Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. apríl 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 8. apríl 2004 25 25 Nr. 69 • Skírisdagur • 8. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Nú fleiri feløg vístu áhuga fyri honum, og hann stóð á gáttuni at gera av, hvussu fót- bóltsframtíðin skuldi verða, hevur kross- bandsskaði við sær, at álopsspælarin í Vejle einki kann gera við fótbóltin næsta árið ILLA SKADDUR ÚTISETI Jóannes Hansen Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti. Hetta hevur so ofta verið at hoyrt, og nú er tað enn eina ferð stað- fest. Í innlegginum um fót- bólt, sum er lagt inn í blað- ið í dag, er skrivað um Christian Høgna Jacobsen og Ian Højgaard, sum báðir higartil hava verið knýttir at Vejle í næstbestu donsku deildini. Í gjár var søgan, at Ian Højgaard hevur sagt upp í Vejle, sum ikki hevur viljað givið honum nakra samsýning fyri at spæla. Og í dag er søgan um Christian Høgna Jacobsen uppaftur meiri harmulig. Í fyrradagin varð á sjúkra- húsi í Kolding, har Ole Dichman er serlækni, sum hevur tikið sær av nógvum ítróttarfólkum, staðfest, at fremra krossbandið í øðr- um knænum hjá Christian Høgna er farið. Tað er neyðugt við skurðviðgerð. Hon er ásett at skula vera 16. apríl. Næstu átta vik- urnar eftir skurðviðgerðina skal Christian Høgni binda fullkomuliga frið, og so skal hann so spakuliga fara undir uppvenjingina, sum tað verður vónað fer at hava við sær, at hann um eitt ár aftur verður førur fyri at spæla fótbólt. Krossbondini kosta nógv Diagnosan hjá fremsta manninum á landsliðnum er mest sum meinlík henni hjá aftasta verjuspælaran- um á landsliðnum. Nógvu teir seinastu mánaðirnar hevur Jón Rói Jacobsen stríðst – og hann stríðist enn – við at koma fyri seg aftur, eftir at tað var neyð- ugt at skurðviðgera kross- bandið. Hjá Jón Róa hevði skaðin við sær, at hann ikki slapp at halda fram at spæla fótbólt í Brøndby. Hvørjar avleiðingar skað- in hjá Christian Høgna fer at hava við sær, ber ikki til at siga nakað um enn. Men tað sigur seg sjálvt, at álv- arsami skaðin fer at hava avleiðingar fyri fótbólts- framtíðina, sum annars tóktist heilt spennandi. – Sáttmálaskeiðið í Vejle verður liðugt síðst í juli. Síðsta tíðina havi eg tosað við Vejle. Teir hava sagt seg vera áhugaðar í at leingja samstarvið, og teir hava hava lagt uppskot um nýggjan sáttmála fyri meg. Onnur feløg hava eisini boðað frá, at tey hava verið áhuga í at fylgja við í, hvussu tað hilnaðist hjá mær nú í vár. Tað gjørdu tey, tí tey vóru áhugað í at kanna, um tey mettu meg vera ein møguligan framtíðar spælara hjá teimum. Nú er eingin møguleiki fyri hesum. Í hvussu so er ikki næsta árið, staðfestir Christian Høgni Jacobsen, sum leggur afturat, at okkurt av feløgunum, sum hann hevur havt samband við, er umboðað í superliguni. – Hetta er so harmuligt og kom so illa við, at tað ikki enn er rættuliga runnið upp fyri mær, sigur Christian Høgni Jacobsen úr Vejle. Hann greiðir frá, at inntil fyrrapartin týsdagin helt hann, at tað var meniskurin, sum tað var galið við: – Eg