hósdagur 8. apríl 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 69 - 8. apríl 2004
Nr. 69 - 8. apríl 2004
19
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir:
Edvard Joensen
Golan
10. partur
Fyri meira enn 800 árum síðan
loystu drusarnir frá islam og
stovnaðu sín egna átrúnað, sum
mest at kalla er loyniligur. Prest-
arnir eru eitt slag av frímúrarum
so at siga. Teir siga Jetro, ver-
faðir Mósesar, at vera rætta
stovnaran av trúgv teirra, og til
hansara gera teir pílagrímsferðir
á hvørjum ári. Teir siga, at hann
liggur jarðaður við Hittims Horn
innanvert Tiberias við Genesaret-
vatnið. Stórvegis meira ber ikki
til at fáa upplýst um ta trúnna.
Lítli, hvíti Peugeot bilurin
strýkur eftir smala landavegnum
niðan millum heyggjarnar. Økið
kring okkum minnir á, at her
hava øgiligir bardagar verið.
Hetta er krígsherjað land, hóast
tað ikki sæst beinleiðis á dyrki-
lendinum í dag. Og tað nógva av
oyðiløgdu bygningunum hava
ísraelsku myndugleikarnir eisini
ruddað av vegnum. Har høvuðs-
vegirnir eru. Men okkurt stendur
tó eftir og minnir á ta tíð, sum
farin er.
Ferðaleiðararnir eru tveir í
dag. Tveir stak fittir og fryntligir
ungir menn. Av drusiskum upp-
runa, fingu vit frásagt, áðrenn vit
fóru úr herberginum við
Genesaretvatnið í morgun.
Samstundis fingu vit at vita, at
tað nyttaði helst ikki so nógv at
fara at spyrja teir um hendingar
og støð úr Nýggja Testamenti, tí
tað vita teir helst ikki so nógv
um. Hava líkasum ongantíð havt
nakað við tað at gjørt.
Hertikið land
Vit koyra í hertiknum landi,
greiða hesir ungu menninir frá.
Hetta er teirra heimland, sum
varð tikið av ísraelsmonnum
undir seksdagakrígnum. Og teir
eru føddir í Ísrael, siga teir. Teir
eru ísraelsmenn, hóast teir
hvørki eru jødar, kristnir ella
muslimar, men drusar.
Tað er bara ein veruleiki, og
hann tosa teir ikki so nógv um.
Hesir menninir hava eina trúgv,
sum teir halda fyri seg sjálvan.
Her verður ikki hoppað ella
Ein loyndarfull trúgv
Drusarnir hava eina trúgv fyri seg sjálvan, sum uttanfyristandandi
hava ilt við at fáa innlit í. Fáar upplýsingar ber til at fáa um hesa
trúargrein uttan tað, at teir gera árligar pílagrímsferðir til grøv
Jetro, verfaðir Mósesar
Gomlu drusarnir sita á torginum og bjóða fram síni góðu súrepli. Tey bestu, sum dyrkað verða í øllum Ísrael yvirhøvur. Og sjálvt tey ber eisini til at keypa bíliga á lokala marknaðinum
Drusiska flaggið er litfagurt. Fimm ymiskir litir. Ferðaleiðararnir báðir sýna
eitt drusiskt flagg, sum stóð við vegjaðaran einastaðni, vit komu framvið
klappað og einki við at missio-
nera. Hetta er persónligt.
Soleiðis er tað.
Teir greiða frá, at tá ísraels-
menn tóku landið, og nýtt mark
varð sett, rýmdu drusar í stórum
tali úr bygdunum fram við
markinum sýrisku megin. Teir
vildu sleppa inn í Ísrael. Og hjá
rættiliga nógvum eydnaðist tað
eisini. Í dag búgva einir 100.000
drusar í Ísrael, meta teir.
Hesi fólkini hava sligið seg til
tols við, at her verður ikki friður.
Tey flyta tí nærri Ísrael, so hvørt
tey fáa møguleikan, greiða teir
frá. Fyri at tryggja sær, at tey eru
innan fyri ísraelskt mark, um tað
skuldi hent, sum tó tykist liggja
langt burturi, at Ísrael fer at lata
landið aftur til Sýria.
Hinumegin eru palestinsku
flóttalegurnar. Tær hoyra vit um
av og á. Og tað er serliga fyri tað
ringa, nakað frættist haðani, vísa
teir á.
Men teir meta ikki, at tað er
vanligi palestinarin í legunum,
sum er trupulleikin. Tað er har,
sum so manga aðrastaðni, at tað
eru leiðararnir, sum eru stóru
trupulleikarnir. Vanliga fólkið
hevur nokk at gera við at lív-
bjarga sær og tí ikki so nógva tíð
til at klandrast.
Men ísraelska stjórnin er ikki
heilt syndafrí heldur, siga hesir
báðir ungu menninir framman
fyri í bilinum, vit eru í. Leiðar-
arnir her í landinum áttu at vitað,
at trýst elvir móttrýst, og hiðani
verður ikki gjørt nokk fyri at fáa
frið í økinum, halda teir.
Øðrvísi land
Hetta landslagið líkist als ikki tí,
vit higartil hava vitjað við oyi-
mørkini suðuri við Deyðahavið,
ella fruktargóða lendinum fram
við Genesaretvatninum. Hetta er
fjallalendi, við onkrum hendinga
villum runni her og har, men
kortini frutagóðum bøi, har
bygdirnar liggja.
