Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Fleiri málrevar í fremstu røðini Fótbóltur Eftir at Finnur Justinussen og nú Øssur Dalbúð eru komnir úr útlegd og aftur í føroysku kappingina er møguleiki fyri, at kappingin um plássið ovast á máltindinum fer at verða uppaftur størri, enn hon var í fjør, tá ið tveir spælarar endaðu á toppinum Jóannes Hansen Hóskvøldið visti Portalurin at siga, at ÍF hevur skrivað sáttmála við Øssur Dalbúð. Sáttmálin sigur, at Øssur skal umboða ÍF í 2013. Tað hevur ljóðað, at eisini onnur feløg – eitt nú HB, NSÍ og Víkingur – vóru áhugað í at fáa Øssur í sín part, men nú endaði tað altso við, at tað verð­ ur ÍF, sum Øssur Dalbúð fer at um­ boða hetta kappingarárið. Harvið er Øssur Dalbúð aftur í felagnum, sum hann higartil hevur gjørt størstu skreytirnar fyri í fremstu føroysku deildini. Tað var í 2010, tá ið tað lá væl fyri, og Øssur í lands­kappingini skoraði tíggju ferð­ir fyri ÍF. Takið hjá Albert Ellefsen, ÍF venj­aranum, er nú at fáa annan av toppskjúttunum í fjør, Clayton Soares, og Øssur Dalbúð at svinga sam­an í álopspartinum. Tað kenn­ ist vera spennandi avbjóðing. Teir eru báðir málsóknir, og teir hava báðir víst, at teir hava gott spæl­ skil, og hjá hvørgum teirra ræður um at fokusera so nógv upp á mót­ støðu­málið, at teir gloyma at spæla uppaftur liðfelagar í uppaftur betri støðu leysar. 23 ára gamli Øssur Dalbúð hev­ ur seinastu árini búð í Keyp­manna­ havn. Hann hevur roynt seg í 2. Deildarfeløgunum Hvidovre, har gamla Brøndby verjukempan Per Nielsen er venjari, og í B1908 á Amager, men skaðar hava darvað. Ikki minst kom tað illa við, tá ið Øssur á sumri í 2011 kom heim at hjálpa ÍF. Beinanvegin í fyrstu venj­ingini í Fuglafirði var hann so óhepp­in at bróta beinið, og tann skaðin oyðilegði 2011 kappingina og upp­startin til 2012 kappingarárið. Nú fær Øssur møguleika í ÍF at vísa, um máltevið og fótbóltsevnini framvegis eru, sum tey vóru, tá ið hann fór av landinum. Øssur Dalbúð hevur spælt 14 U-21 landsdystir, men higartil hava tað ikki verið boð eftir honum á A-landsliðnum. Finnur leitar eftir málinum At Víkingur at enda ikki gjørdi so ógvuliga nógv av í royndini at fáa Øssur Dalbúð at spæla í Sarpugerði, komst fyrst og fremst av, at tað eydn­aðist at fáa Finn Justinussen at koma heim aftur úr útlegd. Í fjør royndi Finnur Justinussen seg í Svøríki, og tað gekk ikki so væl. Hann var so óheppin at bróta beinið í fyrireikingunum til kappingarárið. Ikki fyrrenn miðskeiðis í summar var hann førur fyri aftur at spæla fót­bólt, og tá ið grundarlagið, sum tað verður arbeitt við tíðliga á ár­ inum, ikki er, sum tað eigur at vera, so er tað torført at standa seg væl. Soleiðis vísti tað seg at vera hjá Finni, sum ikki megnaði at vinna seg á besta liðið hjá Jönköpings Södra IF í Svøríki, og tá ið venjarin í vet­ur boðaði frá, at ætlanin var ikki at brúka føroyska spælaran í ár, so var tað ivaleyst lætt hjá Finni at venda aftur í barndómsfelagið, har teir í fjør vóru sera nógv darvaðir av, at teir ongan rættuligan málrev høvdu. Tølini siga, at Finnur Justinussen fram um teir flestu í Føroyum er ófør­ur at skora mál. Hann var topp­ skjútti í 2009 við 19 málum, og í 2011 var hann toppskjútti við 21 málum. Fram um eitt nú bæði Øssur Dalbúð og Clayton Soares er Finnur Justinussen boksspælari, sum tað plagar at verða tikið til, og tað er einki at ivast í, at Jógvan Martin Olsen, Víkinga venjarin, fer at leggja uppspælið ikki so lítið til rætt­is eftir, at nú er málrevurin aftur í fremstu røð. Finnur Justinussen hevur spælt átta U-21 landsdystir, og 15. august í fjør varð hann fyri fyrstu og higartil einastu ferð á lands­lið­num, tá ið hann varð skiftur inn í vina­dyst­ inum á útivølli ímóti Íslandi (0-2). Kappingarneytarnir Clayton Soares úr ÍF og Páll A. Klettskarð úr KÍ vóru toppskjúttar í fjør. Teir skoraðu báðir 22 mál. Teir vóru seks mál frammanfyri Arnbjørn Hansen og átta mál framm­an­fyri Klæmint A. Olsen, sum endaðu á ávikavíst triðja og fjórða plássi. Clayton er av góðum grundum ikki við í kappingini um plássini á føroyska landsliðnum. Tað eru Páll, Arnbjørn og Klæmint, og í kapp­ingini við hesar og tveir úti­ setar hava Øssur Dalbúð og Finnur Justinussen nógv at prógva í kapp­ ingarárinum, sum er nakrar fáar vikur burtur. Bæði Øssur Dalbúð og Finnur Justinussen hava nógv at prógva. Sum allir aðrir ungir fótbólts­spæl­ arar, so droyma teir um at umboða