Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Dimmalætting gjørdist stóri sigurs­harrin, tá bestu journal­istisku avrikini skuldu finnast á samkomu hjá Føroyskum Miðlafólkum leygar­kvøldið. Stóri heiðurin, sum í fjør varð kallað “ársins dekn­ing­ ur”, eitur nú Winther-heið­ urs­l­ønin. Hon verð­ur latin journalisti ella journal­ist­ toymi, sum við ser­liga dygd­ar­ góð­um journal­ist­isk­um hand­ verki miðvíst hevur við­gjørt og sett á breddan eitt týðandi samfelagsligt evni farna árið. Winther-heið­ur­s­lønin er nevnd eftir Niels Winther, sum var ein slóð­brótari í føroyskari miðla­søgu og gav út fyrstu før­oysku avísina, Fær­inge­tidende. Í síni grundgeving fyri at lata henda heiður til Dimma­lætting sigur dóms­ nevndin millum annað: “Hygg­ja vit aftureftir síggja vit, at á redaksjónum hevur áhald­andi verið arbeitt við at seta týðandi samfelagslig evni á breddan. Vit síggja, at redaksjónir hava roynt at bitið seg fast í summi evni, tó at bitið ikki altíð hevur verið nóg fast. Nevndin hevur tí valt, at fyrsta Winther- heiðurs­lønin verður latin eini redak­sjón – einum toymi – fyri dygdargott journalistisk hand­verk í fleiri týðandi sam­felags­ligum evnum. Eini redaksjónin, sum hevur tikið evni upp, ið onnur helst vildu, vóru tagd burtur.” Meira heiður Besta greinina í 2012 skrivaði Georg L. Petersen. Journal­ isturin átti tríggjar av fýra greinum, ið vóru innstillaðar hesa­ferð. Dómsnevndin valdi greinina “Stranda skúli broytti ársmet eftir próv­ handan” sum ta bestu. Í síni grund­geving segði Dóms­ nevndin millum annað, at hetta er ein klassisk tí­ð­inda­ søga við øllum tí, sum ein slík skal innihalda. Besta innslag í fjør var “Dottin úr ALS”, sum Berg­ljót D. Hentze og Høgni Jacob­ sen gjørdu til Dag & Viku. Innslagið er søgan um ein vanligan borgara, sum datt út samfelagsliga trygdar­ netinum, ið Arbeiðs­loysis­ skipanin nú eina­ferð er. Besta sending í fjør eit­ ur “Eg vil ikki krógva tað”, ein sending um lívið á Psykiatriska Deplinum á Lands­sjúkra­húsinum. Heini í Skorini og Hans Petur Han­ sen løgdu til rættis. Fimta heiðurslønin, ið varð latin leygarkvøldið, var fyri Ársins Pressumynd. Hana eigur Tróndur dalsgarð fyri myndina til greinina “Eitt aftur­stig at flyta heimaftur”, sum stendur í bókini Exit Før­oyar. Myndin lýsir høgu prísir­nar í samfelagnum. Dómsnevndin er mann­ að við fólki, sum hava stórt innlit í føroyska fjøl­miðla­ heimin, men sum í løtuni ikki arbeiða á nøkrum miðli. Tey eru Beinta Løwe Jacob­ sen, Kári Mikkelsen, Helgi Arntórsson, Øssur Winther­ eig og Birgir Kruse. Dimma fekk ársins Winther Allir miðlar hava trong fíggjarlig kor og freistandi og lætt er at slaka í journalistisku dygdini, men Winther- heiðurslønin verður latin eini redaksjón, sum ikki hevur slakað, men hildið journalistiska handverkið í hevd. Tað segði dómsnevndin, sum leygarkvøldið gav redaktiónini á Dimmalætting fyrstu Winther-heiðurslønina Í eina tíð hevur ymiskt fyri­ reik­ingar­arbeiði verið gjørt, men nú er sjálv byggingin av nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi í Eystur­oy farin í gongd, og teir fyrstu formarnir eru sett­ir upp. Tað er byggivirkið KBH, ið er høvuðsarbeiðstakari. Undir­veitarar eru millum ann­að Rók-El til elarbeiðið og Zacharias Leitisstein til HVS-arbeiðið. Avtala er eisini gjørd við Timbur­handi­l­in Borg um keyp av til­fari. Teknistovan í Gøtu hev­ ur teknað bygningin, og teir fara eisini at hava eftirlitið í byggi­tíðini. 800 fermetrar Nýggja viðgerðarheimið er umleið 800 fermetrar í einari hædd. Tað verður bygt á Nesi í Eysturoy í sera vøkrum umhvørvi. Tað vera 14 kømur. Eisini eru við­gerðar­høli, skrivstovur, køkur, felagshøli, venj­ingar­ høli, vaskihøli og annað. Samlaði kostnaðurin av byggingini er góðar 12 millión­ir krónur, og tað verð­ur fíggjað av gávum, luta­seðlasølu og yvirskoti frá blákrossbúðunum og endur­nýtslu­handlinum hjá Bláa Krossi. Grundstykkið er latið, og Blái Krossur fær eisini endurgoldið mvg- upp­hædd­ini sambært lóg. Blái Krossur eigur og hevur fing­ið tilsøgn um stuðul svar­andi til næstan helm­ ingin av byggi­kost­naði­num. Tað er tó framvegis brúk fyri nógvum pengum aftur­at. Blái Krossur hevur fing­ið tilsøgn um lán frá peningastovni, men ætlan­ in er ikki at stríðast við eitt stórt lán nógv ár fram í tíðina, men heldur at fáa nógvan pening inn í byggi­tíðini, so ikki verður neyðugt at taka stórt lán. Blái Krossur takkar hjarta­liga fyri allar tær mongu gávurnar, ið eru komn­ar inn higartil, bæði frá einstaklingum, fyri­tøk­ um og øðrum. Vónað verð­ ur, at føroyingar eisini í kom­andi tíð fara at stuðla bygg­ing­ini. Fyri at spara, verður eitt sindur av sjálvbodnum arbeiði. Talan er í høvuðs­ heitum um rør og kloakk­ arbeiðið í samband við reinsiverkið (rottangan), fáa til vega tilfar til uppfylling og steinseting umframt málara­ar­beiðið. Liðugt á vári 2014 Tað er Blái Krossur Før­oya, ið letur nýggja við­gerð­ar­ heimið byggja og rindar fyri tað. Raksturin av heiminum fer tó framvegis – eins og á Blákrossheiminum í Havn – at verða goldin yvir fíggjar­ lógina. Tað er ikki heilt greitt enn, nær byggingin verður liðug, men væntandi kann heim­ið takast í nýtslu á vári 2014. Tá verður alt virksemið á Blákrossheiminum í Havn flutt inn í nýggja við­gerð­ar­ heim­ið á Nesi. Arbeiðið er byrjað at gera nýtt viðgerðarheim Nú er arbeiðið farið í gongd at byggja nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa Krossi á Nesi í Eysturoy. Einaferð á vári í 2014 verður heimið eftir ætlan klárt at taka í nýtslu Menn frá byggivirkinum KBH eru í gongd við at seta formarnar upp á grundstykkinum á Nesi