annað