mánadagur 28. januar 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Leygardagin skipaði fótbóltsvenj
arafelagið fyri einari serligari fót
bóltskapping í Gundadali. Talan
varð um eina sokallað »venjingar
kapping«. Kappingin fór fram á
bæði ovara og niðara vølli í Gunda
dali.
Kappast varð við 12 liðum, 4 lið
vóru í hvørjum bólki. Leiktíðin var
35 minuttir pr. Dyst. 8 effodeildarlið
og fýra 1. deildarlið luttóku í kapp
ingini.
Liðini, sum tóku lut í fótbólts
kappingini
vóru:
EB/Streymur,
ÍF, HB, KÍ, Víkingur, NSÍ, B36, FC
Suðuroy, B68, AB, B71 og HB 1.
deild.
Tríggir bólkar
Í bólki A, sum spældi millum klokk
an 10.15 og 12.15 vóru AB, ÍF, EB/
Streymur og HB. Í bólki B, sum
spældi millum klokkan 12.30 og
14.15 vóru KÍ, NSÍ, B36 og Víkingur.
Og í bólki C, sum spældi millum
klokkan 14.30 og 16.25 vóru B68, B71,
FC Suðuroy og HB 1. deild.
Teir tríggir bólkavinnararnir og
besti tveyarin komu í hálvfinalur
nar, sum vóru spældar samstundis
á ovara og niðari vølli í Gundadali.
Liðini, sum komu í finaluna, HB og
AB fingu heiðurin at spæla final
una á Tórsvølli við fullum flóðljósi.
Vóna at øll møta næsta ár
Fitt av áskoðarum vóru til dyst
irnar, og gekk tað væl at avgreiða
kappingina. HB vann á AB í final
uni.
Menn vóna tó, at øll 10 liðini í
fremstu deildini melda til komandi
ár. Onkur samanbar leygardagin í
Gundadali við eina sølumessu, har
fótbólturin varð sýndur fram, og
tað var avgjørt ein góð lýsing av til
takinum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri
handaði vinnandi liðnum steyp.
Frankie Jensen handaði vegna venj
arafelagið steyp til Heina Vatnsdal
hjá HB, sum fekk heiðurin at verða
besti spælari í kappingini.
heris@sosialurin.fo
HB vann væleydnaða
venjingarkapping í Gundadali
Fótbóltur Venjingarkappingin, har 8 lið úr effodeildini
og fýra lið úr næstbestu deildini kappaðust eydnaðist
framúr væl. Semja er millum fyrireikarar og spælarar,
at tiltakið eigur at verða endurtikið komandi ár
Áki Johansen og Frankie Jensen
frá venjarafelagnum fegnaðust um
tað fyrstu venjingarkappingina,
sum varð avgreidd leygardagin.
Áki Johansen segði, at ein áskoðara
hevði sagt við hann: »Tað hevur
verið so upplagt at skipa fyri kapp
ingini, at kanska júst tí hevur eingin
skipað fyri henni«.
Áki Johansen segði, at hann og
hinir venjararnir høvdu havt nógv
góð faklig prát undir kappingini,
har venjararnir vóru fegnir um at
kunna skoða fleiri mótstøðulið á
einum og sama staði.
Hjá Frankie Jensen var dagurin
heldur strævin, tí hann mátti sam
skipa nógv, og eisini traðka til, sum
vallarvarpari í Gundadali. Sum
venjari hjá 1. deildarfelagnum hjá
HB kundi hann eisini fegnast um, at
liðið hjá honum rakk hálvfinaluni í
kappingini.
Frankie Jensen viðgongur tó,
at tá teir fyrstu dystirnir byrjaðu
í kappingini segði hann við seg
sjálvan: »Á nei bara ikki allir dyst
irnir enda 0-0«. Tann óttin bleiv
tó skjótt til skammar, og heldur
Frankie, at leikliga støðið og intensi
teturin varð rættiliga góður í mun
til árstíðina.
Áki og Frankie lata ongan iva
verða um, at kappingin verður aftur
næsta ár, men tað kann henda,
at hon heldur verður um miðjan
februar komandi ár.
heris@sosialurin.fo
Fyrireikararnir
fegnaðust
Oddbjørn
Joensen,
høvuðs
venjari og Fróði Benjaminsen,
leikandi hjálparvenjari hjá HB
fegnaðust um at hava vunnið ta
fyrstu venjingarkappingina.
