mánadagur 28. januar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Í dag, 28. januar, verður Jór
un Justinussen 70 ár. Tað
verður nakað langt at fara at
ynskja henni til lukku, tí hon
er stødd í Namibia, tí hesi fáu
orð.
Foreldrini hjá Jórun vóru
Herborg og Gunnar Gunn
arsson. Gunnar var leiðari á
Fiskivinnnustovuni í nógv ár,
og tí komu vit at hava nógv
saman, og tað var ikki bert á
fiskivinnuøkinum.
Pápi Gunnar var Gunnar
Danielsen, kendur skipari í
Vági. Har hava vit tað serliga
samband, at langabbi mín,
Absalon í Tjørnustovu í
Norðragøtu, sigldi saman við
øllum sínum fimm synum
við Gunnari. Allir seks vóru
eina ferð við í senn! Minnist
framvegis, hvussu gott orða
lag abbi mín hevði til Gunn
ar.
Alt hetta gjørdi sítt til, at
eg koma at kenna alla familj
una. Fyrst og fremst var tað
Herborg, sum eisini var ein
persónligheit. Hon var ættað
av Viðareiði men vaks upp í
Vági. Børnini hjá Gunnar og
Herborg eru umframt Jórun,
Sólva, Inga, Oddvør og Gun
nar.
Fiskur, sjógvur og danski
staturin komu at gerast lívið
hjá Jórun. Eftir at hava fingið
millumskúlaprógv fór Jórun
í skrivstovulæru hjá Ríkis
umboðnum. Her arbeiddi
hon í fyrsta umfari til hon
var niðri eina tíð og arbeiddi
í danska innanríkisráðnum.
Í Danmark giftist hon í 1964
við fiskimanninum, Osmund,
sum var úr Leirvík.
Tey komu heim aftur, og
tá fór Jórun aftur at arbeiða
hjá ríkisumboðnum, har upp
gávan millum annað var at
týða greinar úr føroyskum
bløðum til danskt, so donsku
myndugleikarnir
kundu
fylgja við, hvat ið hendi her
á landi.
Fyri góðum 40 árum síð
ani byrjaði Osmund sítt reið
aravirksemi. Her kann eisini
sannast, at aftanfyri hvønn
virknan mann stendur ein
kvinna. Osmund dylur ikki
fyri, at Jórun eigur eisini sín
avgerandi leiklut í hesum
stóra virksemi, sum hevur
verið bæði á sjógvi og landi.
Her hevur talan verið um
slóðbrótandi
virksemi
á
mongum økjum.
Tað hevur gingið upp og
niður, sum er ein náttúrulóg
í fiskivinnuni. Nú er tað frá
landavinnan, sum tey hava
satsað uppá. At tað gongst
væl fekst ein ábending um
við tí milliarda sáttmálanum,
sum tað frættist um nú um
dagarnar.
Sjálvt so langt burtur
sum í Namibia, har Jórun og
Osmund nú eru stødd, hava
tey havt virksemi. Hetta var
í teimum árunum, tá ið tað
stóð á í Føroyum, og livast
mátti upp til, at “neyð lærir
nakna kvinnu at spinna”.
Nú hevur yngra ættar
liðið tikið við, men við tí
grundarlagi, sum er lagt av
foreldrunum, er fyritøkan í
góðum hondum.
Jórun og Osmund eiga
tríggjar synir, Helga, Tummas
og Gunnar, og teir hava givið
teimum 10 barnabørn. Jórun
arbeiddi seinnu árini hjá
sorinskrivaranum. Men tá ið
ommubørnini blivu so nógv,
fór hon heim og bleiv omma
burtur av. Hetta hevur hon
gingið uppí við lív og sál.
Jórun er bæði mentað og
vitandi. Vit bæði hava eisini
havt nógv samstarv okkara
millum. Jórun gav avgerandi
íblásturin til at fáa skrivað
søguna um Dollan, Daniel
J. Danielsen, systkinabarn
abba hennara, sum skapti
heimssøgu í Congo fyri meira
enn 100 árum síðuni, og hon
var eisini ein hollur stuðul í
hesum arbeiði
Góða Jórun. Hjartaliga til
lukku við »støvinum«, sum
kortini einki sæst til!
