mánadagur 28. januar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
coca-cola cup seinna hálvfinalan
– Eg skilti tað ikki
fyrr enn høllin kókaði
Hondbóltur Tað sigur Una Egilsdóttir, sum skoraði avgerandi málið fyri VB, tá tær í seinastu
sekundunum av seinnu hálvfinaluni í steypakappingini tryggjaðu fær pláss í finaluni
Tróndur Arge
Upp á ein minutt megnaði VB at
skjóta trý mál, og á ótrúliga hátt
at vinna sær pláss í steypafinaluni.
Tað gekk so skjótt fyri seg, at avger
andi málskjúttin ikki visti av, at hon
skoraði avgerandi málið
– Eg visti ikki at vit vóru í
steypafinaluni, fyrr enn fólk komu
rennandi inn á vøllin. Tá hugdi eg
upp á klokkuna og sá at tað stóð
24-19. Men eg skilti tað ikki fyrr
enn høllin kókaði, greiðir Una Egils
dóttir frá eftir dystin.
Næst bestu liðini hjá VB og
Stjørnuni spæla, og fleiri VB við
haldsfólk eru framvegis í høllin.
Gleðin og smílini eru at fáa eyga á.
Una hevur í seinastu minuttinum
ikki greiðu á hvat støðan er, men
hon stóð á rætta stað tá hon
skuldi.
– Eg veit ikki havt eg hugsaði. Eg
fór bara fram og stillaði meg har.
So kastar Guðrun bóltin fram og
eg royndi at strekkja meg, tí tað sá
út sum at bólturin bleiv ov langur,
sigur Una við einum stórum smili.
– Vit fingu trý mál seinasta
minuttin, og eg kláraði ikki at
regristrera í høvdinum, men kropp
urin hevur helst regristrera tað, tí
eg stillaði meg har frammi at bíða
eftir bóltinum, sigur Una víðari.
»Hevði eg vita tað«
Tað kom kanska VB til fyrimuns, at
Una ikki hevði greiðu á, at tað stóð
so nógv upp á spæl í seinastu sek
undunum.
– Hevði eg vita tað, so hevði eg
kanska ikki skora, tí so hevði eg
heilt sikkurt fingið nervar, men tað
var eitt ella annað, sum sigur mær,
at eg skuldi standa har. Eg veit bara
ikki hvat tað var, tí eg visti ikki av at
støðan var sum hon var, sigur Una
víðari og flennir.
Klokkan á talvuni vísti at tað
vóru trý sekund eftir, tá Una skoraði
avgerandi málið. Men umframt at
hon ikki hevði greiðu á samlaðu
støðuni, so visti hon heldur ikki
hvussu nógv tíð var eftir.
– Eg hevði heldur ikki ánilsi fyri
hvussu nógv tíð var farin. Eg vendi
mær bara við og skjeyt. Eg skjeyt
faktist beint fram og tað var ikki
nakað gott skot. Tað var í miðhædd,
men eg visti at málverjin hjá
teimum oftast fer í longra hornið,
so eg skjeyt bara beint fram við
nærmastu stong. Bólturin fór inn
og tað er tað, ið telur, sigur ein sjón
liga fegin Una Egilsdóttir.
Una lesir í danmark, men kom
heim fríggjdagin í farnu viku, so
hon náddi at vera við í báðum
hálvfinalunum. Hon er nú farin
niður aftur, men vónar at vera í Før
oyum til sjálva steypafinaluna, sum
verður um góðar tvær vikur.
Samanlagt endar hálvfinalan
millum VB og Stjørnuna 44-44, men
VB kemur víðari, tí tær hava skor
að eitt mál fleiri enn Stjørnan á úti
vølli.
trondur@sosialurin.fo
Coca Cola Cup - Steykapapping kvinnur
VB - Stjørnan 24-19 (9-10)
VB: Una Egilsdóttir 6, Rannva Johannesen 5, Gurið Mortensen 4, Helga Eyðusdóttir 4,
Marijana Trbojevic 2, Tamara Radic 1, Laila Jespersen 1, Christina Holm 1
Stjørnan: simona Petersen 7, Lovisa Lassen 6, Ema Bezanovic 3, Ella Petersen 2,
Durita Christophersen 1
Tað sigur venjarin hjá Stjørnuni,
Svein Rógvi Ljósstein Nielsen, um
kensluna tá VB í evstu løtu stjól
plássið í steypafinaluni.
Lagið var sjálvtsagt ikki gott
á Svein Rógva eftir dystin. Hann
hevði ilt við at seta orð á hvat var
hent, tí Stjørnan tóktist allan vegin
hava tak á VB í samlaðu støðuni.
Men okkurt gongur heilt galið á tí
annars so tiltikna steypaliðnum
úr Klaksvík.
– Nógvir tekniskir feilir, nógv
ir brendir møguleikar og stressað
hondbóltsspæl. Vit hava tamar
hald á VB í álopsspælinum, men
vit gera alt ov nógvar feilir í álops
spælinum, sum tær so revsa við
mótálopið, sigur Svein Rógvi.
Tá ein minuttur er eftir hevur
Stjørnan ein leiðslu upp á trý mál,
men hvat gongur gali seinasta
minuttin?
– Í staðin fyri at halda ferðina
uppi og koma niðan á vøllin, so
byrja vit at ganga hondbólt. Vit
geva VB møguleikan at stressa
okkum, sigur Svein Rógvi, sum
annars hevði eitt time out kort í
hondini.
– Eg angri meg ikki yvir at eg
ikki tók time out, tí eg fekk ikki
tíð at taka tað. Tað, sum eg kundi
hugsað mær hendi, hendi ikki. Eg
vónaði, at vit vóru meiri róligar og
spældu bóltin runt heldur enn at
missa hann, er staðfestingin frá
Svein Rógva.
Í Stjørnuni høvdu tey hug at
undrast á, at VB onga útvísting
fekk í øllum dystinum, og at
Stjørnan fekk seks.
– Eg undrist eitt sindur á, at vit
hava seks útvísingar og tær onga
hava. Tað er serliga fyrra útvís
ingin hjá Lovisu Lassen, sum eg
haldi er ov langt úti. Í tí førinum
mugu dómararnir duga at skilja, at
Lovisa ikki er óð inn á dómararnar,
men inn á at hon sjálv hevur brent,
men tað er ongin umbering fyri at
tapa, sigur ein vónbrotin Svein
Rógvi.
Tað var ein langur steðgur í
fyrra hálvleiki, tí klokkan í høll
ini var óvirkin. Tað var heldur
óheppið fyri Stjørnuna, at tær ikki
fingu eitt mál góðkent, tá Simon
Petersen meddaði til, men klokkan
av sær sjálvum fór at ýla.
Dómaraparið, Karstin Joensen
og Kári Hansen, høvdu ongan ann
an møguleika enn at kolldøma
málið og steðga dystinum. Feløgini
avráddu at spæla víðari. Sum
skilst, so ger Stjørnan ikki nakað
við málið og tónin tóktist eisini
vera, at tað var ikki rætti mátin at
fara fram. Helst tí hendingin fór
fram so tíðliga í dystinum og ikki
hevði avgerandi týdning í løtuni.
trondur@sosialurin.fo
– Eg havi ikki orð fyri tí
Mynd: Áki Bertholdsen
– Eg undrist eitt sindur á,
at vit hava seks útvísingar
og tær onga hava