merkti eitt sindur til pínu, tá ið vit fyri góðum tveimum vikum síðani høvdu spælt ímóti Horsens. Síðani havi eg ikki verið førur fyri at spæla við í d y s t u m . Fystioterapeutarnir hildu ikki, at talan var um álvars- ligan skaða. Eg royndi at venja, men týsdagin í síðstu viku var heilt galið. Tað dragnaði í knænum, tá ið eg royndi at seta av fyri við høvdinum at senda bóltin ímóti málinum. Eg var í skannara her í Vejle, og tað varð mett, at tað var men- iskinum, sum tað bilaði við. Tað var ásett, at eg skuldi leggjast undir skurð 14. apríl. Men teir í felagnum hildu, at hetta var ov leingi at bíða. Teir ynsktu, at tað varð skundað undir við- gerðina. Tí sendu teir meg til privat sjúkrahús í Kold- ing. Har var tað, at teir týs- dagin staðfestu, at talan als ikki var um meniskskaða, men heldur um krossbands- skaða, greiðir Christian Høgni Jacobsen frá. Hann hevur glett seg til at vera partur av landsliðnum, sum í juni skal spæla ímóti Hollandi og seinni í heyst ímóti Fraklandi. Nú er Christian Høgni greiður yvir, at hann ongan lut fer at eiga í hesum. Framtíðin Christian Høgni er fevndur av generellu tryggingini, sum allir fótbóltsspælarar í Danmark hava umvegis feløgini. Síðani hann fór til Danmarkar at royna seg sum fótbóltsspælari, hevur hetta verið fulltíðar starv hjá fyrrverandi NSÍ spælar- anum. Hvat tíðin skal ganga við næsta árið, um- framt at hann skal stríðast við venjingar, ið hava sum mál at vinna førleikan í knænum aftur, hevur Christian Høgni Jacobsen ikki enn gjørt upp við seg sjálvan. Áðrenn hann flutti til Danmarkar, leyk hann hægri handilsskúlaprógv á Kamsdali. – Nú halda vit páskir, og so skal eg leggjast undir skurð. Tað verða ivaleyst góðar stundir at hugsa um møguleikarnar í framtíðin. Eg havi ikki slept dreymin- um at liva av at spæla fót- bólt. At álvarsami skaðin hevur minkað nógv um vánirnar sigur seg sjálvt. Onkuntíð áður hevur Christian Høgni verið skaðaplágaður. Men tað hava verið skaðar, sum einki hava havt við nýggja skaðan at gera. – Talan hevur verið um smávegis vøddaskaðar í lørunum. Eg havi hildið, at hetta hevur havt við gras- líkisvallirnar í Føroyum at gera. Men talan hevur ong- antíð verið um álvarsamar skaðar av tí slagnum, sum nú heldur mær burtur frá fótbóltinum. Christian Høgni úti av spælinum í eitt ár Fram til fyrrapartin í gjár helt Christian Høgni, at tað var meniskurin, sum var trupulleikin, men tíverri er støðan álvarsligari enn so Nú hondbóltsárið er farið aftur um bak, hava ítróttarskrivar- arnir her á blaðnum til stuttleikar sett árs- ins lið bæði hjá kvinnum og monnum DREAM TEAM Jákup Mørk/Terji Nielsen jakup@sosialurin.fo terji@sosialurin.fo Seinni í hesum mánaðinum fara hondbóltsleikarar úr øllum landinum at savnast til hondbóltsgallakvøld, har ársins leikarar og annað verður kosið. Til stuttleikar hava vit her á blaðnum gjørt eitt uppskot til ársins lið bæði hjá kvinnum og monnum út frá teimum eygleiðingum, ið vit hava gjørt gjøgnum eitt heilt kappingarár. Útlendskt kvinnulið Ársins lið hjá kvinnum er fyri ein stóran part mannað