hósdagur 8. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 69 - 8. apríl 2004
Nr. 69 - 8. apríl 2004
21
HUGLEIÐINGAR
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Jerusalem
11. partur
Her sótu teir onkunstaðni hvør í
sínum húsi, hesir báðir høvding-
arnir, sum hvørgin tordi at taka
eina avgerð, ið fór at avgera
lagnuna hjá tí manni, sum teir
fingu sendandi hvør sínum lagi.
Fluttur ímillum av einum óðum
mannaskara, sum østur var upp
til at krevja blóð.
Tað er einki at ivast í, at í
Jerusalem hava verið hundrað-
túsundir av fólki hesar dagarnar.
Her eru komnir jødar úr øllum
landinum og uttaneftir eisini at
halda páskir. Og ivaleyst hava
eisini onnur, sum ikki hava hild-
ið jødiskar páskir, verið her. Eitt
nú keypmenn, sum eru komnir at
vinna pening burtur úr allari hesi
rúgvuni, her er stúgvað saman.
Hvør veit, um ikki onkur út-
róðrarmaður ella fiskasaltari frá
bygdunum við Genesaretvatnið
eisini var her. Teir skuldu væl
selja sín fong onkunstaðni. Og
hvar kundi vera meira hugsandi
at fáa góðan prís enn har, nógv
fólk kom saman? Eisini høvdu
rómverjar hersett landið, og til
eina slíka hátíð hava teir uttan
iva sent eyka hermegi inn í býin
fyri at halda skil á.
Og einki er at ivast í, at her
hevur verið sum í Grindavísuni,
at ».....Her hersker bulder og
larm og raab, forvirring over al
maade.«
Landshøvdingin
Vit vita úr evangeliunum, at
rómverski landshøvdingin í
Judea hesa tíðina æt Pontius
Pilatus.
Hesin maðurin er líkasum
farin eitt sindur aftur um í søgu-
bókunum, tó at hann ivaleyst
verður tann einasti, vanlig fólk
fara at minast, tá spurt verður
um slíkar. Tí hava hendingarnar í
Jerusalem á páskum hetta árið
syrgt fyri.
Pontius Pilatus gjørdist
prokurator, ella landshøvdingi,
sum evangeliini og vit nevna
hann, í Judea í árinum 26 eftir
okkara tíðarrokning. Hann sat í
hesum starvi í 10 ár, vita
søgumenn at siga. Hann var bara
ein vanligur embætismaður sum
so, hvørs næsti yvirmaður sat í
Sýria. Soleiðis hevði hann ikki
beinleiðis ábyrgd yvir fyri Rom.
Hesin rómverski guvernørurin
hevði fast tilhald í Cæsarea við
havið. Ein blómandi handilsbýur,
sum lá úti við Miðjarðarhavs-
strondina norðanvert har, Tel
Aviv er í dag.
Men tá stórar hátíðir vóru, har
nógv fólk savnaðist, sum eitt nú
Frá Heródesi til Pilatus
Orðatakið er kent, og skilligt er, hvaðani tað stavar. Hesir vóru teir menn,
Jesus varð sendur ímillum, áðrenn teir fingu tikið seg saman at døma
hann. Í grundini tordi hvørgin teirra at taka avgerðina, og annar vaskaði
at enda alment hendur sínar fyri at vísa fjøldini, at hann hevði so einki
skeivt gjørt
Meðan ljósið í lýsingini spakuliga kreyp sær niður eftir borgarmúrum og tornum í Jerusalem, sat Pætur, neyðarsligur og vanvirdur, samankropin og
grátandi í einumhvørjum skoti uttan fyri múrin hendan ólukku fríggjamorgun
Vesturmúrurin - Grátimúrurin - er tað einsta upprunaliga, sum eftir er av prýðiliga bygningsverki Heródesar. Tí
stóra templinum, hann lat byggja í eini roynd at tekkjast jødum
á páskum, plagdi hann at fara til
Jerusalem. Júst tí, at okkurt
kundi henda har, sum kravdi
hansara hjáveru.
Pilatus hoyrist lítið um so-
leiðis annars í søguni. Onkur
hevur undrast á, hvør hann var
fyri ein, og hvussu tað bar til, at
hann var endaður sum lands-
høvdingi í hesum landinum, har
hann fyri okkum vestaneftir kom
at fáa ein rættilig avgerandi
leiklut. Maðurin tykist ikki at
vera nakar sterkur leiðari. Heldur
kanska ein undstøkkingur, sum
av øðrum ávum enn dugnaskapi
er endaður her.