Tey liva av landbúnaði her
uppi, tað er skilligt. Vit síggja
grønar veltur ymsastaðni kring
bygdirnar. Her eru plantagur at
síggja, og vit fáa at vita, at hetta
eru í stóran mun súreplalundir,
sum tey hava her. Teir báðir
framman í bilinum greiða frá, at
hetta økið er kent fyri at hava tey
allarbestu súreplini í Ísrael
yvirhøvur. Eisini er so eitt sindur
av víndyrking her uppi, siga teir.
Vit koyra gjøgnum landið.
Ikki tær stóru broytingarnar eru
at síggja. Har úti norðantil liggur
Hermonfjallið so stórt og kava-
klætt. Hesin kavin, sum tiðnar og
verður til tað vatnið, sum rennur
gjøgnum Jordan ánna heilt suður
í Deyðahavið, um tað ikki verður
tikið á vegnum og veitt aðrar
vegir. Sumt heilt suður á somu
leiðir, men bara ytri á móti
strondini.
Fram við onkrum sundurskot-
num húsum koyra vit. Síggja
onkrar oyðilagdar stríðsvognar,
sum standa nakað burturi frá
vegnum. Spyrja, um hetta eru
krígsleivdir, men fáa at vita, at
so er ikki. Hetta eru slíkir, sum
ísraelski herurin brúkar til
venjingar soleiðis av og á.
Døgurði í samkomu-
húsinum
Vit steðga á í eini lítlari bygd,
har fólk eru komin saman á
torginum. Her sita konur í yms-
um aldri lið um lið á einum
longum bonki uttan fyri eitt hús,
har úthurðin stendur opin. Tað
sæst beint inn á eitthvørt, sum
stendur á einum palli mitt á
gólvinum í einum rúmi beint inn
frá úthurðini
Hetta minnir í skapi um eina
kistu. Grønt klæði er lagt oman
yvir hetta, og har fara fólk inn so
hissini. Tey lata seg úr skónum
og teirri hvítu húgvuni, tey eru í.
Leggja seg á knæ og kyssa
hendan lutin, sum har stendur.
Eg hugsi, at hetta er helst eitt
av bygdarfólkunum, sum stendur
undir børu og skal jarðast kanska
í dag. Tí eru øll hesi fólkini
komin saman her í túninum,
meðan einar tvær konur stákast
við matgerð í rúminum við
síðuna av, har hesin luturin
stendur. Tær fyrireika rímiligt
eitt ervi.
Men soleiðis var kortini ikki,
fekk eg at vita frá øðrum ferða-
leiðaranum.
Hetta, sum tey kystu, var
eingin kista, uttan eitt altar í
samkomuhúsinum ella kirkjuni,
um ein vil. Og tað at gera mat í
sama húsi, er gamal siður, sum
vanligur er á leiðini. Bygdar-
fólkið savnast so uttan fyri og
fær ein bita saman við teimum.
Næstu ferð eigur onkur annar
tørn. Menninir, sum sótu hinu-
megin vegin við sínum góðu
súreplum, fáa eisini ein bita, tá
tíð er.
Jú, tú fært ivaleyst ein drekka-
munn í missiónshúsinum har
heima, til eitt ervi ella annað
serligt høvi. Men at farið inn í
sakristiið ella fyri tann skuld í
kirkjukjallaran at gjørt døgurða
til helvtina av bygdini, vænti eg
ikki hevði verið væl umhildið.
Men so ymsir eru siðirnir, sum
fólk eru.
Sum í bønum
Tað er ein familja í holt við at
heysta oliven her uppi millum
fjalla. Tey hava »fest« eitt øki,
greiðir ferðaleiðarin frá. Hava
stutt og greitt ein part av líðini,
har tey so hava rætt at heysta tað,
trøini geva.
Her standa tvær kvinnur um
miðan aldur og oysa olivenfruktir
upp móti eini presending, hvør
við síni spann. Ein ung genta
hjálpir teimum. Ivaleyst dóttir
aðra teirra.
Uppi í einum træi er ein
maður í holt við at henta oliven-
fruktirnar og blaka niður til
kvinnurnar. Ája. Ivaleyst er tað
best, at tað er hann, sum dettur
oman, um illa vil til.
Kvinnurnar báðar henta upp í
spann og tveita so innihaldið í
spannini yvir móti hesi presend-
ingini, sum er heft upp móti
einum træ, soleiðis at oliven-
fruktirnar detta niður í eina lagd.
Áðrenn eru bløðini og annað
órudd, sum lættari er enn frukt-
irnar, dottin burtur ímillum. Bara
tær tungu fruktirnar koma heilt
yvir í dungan. Sera einfaldur og
effektivur skiljingarháttur.
Tá so dungin við fruktum er
vorðin nóg stórur, fáa tær yngru
eina fríløtu, meðan omman
kemur við sekki at fylla uppí.
Hetta er ikki nakað, tey liva
av, greiðir ferðaleiðarin frá. Men
eitt gott íkast kortini. Og aftur
leitar hugurin heim á klettarnar
til heystlombini, sum bara eru
ein viðfáningur, men góð at eiga,
tá tey eru komin í hjallin.
Hóast mentanin er ein onnur,
og landafrøðiliga fjarstøðan er
stór, er hetta so meinlíkt
hoyggingardøgunum í Steiga-
bønum, at tú rættiliga kennir teg
heima saman við hesum
fólkunum.
Sera einfalt og effektivt skilir hon olivenfruktirnar, áðrenn tær verða pakkaðar í sekkir
Ymsastaðni fram við vegnum sóust gomlu verndarvirkini, sýrar flýddu frá undir seksdagakrígnum
C
M
Y
K
19
18