mánadagur 28. januar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Einki av hinum liðunum megnar
at nerta Mjølnir, sum aftur í vetur
hevur bygt víðari á sítt góða grund
arlag, ið nú við framúr úrslitum
hevur staðið sína roynd seinnu
árini. Styrki, royndir og breidd eru
trý av fleiri lyklaorðum, ið kunnu
brúkast um liðið úr Klaksvík, ið
koyrir avstað og er greiður favoritt
ur til greipuna í vetur.
So mikið einastandandi hevur
spælið hjá Mjølni verið í vetur, at
bara tvey sett eru tapt, og tí standa
á stigatalvuni imponerandi tølini,
ið vísa, at Mjølnir hevur vunnið
allar sínar 15 dystir og hevur sett
munin 45-2! Tað fyrra mista settið
var á heimavølli ímóti Fleyr í
fyrsta landskappingarumfari og
tað seinna ímóti SÍ í fjórða umfari,
men síðani er einki mist, sam
stundis sum stigatalvan vísir, at tað
helst verður annað av hesum báð
um mótstøðuliðunum, ið kemur í
finaluna.
Leygardagin hevði Mjølnir vitjan
av ÍF, sum fekk av at vita og slett
ikki fekk víst nakað sum helst, tí
Mjølir koyrdi so mikið sannførandi
avstað frá byrjan til enda, at ÍF einki
av settunum kom upp á tvísifrað tal
av vunnum bóltum!
Fleyr væl við
SÍ hevur tað mesta av vetrinum ver
ið næstfremst á stigatalvuni, og har
var heldur ikki nakar slingur í vals
inum, tá kvinnurnar úr Kollafirði
komu á vitjan leygardagin. SÍ var
gjøgnumgangandi betra liðið og
spældi við einari sterkari stammu,
ið KÍF slett ikki kundi matsja.
Gamaní fekk KÍF bitið eitt sindur
frá sær í triðja setti, men tað stóðst
helst mest av, at kvinnurnar úr Sør
vági tóku sær av løttum ímóti end
anum.
Hini bæði liðini, ið hava ligið
framvið at koma í FM-finalurnar,
hava verið Fleyr og TB, og tey bæði
møttust í Gundadalshøllini í gjár,
men har megnaði Fleyr at seta ting
ini so mikið upp á pláss, at TB misti
týðandi fet í finalukappingini.
Hjá Fleyr gekk strúkandi í fyrsta
setti, men so kom TB í gongd í
øðrum setti og var á odda 20-11, tá
Fleyr vann bóltin aftur og Guðrið
Syderbø slapp at serva og gjørdi
bart, tí hon stegðaði ikki aftur, fyrr
enn Fleyr hevði vunnið settið 25-20!
TB gavst ikki so, men bleiv við, og
í triðja setti bragdaði, men so var
eisini liðugt. Fleyr, sum ikki spældi
væl í triðja settinum, fekk stýr á tað
heila í fjórða og megnaði tá at koyra
bæði settið og sigurin heim.
Sostatt er Fleyr framvegis væl við
í kappingini við SÍ um annað FM-
finaluplássið. SÍ hevur trý stig fleiri
og munandi betri settmun, men
allíkavæl kann nógv henda enn, so
her má staðfestast, at kappingin
framvegis er opin. Hinvegin er TB
nú ov langt afturi til at kunna hótta
SÍ, og spurningurin er eisini, um TB
hevur neyðugu styrkina til tað. So
tað sær altso út til at standa millum
SÍ, ið er frægast fyri, og Fleyr, ið skal
royna at bjóða av, nú kappingin er
farin at halla.
Tætt á Toftum
Tann dysturin, sum á pappírinum
sær mest spennandi út um viku
skiftið, var dysturin á Toftum í gjár
millum Ternuna og Drátt, sum eru
tvey av liðunum í niðaru hálvu á
stigatalvuni. Men fleiri av teimum
eru nokk so jøvn, so tí kann meira
enn so koma fyri, at talan er um
spennandi dystir.
Ternan vann 3-0 á Drátti, men
settúrslitini kundu bent á ein dyst,
ið var meira spennandi enn ein van
ligur 3-0 dystur. Í fyrsta setti vann
Ternan 28-26 og so 25-23 í hinum
báðum settunum, men hóast hetta,
so frætta vit av Toftum, at Ternan
hevði gott stýr á tí heila og at tað
ongantíð bleiv so spennandi, sum
slík tøl kundu bent á.
Dráttur møtti ikki við sterkastu
manning, men hinvegin gav Ternan
sínum yngru spælarum møguleikan
hesaferð, og eitt nú fekk ein 14 ára
gomul sín fyrsta dyst. Ternan hevði
rutinuna á bonkinum, men gjørdi
ikki so nógv brúk av henni, burtur
sæð frá, at akslaskadda Sóley
Troleis í tveimum settum kom inn
til teir báðar síðstu bóltarnar.
Av Toftum verður sagt, at av tí
at tær kanska ikki eru so vanar at
vinna, kann tað gerast eitt sindur
nervøst, tá liðið kemur langt fram
um og so fer at slappa í so nógv
av, men hesaferð megnaði liðið at
halda fast til tað síðsta, og tí var 3-0
sigurin tryggari, enn tølini annars
kundu bent á.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
15
15
0
45
2
43
24
2 SÍ
15
12
3
39
10
29
20
3 Fleyr
15
10
5
34
20
14
17
4 TB
15
10
5
31
21
10
14
5 Ternan
15
5
10
20
34
-14
9
6 Dráttur
15
5
12
20
32
-12
8
7 KÍF
15
3
12
13
39
-26
5
8 ÍF
15
0
15
1
3
-44
0
26/01
Mjølnir - ÍF 3-0
(25-9, 25-8, 25-9)
26/01
SÍ - KÍF 3-0
(25-12, 25-7, 25-21)
27/01
Ternan - Dráttur 3-0
(28-26, 25-23, 25-23)
27/01
Fleyr - TB 3-1
(25-11, 25-20, 20-25, 25-19)
Eik-ligan kvinnur
Tað er Mjølnir – og so rest
FLOGBÓLTUR Tað, sum kappingin í Eikliguni hjá kvinnum í vetur snýr seg um, er møguleikin hjá SÍ, Fleyr ella
TB at kunna bjóða Mjølni av í FM-finalunum, tí enn einaferð hava klaksvíkskvinnur suverent tað besta liðið
Kvinnurnar hjá Mjølni eru í
serklassa besta liðið í vetur,
og tað kom eisini til sjóndar
leygardagin, tá ÍF var á vitjan
og fór avstað aftur við ongum
Mynd: Álvur Haraldsen
Fleyr roynir at kappast við SÍ
um at koma í FM-finalurnar,
og við at vinna á TB í gjár tók
Fleyr eitt stig rætta vegin í tí
kappingini, samstundis sum
TB datt niður ímillum
Mynd: Álvur Haraldsen