av útlendskum leikarum. Ikki færri enn fimm av teimum sjey leikarunum eru útlendingar, og tað skerst ikki burtur, at teir mongu útlendsku hond- bóltsleikararnir hava sett sín dám á kappingina í ár, serliga hjá kvinnunum. Einastu føroysku kvinnur- nar, ið sleppa upp í part, eru vengurnir báðir, í vinstru síðu Gurið Mortensen úr VB, og í høgru Bára Skaale Klakstein úr Stjørnuni. Bert trý feløg eru umboð- aði á ársins kvinnuliði, og tey eru føroyameistararnir úr Stjørnuni við trimum umboðum, silvurvinnarar- nir úr VB við tveimum, og bronsuvinnararnir úr VÍF eisini við tveimum umboð- um. Neistin flest umboð á mansliðnum Hjá monnunum er støðan ein onnur, enn hvat hon er hjá kvinnunum. Her eru føroyingarnir við yvirlutan, av tí at fimm av teimum sjey leikarunum eru føroy- ingar, meðan bert tveir út- lendingar sleppa upp í part. Tað áhugaverda við mans- liðnum er tað, at her er Neistin best umboðað við trimum umboðum, og tað kundi kanska bent á, at neistaliðið hevur flest pro- filar, men kanska ikki stør- stu breiddina. Fýra feløg hava umboð á ársins mans- liði, og umframt trý umboð úr Neistanum, hava føroya- meistararnir úr Kyndli tvey umboð, meðan VÌF og KÍF hava hvør sítt umboð. Ársins hondbóltslið 2004 Málverji: Eli Müller, VÍF Nógvir stinnir málverjar eru í føroyskum manshond- bólti, men í ár hevur Eli Müller skarað framúr. Eli er ein málverji, ið bara veksur við uppgávuni, og eisini á landsliðnum hevur hann verið serstakliga góð- ur í ár. Mangan verður tikið til, at ein hondbóltsmálverji skal verða eitt sindur svak- ur, og Eli hevur eitt sindur av hesum villskapi í sær, og tað kemur mangan væl við í avgerandi løtum. Vinstri vongur: Blagoje Buha, Neistin Tað er einki at ivast í, at Blagoje Buha hevur sligið sítt navn fast í føroyskum hondbólti í sínum fyrsta ári her á klettunum. Fær Buha møguleikan, er tað næstan hundrað prosent sikkurt, at hann skorar. Heldur ikki tørvar Buha nógv pláss fyri at fara ígjøgnum, og við sínum kviku fótfintum hev- ur hann hildið mangan verjuspælara fyri gjøldur. Vinstri bakkur: Damir Oros, KÍF Kollfirðingar hava í Damir Oros kanska besta skjúttan í føroysku landskappingini. Stóri bakkurin hevur eitt sera gott skot, og hann skal ikki hava nógv pláss fyri at fara upp og langa til. Hóast hann hevur verið mans- vardur í so at siga øllum dystum í ár og bert hevur leikt 15 av 20 dystum, end- aði Damir Oros ovast á list- anum yvir toppskjúttar í føroysku kappingini. Spælskipari: Áki Mørk, Neistin Á einum neistaliðið, har út- lendingarnir hava verið mest eyðsýndu leikararnir, er tað tó ein føroyskur leik- ari, ið hevur havt ein ógvu- liga týðandi leiklut. Áki Mørk hevur stýrt álops- spælinum hjá Neistanum hengisliga, og harafturat er hann ein av okkara bestu kontraspælarum. Høgri bakkur: Heini Hanusarson, Neistin Nógvir vóru um boðið, tá ið høgri bakkur skuldi velj- ast. Hóast Heini ikki hevur leikt meira enn eitt hálvt kappingarár í ár, hevur hann víst sína styrki. Tíðin í danska felagnum TMS Ringsted hevur ment Heina nógv sum hondbóltsleik- ara, og serliga í landsdyst- unum