føðilandið, men úttøkan í sambandi við venjingarleguna í Thailandi í næsta mánað vísir, at venjarin rokn­ ar í hvussu so er fimm aðrar álops­ spælarar at vera fremri í røðini enn hesar báðar. Lars Olsen hevur havt Jóan Símun Edmundsson sum fastan fremst­an mann. 21 ára gamli Jóan Símun skoraði trý mál í níggju U-21 lands­dystum. Hann hevur spælt 17 A-landsdystir, og higartil hevur hann skorað eitt mál. Tað var í EM undan­kappingardystinum í Estlandi 11. August 2010, tá ið úrs­ litið var 2-1 heimasigur. Jóan Símun umboðar Viking Stavanger í Noregi. Í fjør var hann út­leigaður til Fredericia í næst­ bestu donsku deildini. Hóast eingin ivi hevur verið hjá lands­liðs­venj­ aranum um, at Jóan Símun í løtuni er fremsti føroyski álopsspælarin, so hevur tað verið torført hjá unga tofta­manninum at halda dystar­ venjingina, tí tað higartil ikki hevur eydnast honum at vinna sær fast pláss í felagnum. Umframt Jóan Símun eru fýra aðrir álopsspælarar boðsendir til lands­liðsferðina. Ein teirra er Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi. Í fjør var hann skaðadarvaður, men fram ímóti kappingarenda royndist tað væl, og í heimadystinum ímóti Írlandi (1-4) skoraði innskifti Arnbjørn føroyska málið. Tað avrikið bar við sær ikki frítt av tosi um, at venjarin eigur at umhugsa í størri mun enn higartil at geva Arnbirni møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Páll A. Klettskarð úr KÍ var saman við Clayton Soares toppskjútti í fjør. Hann hevur saman við Klæminti A. Olsen úr NSÍ, sum seinastu trý árini hevur verið rættuliga drúgvur mál­ skjútti, fingið landsliðsboð. Fimti álopsspælarin, sum Lars Olsen hevur sent boð eftir, er Andreas Lava Olsen. Hann hevur higartil spælt seks landsdystir, men hann hevur ikki verið á landsliðnum síðani 2009. Hann skoraði fyri fyrstu og higartil einastu ferð á landsliðnum á útivølli ímóti Eysturríki (1-3) í 2009. Andreas hevur seinastu tíðina spælt við gamla arbeiðarafelagnum í Keypmannahavn, Frem. Í heyst var hann eyðsýndur og málsøkin. Ikki minst verður lagt til merkis, at hann er so sera skjótur. Skjótleikin er dygd, sum hevur alstóran týdning í altjóða fótbólti serliga hjá liðum, ið oftast eru undir stórum trýsti.. Toppskjúttar 2005-2012 (27 umfør) 2012 Clayton Soares, ÍF............................22 Páll A. Klettskarð, KÍ.......................22 2011 Finnur Justinussen, Víkingur..........21 2010 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur....22 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ.......22 2009 Finnur Justinussen, Víkingur..........19 2008 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur....20 2007 Sylla Ahmed Davy, B36..................18 2006 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ.......18 2005 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ.......18 Máltindurin 2012 Clayton Soares, ÍF.........................................22 Páll A. Klettskarð, KÍ....................................22 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur.................16 Klæmint A. Olsen, NSÍ.................................14 Christian R. Mouritsen, HB..........................12 Kaj Leo í Bartalsstovu, Víkingur................11 Máltindurin 2011 Finnur Justinussen, Víkingur.......................21 Klæmint A. Olsen, NSÍ.................................18 Lukasz Cieslewicz, B36...............................17 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur.................14 Clayton Soares, 07 Vestur..........................14 Kristoffur Jakobsen, KÍ.................................14 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ....................13 Chris Muomaife, ÍF........................................12 Jákup á Borg, B36.........................................12 Leif Niclasen, EB/Streymur........................11 Símun Samuelsen, HB.................................11 Hjalgrím Elttør, KÍ.........................................10 Máltindurin 2010 Arnbjørn Hansen, EB/Streymur.................22 Christian Høgni Jacobsen, NSÍ....................22 Fróði Benjaminsen, HB................................13 Klæmint A. Olsen, NSÍ.................................11 Øssur M. Dalbúð, ÍF......................................11 Jón K. Poulsen, FC Suðuroy.........................10 Pól Jóhannus Justinussen, B68..................10 Sølvi Vatnhamar, Víkingur..........................10 www.faroesoccer.com