Pontius Pilatus var giftur vð
konu, sum nevndist Claudia
Procula. Og at hon var abbadóttir
gamla keisaran Augustus, hevur
ivaleyst verið viðvirkandi til tað
starv, hesin maðurin fekk.
Pilatus var helst ein sleikjari,
sum stóð seg væl við ein annan
sleiskan og slímutan fýr, sum
gekk í Rom og varð sagdur at
vera einasti maður, Tiberius
keisari hevði álit á. Hann nevnd-
ist Sejanus, og verður sagdur at
hava verið ein reinur bandittur.
Ein av hesum durkdrivnu,
yvirvinarligu og smílandi
»personagunum«, sum tú ongan-
tíð gjøgnumskoðar, verður skriv-
að um hann. Hann sleiskaðist og
kreyp fyri keisaranum og var ein
reinur lúshundur móti øllum,
sum komu honum tvørt fyri ella
royndu at nærkast keisaranum á
nakran hátt.
Tiberius var fullkomuliga
blindaður av hesum manni og lat
hann gera, sum hann vildi. So
langt fór keisarin sum at reisa
standmyndir av honum í leik-
húsum og torgum í Rom.
Slíkur var vinmaðurin hjá
Pilatusi. Og so fer ein at hugsa
um, hvørt okkara góði Pontius
kanska hevur lært onkrar snildir
av honum.
Hann hevur verið fullgreiður
yvir, at jødar hataðu hann og
ynsktu hann longri burtur enn
bara til Rom. Men einki tordu
teir at gera honum. Og hann
tordi heldur ikki at gera teimum
nakað. Her stóðu tveir partar og
skákaðu hvønn annan.
Soleiðis var skilið í hesi
leguni. So Pilatus vildi gera alt,
hann var mentur, fyri at sleppa
undan at døma ein jøda, sum stór
mannfjøld hevði hildið seg
afturat. Hann stóð ivaleysa
veikur kortini.
Kongurin
Heródes familjuna kenna vit sum
kongar í Judea. Men orðið kong-
ur er í so høgt sett. Teir vóru
meira at kalla smáir fúrstar.
Gaman í ráddi hin gamli
Heródes yvir stórum parti av
Jødalandi. Men tað var av náði
frá rómverjum. Sama var við
synunum, sum fingu landið býtt
sínámillum. Archelaus, Antipas
og Filip.
Tað er Heródes Antipas, vit
hoyra um á páskum, eins og tað
eisini var hann, sum lat Jóhannes
Doyparan avrætta. Ella meira var
lumpaður til tað av eini út-
spekuleraðari kvinnu.
Heródes Antipas var helst ikki
nakar beinleiðis óreinum maður,
soleiðis, sum faðir hansara,
Heródes Mikli, verður lýstur at
hava verið. Heldur var hann
veikur og lættur at manipulera
við.
Antipas skifti konuna út við
bróðurkonu sína Heródias.
Konan, hann var giftur við, var
dóttir arabarakongin Areta, og
tað kostaði so Heródesi aftur í
seinna enda, tí hesin arabarin
gloymdi ikki ta skommina, at
dóttirin var skift út.
Men tað fór heldur ikki
óátalað afturvið aðrastaðni, at
Heródes Antipas helt saman við
bróðurkonuni. Jóhannes Doypar-
in var eirindaleysur í sínum
ákærum móti teimum. Og tað
bøtti hann eisini fyri við lívinum.
Heldur ikki Jesus tordi hann
av sínum eintingum at døma.
Lukas sigur, at tá Heródes sá
Jesus, gjørdist hann ógvuliga
glaður, tí han væntaði at síggja
okkurt tekin frá honum. Hann
hevði eisini fyrr roynt at fáa orð
á Jesus, vita vit frá evangeliun-
um. Men líka mikið hvat hann
segði og gjørdi, svaraði Jesus
honum ikki aftur.
