mánadagur 28. januar 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Talan var um eina frumframsýning
av steypafinaluni hjá kvinnum, tá
Neistin hevði vitjan av VB á høllini
á Hálsi. Tað gekk javnt á eina løtu
í fyrra hálvleiki, men Neistin hevði
allatíð takið á dystinum.
Tað sást aftur á VB liðnum, at tær
so seint sum í gjár spældu seinnu
hálvfinaluna í steypakappingini.
Fleiri spælarar fingu møguleikan,
og av tí saman tóktist Neistin
heldur ikki spæla við fullari ferð.
Serlga í seinna hálvleiki var ferðin
lág og feilirnir nógvir.
Neistin hevur framvegis fult
stigatal eftir 12 umfør, meðan VB
hevur átta stig á triðja plássi.
trondur@sosialurin.fo
Ítróttarstubbar
Tróndur Arge
Hondbóltsambandið hevur í
tíðindaskrivi átala dómara
kritikk, sum heimasíðurnar hjá
feløgunum koma við. Tað verð
ur ikki víst til ávísar heima
síður ella avis feløg.
Tað stendur millum annað í
tíðindaskrivinum at:
»Hervið skal verða kunn
gjørt, at starvsnevnd HSFs tek
ur frástøðu frá, at tað á heima
síðum hjá feløgum verður lagt
eftir dómarum við einvísari
niðurgering og útspilling.«
HSF vísur á, at tað er torført
at verða dómari, og at uttan
dómarar er ongin hondbóltur.
Somuleiðis verður víst á, at tað
verður arbeitt við at menna
dómarar í Føroyum við millum
annað at hava dómaraeygleið
arar til fleiri av dystunum.
Hondbóltssambandið heitir
á feløgini um at standa aftan
fyri dómararnar.
»Við hesum vil starvsnevnd
HSF undirstrika, at hon stend
ur aftan fyri dómararnar og
dómarayrkið og vil heita á
limafeløgini at gera tað sama.«
HSF átalar
dómarakritikk
Hondbóltur Hondbóltssambandið
er í øðini inn á heimasíðurnar hjá
hondbóltsfeløgum, sum velja at
leggja eftir dómaranum við »einvísari
niðurgering og útspilling«
www.hsf.fo:
– Hervið skal verða kunngjørt, at starvsnevnd HSFs tekur frástøðu
frá, at tað á heimasíðum hjá feløgum verður lagt eftir dómarum
við einvísari niðurgering og útspilling.
www.nordlysid.fo:
– Við einum yvirskoti uppá tvey mál tá tað restaði ein minuttur í
seinnu hálvfinaluni »var« Stjørnan í steypafinaluni, og so álikavæl
standa eftir við ongum, tá avtornar, tað er ófatuligt.
www.hb.fo:
– Hóast umstøðurnar í Gundadali eru góðar, er stórt trot á
vallarplássi til fótbóltsspæl í høvuðsstaðnum. 11.000 fólk
í Eysturoynni hava 8 góðkendar vøllir, meðan 19.000 fólk í
høvuðsstaðarøkinum berjast um 3 góðkendar vøllir.
www.fsf.fo:
– Føroysku áskoðararnir, ið ætla sær til landsdystin í Eysturríki 22.
mars, hava nú møguleika at ogna atgongumerkir á heimasíðuni
hjá FSF.
www.hvannrok.fo:
– Myndir og ítróttur hoyra saman, tí hevur tú ikki ítróttamyndir, so
er vónleyst at skriva um ítrótt. At taka góðar myndir er í míni verð
list, og tað eru fólk, sum eru betri til hesa list enn onnur.
www.sudurras.fo:
– Tik, tok, tik, tok … tey seinastu 2-3 sekundini av dystinum fara
við áskoðarabrølum av teimum heilt stóru í Vágs Høll. Og, sum
Niels Petersen segði LIVE á Suðuroyarportalinum, »sikken eitt
upplivilsi«.
www.svimjing.com:
– Óli Mortensen megnaði í kvøld at vinna gull á Reykjavík
International 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin
uppá 4:06.44.
Heimasíðurnar siga:
Neistin - VB 33-24 (16-13)
Neistin: Barbara Brauer 10, Jacklin Durhuus 8, Nicoleta Hansen 5, Bára Hansen 4, Birita
Jacobsen 2, Eir Berg 2, Marjun F. Danberg
VB: Una Nolsøe 5, Tamara Radic 5, Gurið Mortensen 3, Marijana Trbojevic 3, Laila
Jespersen 3, Christina Holm 2, Rannva Johannesen 1, Birita H. Olsen 1
Óli
Mortensen
megnaði
í
kvøld at vinna gull á Reykjavík
International 2013, tá ið hann
í 400 metra frísvimjing svam
teinin uppá 4:06.44, framman
fyri norsku Morten Bordevic
4:07.01 og Erik Årsland á
4:08.20.
Splitt-tíðirnar
siga
sína
søgu, at tað var Bordevic sum
svam fyrstu 50 skjótast, áðrenn
Årsdal tók yvir og førdi greitt
fram til 300 metrar. Bordevic
vann so inn aftur á Årsdal við
Óla á sleip, áðrenn Óli síðstu
50 setti spurtin inn, 28.91
sekund ímóti teimum 29.85 hjá
Bordevic.
Gull til juniorin úr Havnar
Svimjifelag, í altjóða senior
kapping, og juniormet eisini,
í mun til hansara 4:06.74 frá
íslendsku
meistarastevnuni
í apríl 2012, skrivar svimjing.
com
trondur@sosialurin.fo
Óli vann gull í Íslandi
Neistin vann lættan sigur
Hondbóltur Tað var uttan dramatikk og spenning at, Neistin
vann á VB í gjár. Úrslitið gjørdist 33-24 til heimaliðið.
Mynd: Álvur Haraldsen