mánadagur 28. januar 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
- Vit komu víðari, tí vit høvdu
bestu framførsluna hetta
kvøldið.
Tað sigur Jógvan Hansen,
sum um vikuskiftið var við
í innleiðandi kapping í ís
lendska Grand Prixnum. Og
so dregur hann beinanvegin
eitt sindur í land og sigur, at
hann plagar ikki at reypa so
leiðis.
- Eg hevði eina góða
kenslu, tá ið fóru av palli
num. Ofta hugsar mann
aftaná, at okkurt kundi verið
betri, og okkurt kiksaði eitt
sindur, men hesaferð hevði
eg kensluna av, at vit høvdu
havt eina sera góða fram
førslu, og at alt gekk væl,
sigur Jógvan Hansen.
Hann syngur sangin Til
Tín saman við ungu song
kvinnuni Stefanía Svavars
dóttir,
og
duettin
teirra
millum var væl framborin
og varð send beint í finaluna
í íslendska Grand Prixnum,
sum verður leygarkvøldið.
Gott at verða tvey
Jógvan
Hansen
hevur
tríggjar ferðir áður verið við
í Grand Prixnum í Íslandi, og
hann hevur áður staðið seg
væl. Hesaferð er hann fyri
fyrstu ferð á palli saman við
einum øðrum sangara, og tað
dámar honum væl.
- Stefanía syngur framúr
væl, og tað er onkursvegna
lættari at hava onkran at
deila pallin við. So stendur
tú ikki so einsamallur í
fokus, men hevur onkran at
deila uppmerksemi við, sigur
Jógvan Hansen.
Tvær innleiðandi kapp
ingar vóru um vikuskiftið,
og tað vóru atkvøður frá
hyggjarum, sum gjørdu av,
hvør kom víðari. Fríggja
kvøldið var okkurt óvæntað
úrslit, og tí var Jógvan Han
sen alt annað enn vísur í at
koma víðari, hóast hann helt,
at tey hava ein av bestu sang
unum í kappingini hesaferð.
- Eg veit ikki hví, men
áðrenn kappingina kendi
eg á mær, at vit fóru ikki
at koma víðari. Kanska var
tað úrslitið av kappingini
fríggjakvøldið, sum gjørdi
tað, men hinvegin var tað
eisini ein sterk kapping
leygarkvøldið. Tí vóru vit
sera fegin, tá ið vit vóru tey
fyrstu, sum vórðu valt út til
finaluna, sigur hann.
Nú skal kappast
Finalan í íslendska Grand
Prixnum
verður
leygar
kvøldið, og hon verður hildin
í stóra salinum í Harpuni í
Reykjavík. Íslendska sjón
varpið fer at senda beinleiðis
frá finaluni, og føroyska
sjónvarpið ætlar sær eisini
at varpa finaluna út til før
oyskar hyggjarar.
- Nú ætla vit okkum av
álvara at kappast í finaluni.
Tað kann tað sama verða vit,
sum onkur annar, ið vinnur,
sigur Jógvan Hansen.
Í finaluni verða tað hyggj
araatkvøður og dómaraat
kvøður sum telja helvt um
helvt, tá ið tvey tey bestu
skulu finnast. Síðani avgera
hyggjararnir, hvør av teimum
báðum fremstu skulu send
ast víðari at umboða Ísland
í europeisku kappingini, ið
verður hildin í Svøríki í mai.
eydun@sosialurin.fo
Eg fór væl nøgdur av pallinum
Eurovision - Nú ætla vit okkum av álvara at kappast í finaluni. Tað kann tað sama verða vit, sum onkur
annar, ið vinnur, sigur Jógvan Hansen, sum um vikuskiftið sang seg í finaluna í íslendska Grand Prixnum
Nógvur
roykskaði
Eldsbruni Enn er óvist,
hví eldur kom í eini sethús í
Klaksvík sunnumorgunin
Eyðun Klakstein
Beint fyri klokkan ellivu
fyrrapartin sunnudagin
kom eldur í eini sethús á
Víkavegnum í Klaksvík.
Sløkkiliðið í Klaksvík
var skjótt á staðnum, og
eftir einum góðum korteri
høvdu teir fingið tamar
hald á eldinum.
Eldurin
kyknaði
í
einum
rúmi
í
niðaru
hæddini, og alt er brent
innan úr hesum rúmi.
Eldurin breiddi seg nakað
í niðaru hæddini, men
hevur ikki gjørt so nógvan
skaða í ovaru hæddini.
Men stórur roykskaði er
um øll húsini.
Fólkini,
sum
búgva
í húsunum, vóru á veg
av húsum, tá ið tey
varnaðust eldin í niðaru
hæddini. Eingin fólka
skaði var.
Enn kann einki sigast
um orsøkin til eldsbrun
an. Tað er uppgávan hjá
løgregluni at kanna elds
brunan og fáa staðfest or
søkina til hann.
eydun@sosialurin.fo
Nakað av eldi og
nógvur roykur var
frá eldsbrunanum
í Klaksvík
sunnumorgunin
Mynd: Eyðun Klakstein