Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Danski vongurin Anders Eggert gjørdist toppskjútti í HM- kappingini við 54 málum. Tað skal tó takast fram, Eggert var at kalla fastur brotskastskjútti hjá dønum, og at tey málini taldu væl við í teirri endaligu uppgerðini. Hetta er triðju ferð, at ein dani er besti málskjútti í einari HM-kapping hjá monnum. Fyrstu ferð var í HM í Týsklandi í 1958, tá tað var Mogens Olsen, og í kappingini í Svøríki í 2011 var tað Mikkel Hansen. Bestu málskjúttarnir í HM 2013: 1. Anders Eggert, Danmark 54 2. Ivan Cupic, Kroatia 50 3. Timur Dibirov, Russland 46 3. Siarhei Rutenka, Hvítaruss. 46 5. Kiril Lazarov, Makedonia 44 6. Ahmed Mostafa, Egyptaland 42 7. Domagoj Duvnjak, Kroatia 41 7. Guðjón V. Sigurðsson, Ísland 41 9. Emil Feuchtmann, Kili 40 10. Jure Dolenec, Slovenia 39 Anders Eggert toppskjútti Tað er einki at siga til, at danir vóru vón­brotnir, tí vónirnar undan finalu­ni vóru góðar - ikki bara mill­um tey hondbóltsáhugaðu og fjøl­miðl­ar­nar, men eisini millum spælararnar og venjaratoymið. Á tíðindafundinum leygardagin nevn­di Ulrik Wilbek, at teir sein­ astu fýra avgerandi dystirnar ímóti Spania hevði Danmark vunn­ið, og tað er einki at ivast í, at hetta var hansara háttur at siga, at tað mundi fara at henda fimtu ferð eisini. Teir donsku spælararnir tókt­ ust eisini róligir, tá dysturin skuldi byrja, og sum vant løgdu teir rødd til, tá tjóðsangurin bleiv sungin. Men tað gjørdu mót­støðu­menn­ in­ir ikki. Lið um lið stóðu teir sponsku spælararnir tigandi - næst­an sum runnir í stein, meðan tjóð­sangurin rungaði í høllini. Ein fekk líkasum varhugan av, at annaðhvørt var hetta tekin um nervar, ella vóru allir tankar mið­ savnaðir um tað eina - at vinna. Heilin hevði heilt einfalt ikki rúm fyri sangi júst nú. Ikki fótin fyri seg At tað seinna var tað rætta kom til sjóndar, so skjótt teir slovensku dómar­ar­nir høvdu bríkslað dystin í gongd. Spaniumenninir byrjaðu dyst­in við skjótum álopsspæli og ágang­andi verjuspæli, og tað dans­ ka liðið fekk als ikki fótin fyri seg. Eftir fýra minuttum stóð 3-0 til Spania, og Ulrik Wilbek valdi at taka time-out. Tað tóktist hjál­ pa, tí ta næstu løtuna fylgdu dan­ ir við. Men teir seinastu tíggju minutt­ir­nar av hálvleikinum datt tað danska spælið sundur, og spaniu­menninir fóru frá 9-8 upp á 18-10, sum var hálvleiksstøðan. Um seinna hálvleik er stutt at siga, at var tann fyrri ringur hjá døn­um, var tann seinni nógv verri. Tá hálvleikurin var hálvrunnin, var støðan 29-12 til Spania, og høvdu spaniumenn ikki spælt við fleiri av B-spælarunum tann sein­ asta partin av dystinum, høvdu Spaniumenn spældu við danir Eyðmíkjandi. Pínligt. Óvirðiligt. Danir leitaðu eftir øllum neiligum orðum, tá teir skuldu lýsa stórtapið í HM-finaluni ímóti Spania í gjár, og teir donsku fjølmiðlarnir vóru heldur ikki mjúkir. Okkurt av bløðunum lýsti spælararnar sum "hængerøve"