fyrr í ár vísti Heini sína stóru styrki bæði í álopi og verju. Høgri vongur: Josef Abrahamsen, Kyndil Josef Abrahamsen hevur veruliga fingið sítt gjøgn- umbrot í ár. Hann er ein av fáu leikarunum, ið er veru- liga vandamikil á høgra vongi, og hann er ógvuliga tryggur í sínum atsóknum. Við sínum kvikleika hevur Josef verið ein ógvuliga týðandi partur av vanda- mikla kontraspælinum hjá Kyndli. Josef Abrahamsen er óivað eitt gott boð upp á ársins stjørnuskot í før- oyskummanshondbólti í ár. Strika: Janus Einar Sørensen, Kyndil Janus Einar er uttan iva besti strikuspælarin í Før- oyum. Hann hevur neyðugu kropsstyrkina til at taka dystin upp við verjuleikar- arnar, og evnini at fáa fatur á bóltinum er framúr. Tá ið Janus Einar hevur fingið fatur á bóltinum, er hann ósvikaliga tryggur. Har- afturat er Janus Einar ein av okkara allarbestu verjuleik- arum. Málverji: Lidia Vladic, Stjørnan Sterki málverjin hjá Stjørn- uni, Lidia Vladic, hevur í nógvum dystum – serliga móti kappingarenda – víst seg sum ein av mest týð- andi leikarunum, ið kann vinna ein dyst fyri liðið hjá sær. Vinstri vongur: Gurið Mortensen, VB Gurið Mortensen er ikki nakar ársungi í føroyskum kvinnuhondbólti, men hon tykist bara gerast betur og betur fyri hvørt einasta ár. Á einum sterkum VB-liði, har útlendsku leikararnir ofta skara framúr, er Gurið einasti spælarin, ið er á hædd við útlendingarnar Vinstri bakkur: Alina Olaru, Stjørnan Stjørnan gjørdi kvettið, tá ið tað eydnaðist klaksvík- ingum at fáa Alinu Olaru at skifta frá StÍF til Stjørnuna miðskeiðis í kappingarár- inum. Alina hevur í seinnu helvt av landskappingini og í steypafinaluni víst seg sum mest avgerandi leikar- an á liðnum hjá Stjørnuni. Spælskipari: Aukse Vysniaskaite, VB Drívmegin á liðnum hjá VB er uttan iva spælskiparin Aukse. Í nógvum dystum har tað hevur staðið á hjá VB, hevur Aukse víst seg sum ein leikara, ið tekur sak- ina í egnar hendur til fyri- muns fyri sítt lið. Gjøgn- umbrotsstyrkin hjá Aukse er allarhelst eindømi í før- oyskum kvinnuhondbólti. Høgri bakkur: Ioana Rapa, VÍF Ioana Rapa hevur ovur- honds stóran týdning á lið- num hjá VÍF. Kappingarár- ið í ár hevur verið eitt tað besta hjá Ioanu, síðani hon kom til Føroya, og her verður ikki bert hugsað um skotstyrkina hjá henni. Umframt mongu málini, ið hon skýtur, hevur Ioana eis- ini havt eitt hav av fríspæl- ingum til Irinu Radovici á strikuni hjá VÍF. Høgri vongur: Bára Skaale Klakstein, Stjørnan Stjørnan hevur fingið eina rúgvu av málum upp á skjótálop í ár, og ein sera stórur partur av hesum mál- um hevur Bára Skaale Klakstein skorað. Við sín- um skjótleika er Bára ein støðug hóttan fyri mót- støðuliðini, og hon hevur verið rættuliga sikkur, tá ið møguleikin hevur verið har. Strikuspælari: Irina Radovici, VÍF Tað hevur verið ein sonn gleði at eygleitt saman- spælið millum Ioanu Rapa og Irinu. Umframt at verða ósvikaliga trygg, ta ið høvi býðst, er Irina Radovici ein sera sterkur verjuleikari, ið VÍF hevur havt stóra gleði av í hesum kappingarár- inum. Kvinnuliðið Mansliðið C M Y K 24