mánadagur 28. januar 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Dysturin í Gundadalshøllini í gjár
kvøldið, tá Fleyr tók ímóti SÍ, var
klárt tann mest spennandi hjá
monnunum, sum um vikuskiftið
spældu ikki færri enn fýra dystir.
Undan dystinum vóru bara tvey
stig á muni, og hevði tað eitt nú
eydnast Fleyr at vunnið 3-0, hevði
blivið javnt í stigum og næstan
javnt í settum eisini.
Tað sást eisini beinanvegin, at
teir í Fleyr vóru øgiliga spentir og
uppsettir, tí teir løgdu fyri sum eitt
ódnarveður og vóru á odda allan
vegin uppeftir í fyrsta setti. Serliga
riggaði væl at serva beint á spæl
andi venjaran hjá SÍ, men hann
dugdi at lesa skriftina á vegginum
og skifti seg sjálvan út til annað
sett. Tá riggaði ikki meira, og líka so
sannførandi, sum Fleyr hevði verið í
fyrsta setti, var SÍ tað í øðrum, mill
um annað við munandi tryggari
móttøkum enn áðrenn.
Sørvingar fóru eisini avstað
við triðja setti, ið tó bleiv munandi
meira spennandi, eins og fjórða sett
gjørdi tað, tá Fleyr tó vann. Hesi
bæði settini megnaðu liðini bæði
at vísa fínan flogbólt, umframt
at tað var javnt og spennandi frá
byrjan til enda, so her kundi ein
og hvør síggja, at nógv stóð upp á
spæl. Menn tordu betur at spæla,
og serliga kom SÍ fyri seg, eftir at
hava spart eitt sindur ov nógv upp
á slagkraftina í fyrru settunum.
Nú alt skuldi avgerast í fimta
settinum, lá líkasum í luftini, at her
kundi alt henda, men so bleiv ikki,
tí nú kom størra breiddin hjá sørv
ingum veruliga til sjóndar. SÍ var
klárt betri, og tá liðini skuldu skifta
síðu, vóru sørvingar longu á odda
8-1, og teir vunnu eisini settið 15-8 og
tryggjaðu sær sigurin og avgerandi
fyrimun í kappingini um at koma í
FM-finalurnar ímóti ÍF.
Ættarliðsskifti
Leygardagin hevði SÍ eisini frægastu
upphitingina til »hálvfinaluna«
ímóti Fleyr í gjár, tá tað á heimavølli
í Sørvági eydnaðist at vinna ein
greiðan sigur á Mjølni, sum í vetur
hevur verið ígjøgnum eitt satt
ættarliðsskifti, ið hevur merkt
stigaturk
hetta
kappingarárið,
men sum óivað fer at løna seg væl
í framtíðini.
Seinnu árini hevur Mjølnir
koyrt við nógvari rutinu, men nú
er beint øvugt, tí av teimum meira
tilkomnu var bara Jón Syderbø við
hjá klaksvíkingum, umframt at
Jóannes Poulsen var við sum eyka
maður.
Hinvegin hava sørvingar leingi
dugað væl at slúsað ungt fólk inn
á liðið, og tí merkist tað ikki sum
nøkur stór broyting, men ein stigvís
menning alla tíðina. Av tí sama er
breiddin munandi betri hjá teimum
í SÍ, sum eisini hevði munin allan
dystin leygardagin. Í øðrum setti
fekk Mjølnir blokkin at koyra nokk
so væl eina góða løtu, men annars
var mótstøðan frá SÍ ov sterk.
ÍF í serklassa
Alt kappingarárið hevur kappingin
hjá serliga tveimum av hinum trim
um liðunum snúð seg um at koma
í FM-finalurnar ímóti ÍF, og tað
skyldast heilt einfalt, at ÍF í vetur
hevur verið í serflokki tað besta og
mest støðuga liðið. At so er, vístu
fuglfirðingar eisini um vikuskiftið,
tá teir fyrst leygardagin spældu
heima ímóti Fleyr og so sunnudagin
á útivølli ímóti Mjølni.
Í dystinum leygardagin fekk
Fleyr ongantíð fótin fyri seg, men
mátti finna seg í at skula renna
aftaná frá byrjan til enda. ÍF sat
á øllum og gav ongantíð havnar
monnunum loyvi til at koma inn í
dystin, og tí gjørdist talan um trý
sett við alsamt greiðari muni, sum
tað leið út á dystin.
ÍF hevur eisini sett fleiri og fleiri
av sínum ungu spælarum við, men
at tann royndasti, Rúni Weihe, nú
spælir libero, ger liðið bara betri.
Og tá ÍF var í Klaksvík sunnudagin
og setti triðja sett til, skyldaðist tað
mest, at Boban Ilic fór út eina løtu
og var ov seinur at koma innaftur,
og í fjórða setti styrktist liðið enn
meira, tá eisini Bartal Eliasen kom
inn.
Myndin av tí dystinum var
annars, at ÍF læt teir ungu sleppa
at taka ábyrgd og tað megnaðu teir
sum heild fínt. Tí kann staðfestast,
at megna fuglfirðingar at varðveita
fólkið, verður tað ikki bara hetta
kappingarárið, ið helst fer at hilnast
væl, men eisini nøkur av teimum
komandi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
ÍF
13
13
0
39
3
36
21
SÍ
13
8
5
26
20
6
12
Fleyr
13
5
8
20
24
-4
8
Mjølnir
13
0
13
1
39
-38
0
26/01
SÍ - Mjølnir 3-0
(25-13, 25-21, 25-20)
26/01
ÍF - Fleyr 3-0
(25-19, 25-18, 25-16)
27/01
Mjølnir - ÍF 1-3
(13-25, 18-25, 25-19, 11-25)
27/01
Fleyr - SÍ 2-3
(25-17, 14-25, 23-25, 27-25, 8-15)
Sørvingar vunnu sær fyrimunin
Flogbóltur Í Eikliguni hjá monnum hevur verið eitt sindur av kapping millum SÍ og Fleyr
um at koma í finaluna ímóti ÍF, men nú SÍ í gjárkvøldið dró longra stráið í uppgerðini teirra
millum, hevur liðið eisini vunnið sær ein avgerandi fyrimun í endaspurtinum
Eik-ligan menn
Fuglfirðingar eiga nógv besta mansliðið í vetur, og Fleyr, sum kappast við SÍ um at koma í FM-finalurnar ímóti ÍF, megnaði einki at gera við fuglfirðingar leygardagin
Myndir: Álvur Haraldsen