ó.
Jórun Justinussen 70 ár
Og heimurin kundi sæð øðr
vísi út. Føroyar kundu verið
eitt oyðið stað, og vit sum bú
leikast her, kundu livað onkra
aðrastaðni. Flest okkara eru
góð við landið Føroyar, og
ynskja framhaldandi at búgva
her. Vit eru framvegis her, og
vit hava eina sterka trúgv á, at
hetta skal nokk ganga.
Trúgvin hevur tó fingið
nøkur sløg á vangan, serliga
hetta seinasta - enn unga - val
skeiðið, og tíverri eru útlitini
ikki góð fyri at nakar bati fer
at vera í nærmastu framtíð.
Fjøllini standa enn, firðir,
havið og brimið eru har enn,
men tað menniskjaskapta væl
ferðarsamfelagið - sum hevur
týdning, og ger tað vert at liva
her - stendur fyri fallið. Ikki
tí vit ikki hava ráð, men tí vit
ikki vilja raðfesta tað.
Tá tað várar, og blómurnar
spíra, grøna grasið veksur og
ljósu dagarnar kveikja ein
lívgevandi anda, er tað gott
at kunna fara til arbeiðis, vit
andi at ein partur av mínum
arbeiðsavriki fer til at byggja
eitt trygdarnet til tey, sum ikki
eru líka heppin sum eg.
Várið og samhaldsfestið
gera hetta til eitt gott og trygt
land at búgva í.
Summarið, við sínum fjálgu
løtum, og longum døgum, har
tað ber til at ganga langar túr
ar eftir fjallarøðum, ella bara
at sita í túninum, vitandi um
at um at onnur eisini kunnu
njóta løturnar - sjálvt um teirra
inntøkur ikki eru so góðar.
Summarið og samhalds
festið gera hetta til eitt gott og
trygt land at búgva í.
Heystið, við tí skiftandi
veðurlagnum og máttmiklu
stormunum, har vit veruliga
fáa merkt vindar, regn og
ódnir á okkara andlit, hevur
sín vakurleika, og vit kunnu
trygt og fjálgt liva í og merkja
lívið. Eisini okkara veikastu
og minstu, tí umstøður er
skaptar, soleiðis at eisini tey
verða vard.
Heystið og samhaldsfestið
gera hetta til eitt gott og trygt
land at búgva í.
Veturin, har alt er í dvala,
og dagarnir gerast stuttir,
soleiðis at eg veri mintur um
at fanga løturnar, við kava,
gleri og spegilsklárum vøtn
um, minna á at tungar og
kaldar løtur kunnu eisini raka
mannalívið, og tá er gott at
onkur kann lofta.
Veturin og samhaldsfestið
gera hetta til eitt gott og trygt
land at búgva í.
Men, tíverri tykist eitt
politiskt heyst at vera komið,
har okkara uppbygdu væl
ferðarskipanir verða niður
laðaðar. Fyrst við tí ófíggjaða
"flatskattinum",
eftirlønar
skattinum og so við prátið
um møgulig gjøld fyri sjúkra
hústænastur. Tá gerst spurn
ingurin, um ójavni ikki kemur
í - hvørt tað er líka hugaligt at
vera verandi í landinum. Og
um vit ikki ansa okkum, verða
vit rakt av einum politiskum
vetri - har alt lív í landinum
verður rikið burtur.
Heldur ynski eg mær eitt
politiskt vár, har tær ábøtur,
sum
vælferðarsamfelagið
hevur tørv á, verða gjørdar.
Ein sosiallóggáva sum er tíð
arhóskandi, ein skattaskipan,
ið tekur hædd fyri, at summi
hava lægri inntøkur, og ikki
kunnu lofta sær sjálvum, um
eitthvørt í lívsins viðurskiftum
ikki gongur einum til vildar.
At holini í vælferðarskipanini
vera tett, soleiðis at eingin
dettur ígjøgnum. Tað snýr seg
um raðfestingar - og at tora at
raðfesta.
Ikk fyrr enn tá kunnu vit
møta tí politiska summari
num.
Tað kundi alt verið so gott!
Viðmerkingar
Jógvan Philbrow