hósdagur 8. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 69 - 8. apríl 2004
Nr. 69 - 8. apríl 2004
23
SAMSTARV
Jan Müller
Í farnu viku varð sáttmáli
undirskrivaður millum At-
lantic Airways og norsku
oljuvinnufyritøkuna Aker
Stord. Talan er um størsta
einstaka sáttmálan hjá før-
oyska felagnum nakrantíð.
Atlantic
Airways
skal
komandi tvey árini flyta
túsundatals oljuarbeiðarar
úr Suðurnoregi til Alta har
norðuri. Oljuarbeiðararnir
eru við til at byggja eitt
risastórt
gassverk
nær
Hammerfest, sum fer at
kosta 45 mia. kr. Atlants-
flog og Statoil, sum er fyri-
støðufelag fyri stóru verk-
ætlanina, skipaðu fyri ferð
til Stord og víðari til Alta í
sambandi við undirskriv-
ingina av sáttmálanum.
Umleið 40 innboðin úr
Føroyum vórðu við. Teirra
millum Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður.
Stord liggur millum Sta-
vanger og Bergen og har
bygdu tey fleiri av heim-
sins størstu tangaskipum
fram til oljukreppuna í 70-
unum. Eftir tað tók olju-
vinnan dyk á seg og hetta
kom sera væl við hjá
kreppurakta Stordøkinum,
har stórt arbeiðsloysi brád-
liga varð avloyst av eini
nýggjari
og
spennandi
framtíð, nevniliga nýggju
vinnuni á norska land-
grunninum.
Umleið 30 ár eftir hesa
nýggju byrjan hjá Stord
kom so í lag samstarvið við
føroyska flogfelagið. At-
lantsflog, sum áður hevur
tikið eina hond við í flutn-
ingi av oljufólki í Føroyum,
vildi brúka sínar royndir í
útlandinum eisini. Eftir eitt
drúgvt og grundleggjandi
forarbeiði fingu starvs-
fólkini hjá Atlantsflogi eina
avtalu í hús. Ein avtala,
sum kann fáa positivar av-
leiðingar fyri aðrar partar
av føroyskum vinnulívi
sum frálíðir.
Á samkomuni í Stord
hósdagin søgdu norsku
stjórnarnir seg vera sera
væl nøgdar við sáttmálan
við Atlantsflog og hildu
fyri, at hetta samstarvið fór
vónandi eisini at fevna um
flutning av norskum ferða-
fólki til Føroyar á sumri.
Virðing
Magni Arge, stjóri segði, at
føroyingar
hava
stóra
virðing fyri tí fyritøku vit
skulu arbeiða saman við,
Aker Stord, sum er ein av
teimum stóru fyritøkunum í
Noregi og er partur av Aker
Kværner samtakinum, ið
aftur hevur ein sera týðandi
leiklut í norskum vinnulívi.
- Vit hava eisini vónir um
at kunna megna hesa upp-
gávuna, og vit høvdu ikki
bjóðað okkum fram at
átikið okkum slíkt, um vit
ikki mettu, at vit vóru førir
fyri tí. Vit halda eisini, at
vit hava prógvað hetta øll
tey árini vit hava flogið í
Føroyum og har til ber at
siga, at operativu viður-
skiftini í Føroyum og
Noregi eru rættiliga mein-
lík.
Magni Arge vísti á, at
hetta er ein sera stórur
dagur fyri Atlantic Airways
og er hetta størsti einstaki
sáttmáli felagið hevur und-
irskrivað. -Eg haldi eisini,
at hetta er ein viðurkenning
av Atlantic Airways og tess
starvsfólki, har vit lata eina
kappingarføra vøru, eisini
máld eftir norðurlendskum
ella europeiskum alin.
Magni Arge segði seg
síggja nógvar framtíðar
møguleikar í samvinnuni.
Framtíðar perspektiv fyri
Atlantic liggja m.a. í tí, at
kanska eini 30% av fram-
leiðsluni fara at liggja uttan
fyri Føroyar, og tað er so
ein nýggj menning av fyri-
tøkuni.
Hann vónaði, at sam-
starvið verður so mikið
gott, at tað kann fara at
halda fram longur enn tey
bæði árini, sum sáttmálin
fevnir um og kann koma til
at fevna um aðrar uppgávur
eisini og vit fara eisini at
medvirka til at finna møgu-
leikar fyri at útvega fólkin-
um í Stordøkinum fleiri
ferðamøguleikar og harvið
eisini kunna útvega fólki
her
arbeiðsmøguleikar
innan flogferðsluna.
- Ein kann eisini spyrja,
hvat er meira hóskandi fyri
at føroyskt flogfelag enn at
leita eftir menningarmøgu-
leikum í gamla Noregi. Tí
tað er jú higani vit koma.