Kroystur av jødaprestunum
við høvuðsprestinum á odda
sendi hann so Jesus aftur til
Pilatusar, sum eisini smeyg sær
undan síni ábyrgd og vaskaði
hendurnar, eftir at hava gjørt tað,
hann varð kroystur til, men ikki
ætlaði kortini. Hann tordi tó ikki
annað av ótta fyri prestunum.
Heródes Antipas stóð eisini
fyri falli, og varð seinni av
keisaranum Caligula sendur í
útlegd. Areta fekk sína hevnd
yvir versonin, sum varð sendur
til Lugdunum í Gallia. Tað er
Lyon. Herodias fylgdi mannin-
um út í søgunnar mjørkatám. Í
felag fóru tey leiðina vestur í
Romverjaríkið, har Heródes
seinni varð tikin av døgum.
Her standi eg
So standi eg her. Vi endan á Via
Dolorosa. Á takinum á eini
kirkju, sum bygd er yvir tey
støðini, har ætlanin var, at alt
skuldi fáa ein enda, men sum
tvørtur i móti varð byrjanin til ta
stóru søguna, vit í dag kenna.
Oman yvir Golgata.
Eg líti meg íkring og hugsi
mær til, hvat hesi fólkini hava
sæð, sum fyri umleið 2000
páskum síðan hava staðið her.
Tey hava ivaleyst ikki verið so
upptikin av útsýninum hiðani,
men meira av teimum, sum
hingu her á krossaðum trøum og
píndust. Onkur so illa, at hann
doyði skjótt, og aðrir meira
spakuliga, so teir máttu
lamløstast fyri at fáa lívið av
teimum.
Men hóast nútíðar ferðavinnu-
fólk og onnur, sum áhuga hava í
tí, greiða gjølliga frá, hvar hetta
og hitt hendi, eri eg so mikið
tortrúgvin, at eg ikki bara góð-
taki tað uttan nakað.
Eg minnist meg hava lisið, at
sagt varð um býin, at her skuldi
ikki liggja steinur eftir á steini.
Og soleiðis hevur lagnan eisini
lagað tað. Meira enn einaferð.
Kortini hevur ein rætt til at
ímynda sær, hvussu tað hevur
verið, tá alt hetta fór fram.
Her eru gamlir múrar, sum
bygdir eru uppaftur. Onkur á
fornaldar grundir. Aðrir aðra-
staðni. Men ivaleyst hava teir
líkst kortini.
Tak nú Davidstornið. Kanska
líkist tað borgini, har Jesus hevur
verið inni til avhoyringar. Hvør
veit, um ikki Pætur, stakkalin,
hevur sitið og snorað uttan fyri
ein slíkan múr, meðan sólin reis,
og hanin gól, so lystiliga? Hetta
ólukkudýrið, sum so bragdligur
hevði verið nakrar tímar
frammanundan, men nú var
undanstøkkingur burturav. So
ógvuliga menniskansligur.
Nógv verður gjørt burtur úr at
vísa á júst tey støðini, har
hendingarnar eru farnar fram.
Tað eru eisini fólk, sum fult og
heilt trúgva, at her var tað. Og so
er tað gott hjá teimum.
Onnur vísa bara øllum frá sær
og siga, at tað passar ikki. Tey
um tað.
Men tað er spennandi at fylgja
søguni, har hon er farin fram,
hóast umstøðurnar eru heldur
broyttar. Harraguð. Soleiðis er
tað allastaðni. Einki stendur í
stað. Heldur ikki umhvørvið. Tað
er væl ein spurningur um trúgv,
hvat vit halda um hetta, sum vit
hoyra og síggja.
Og halda vit okkum til tað,
sum sagt verður, er ikki so
torført at ímynda sær tað, tá tú
einaferð kemur á geografiska
staðið, hóast tað er fullkomuliga
broytt í útsjónd hesi tveytúsund
árini.
Model av templinum er at síggja á savni stutt frá Grátimúrinum
Jerusalem var heimsbýur, har heilt nógv fólk hittist. Har fólk er, er lív, sum stóri
veggjamálningurin í gamla býnum vísir
Útsýni av Golgata í dag. Vit standa á takinum á parti av Gravkirkjuni og líta eystur móti Oljufjallinum.
Hermenninir eru enn á staðnum, hóast teir í dag eru ísraelskir heldur enn rómverskir. Og í dag skulu teir verja tey,
sum koma á Golgata, heldur enn taka tey av døgum
C
M
Y
K
21
20