Fróði fegnaðist serliga um
3-1 sigurin á EB/Streymi í tí
innleiðandi
bólkaspælinum,
umframt tann sannførandi 4-0
sigurin á AB í finaluni.
Sum spælari helt, at talan
varð um eitt gott tiltak, sum
eigur at verða endurtikið á
hvørjum ári. Fróði viðgekk tó,
at kendist strævið at spæla so
nógvar dystir, men at talan var
um eitt rímiliga gott støðið og
intensitet.
Oddbjørn fegnaðist eisini
um sigurin hjá HB, og høvið
hann, sum venjari hevði havt at
sæð nógvar av sínum spælarum
í fimm dystum, sum vardu 35
minuttir hvør. Hann fegnaðist
eisini um høvið at kunna notera
sær nógv niður um mótstøðu
liðini, umframt, at honum beyðst
høvið at hava nógv góð faklig
prát við aðrar venjarar, meðan
hinir bólkarnir vóru avgreiddir.
Oddbjørn fegnaðist eisini um,
at liðið hjá honum arbeiddi seg
væl upp í kappingini, aftaná ein
innleiðandi 0-1 ósigur ímóti AB í
bólkaspælinum. Eftir tað gjørdist
talan um fýra sigrar, 2-0 á ÍF, 3-1
á EB/Streymi í bólkaspælinum,
1-0 á NSÍ í hálvfinaluni, og so ein
sannførandi 4-0 sigur í finaluni
ímóti AB.
heris@sosialurin.fo
Venjaraparið hjá
HB fegnaðist um
sigurin og tiltakið
Úrslit:
Hvør dystur varð 35 minuttir
Bólkur 1
EB/Streymur - ÍF . . . . . 2-0
AB - HB . . . . . . . . . . . . . 1-0
HB - ÍF . . . . . . . . . . . . . . 2-0
EB/Streymur - AB . . . . 1-1
HB - EB/Streymur . . . . 3-1
ÍF - HB . . . . . . . . . . . . . . 1-1
Endaliga støðan Bólkur 1:
1. HB . . . . . . . . . . . . . . 6 stig
2. AB (besti 2'ari) . . . . 5 stig
3. EB/Streymur . . . . . 4 stig
4. ÍF . . . . . . . . . . . . . . . 1 stig
_______________________
Bólkur 2
B36 - Víkingur . . . . . . . 1-1
KÍ - NSÍ . . . . . . . . . . . . . 0-1
B36 - NSÍ . . . . . . . . . . . 1-0
Víkingur - KÍ . . . . . . . . . 1-1
B36 - KÍ . . . . . . . . . . . . 0-0
NSÍ - Víkingur . . . . . . . . 1-0
Endaliga støðan Bólkur 2:
1. NSÍ . . . . . . . . . . . . . 6 stig
2. B36 . . . . . . . . . . . . . 5 stig
3. Víkingur . . . . . . . . . 2 stig
4. KÍ . . . . . . . . . . . . . . . 2 stig
_______________________
Bólkur 3
HBb - FC Suðuroy . . . . 0-0
B71 - B68 . . . . . . . . . . . 1-0
HBb - B68 . . . . . . . . . . . 1-0
FC Suðuroy - B71 . . . . . 1-1
HBb - B71 . . . . . . . . . . . 2-0
FC Suðuroy - B68 . . . . . 0-0
Endaliga støðan Bólkur 3:
1. HBb . . . . . . . . . . . . . 5 stig
2. FCS . . . . . . . . . . . . . 3 stig
3. B71 . . . . . . . . . . . . . 3 stig
4. B68 . . . . . . . . . . . . . 1 stig
Hálvfinalur
HB - NSÍ . . . . . . . . . . . . 1-0
AB - HBb . . . . . . . . . . . . 2-1
Finalan á Tórsvølli
HB - AB . . . . . . . . . . . . . 4-0
Fróði Benjaminsen 2,
Bárður Olsen og
Símun Samuelsen
Besti spælari í kappingini
valdur av venjarafelagnum:
Heini Vatnsdal, HB
Myndir: Rakul Hansen
Fróði Benjaminsen, leikandi
hjálparvejari hjá HB