Tøkk til øll
starvsfólkini
Magne Arge vísti á, at góða
lagið undir samráðingunum
hevur verið merkt av, at vit
hava somu mentanarligu
bakgrund og tí eisini havt
lættari við at skilja hvør
annan. Hann rósti teimum
fólkunum frá Aker Stord og
Atlantsflog, sum hava stað-
ið fyri samráðingunum og
nevndi Hans Hansen, flog-
skipara, sum hevur ein
fortíð í at flúgva í Noregi,
Marius Davidsen, fíggar-
stjóra og Pætur Rasmussen,
sum hevur verið verkætl-
anarleiðari fyri hesa upp-
gávuna.
- Men tað er ikki bert ein
spurningur um góð sam-
ráðingarfólk. Eitt gott úrslit
byggir fyrst og fremst á øll
tey mongu starvsfólkini hjá
báðum fyritøkum, tí tað eru
tey, sum hava gjørt, at vit
hava verið førir fyri at sam-
ráða okkum til ein sáttmála
av hesum slagnum.
Takk fyri álitið - vit vilja
ikki svíkja tað, tvørturímóti
vilja vit gera alt vit kunna
liva upp til tær vónirnar,
sum eru og vit síggja fram
til eitt langt og gott sam-
starv longur enn hesi bæði
árini.
Magni Arge við Aker Stord:
Vóni vit fáa langt
og gott samstarv
Magni Arge, stjóri, Hans Hansen, flogskipari, og Henning Iversen, projektleiðari, á Aker Stord á flogvøllinum í Stord
Mynd: Jan Müller
Sáttmálin verður undirskrivaður
Mynd: Jan Müller
Flogið varð yvir tí
vakra Lofoten
Mynd: Jan Müller
Skálað verður fyri nýggja samstarvinum. Magni Arge og
Henning Iversen
Seinasta fríggjadag lat upp
sera forvitnislig og øðrvísi
framsýning í Listaskálan-
um. Tað er fuglfirðingurin
Frits Johannessen, sum
sýnir fram málningar ser-
stakliga við motivum úr
tónlistini. Har eru orð, tón-
leikur og málningalist í ein-
um. Hann hevur nevniliga á
ein sjáldsaman hátt bundið
tónleikin og málningalist-
ina og eisini tónleikin í list
og orðum, saman.
Tað var serstakur hátíðar-
dámur yvir upplatingina, tá
listafólk og ikki minst
nógvir fuglfirðingar vóru
hjástæddir. Frits nýtti høvi
til at takka teimum øllum
fyri sýnda áhugan og veitti
hann eina serstaka til tøkk
til
listamannin
Janus
Kamban, sum 30 ár framm-
anundan hevði tikið so væl
ímóti Frits, sum tá royndi
seg við sínum fyrstu máln-
ingum á eini framsýning í
Listaskálanum. Har var so
eisini Sunnleif Rasmussen,
sum hevur givið lista-
manninum íblástur. Eftir
tað spældu ungir tónleik-
arar úr Fuglafirði. Gunnrið
á Lakjuni spældi cello sam-
an við Jóannes Andreassen
uppá klaver. Frits hevði so
eisini
gjørt
eitt
litið
musikkstykki sjálvur, kall-
að "Skjøldur", ein duett
millum tvær klarinettur.
Tveir av næmingunum í
musikskúlanum í Fugla-
firði framførdu hetta stykk-
ið.
- Tað frøddi meg at síggja
Janus Kamban til upplat-
ingina sigur ein fegin og
fryntligur Frits Johannes-
sen og greiðir frá, at tá
hann kom til Havnar 30 ára
gamal og hevði framsýning
tók Janus Kamban ímóti
sær við orðunum: "Tú mál-
ar sum ein rættur málari." -
Eg gloymi ongantíð orðini.
Janus Kamban man vera
tann føroyski listamaðurin,
saman við Ingálvi av
Reyni, sum hava havt
størsta
týdningin
fyri
føroyska list. Teir hava altíð
dugað at givið teimum, sum
eru byrjaðir, eitt herða-
klapp. Og at fáa tað frá so
frægum listamanni hevur
gjørt, at man fór víðari.
Framsýningin er opin
allan apríl mánað og inn í
mai.
Frits í Lista-
skálanum
við
poetiskari
framsýning
Gunrið á Lakjuni spældi cello undir upplatingini
Mynd Jan Müller
Listamálarin er eisini óførur frásøgumaður
Mynd Jan Müller
Tveir næmingar frá musik-
skúlanum í Fuglafirði spældu
musikstykki, sum Frits
hevði skrivað til løtuna
Mynd Jan Müller
Tað frøddi listamálaran, at Janus Kamban hevði leitað sær til upplatingina
Mynd Jan Müller
Tónleikurin hjá Sunleivi Rasmussen hevur givið Frits nógvan íblástur
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
23
22