mánadagur 28. januar 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Úrslit av HM-finalum
1954
Svøríki - Vesturtýskland
17-14
1958
Svøríki - Kekkoslovakia
22-12
1961
Rumenia - Kekkoslovakia
9-8
1964
Rumenia -Svøríki
25-22
1967
Kekkoslovakia - Danmark
14-11
1970
Rumenia - Eysturtýskland
13-12
1974
Rumenia - Eysturtýskland
14-12
1978
Vesturtýskland - Sovjetsamveldið
20-19
1982
Sovjejsamveldið - Jugoslavia
30-27
1986
Jugoslavia - Ungarn
24-22
1990
Svøríki -Sovjetsamveldið
27-23
1993
Russland-Frakland
28-19
1995
Frakland -Kroata
23-19
1997
Russland - Svøríki
23-21
1999
Svøríki -Russland
25-24
2001
Frakland - Svøríki
28-25
2003
Kroatia - Týskland
34-31
2005
Spania - Kroatia
40-34
2007
Týskland - Pólland
29-24
2009
Frakland - Kroatia
24-19
2011
Frakland - Danmark
37-35
2013
Spania - Danmark
35-19
Evropa
vann
- sum
vant
Sum væntað endaðu lond
úr Evropa á teimum ovastu
plássunum í HM-kappingini.
Tíggju tey ovastu liðini eru úr
Evropa, og av tíggju teimum
niðastu eru bara tvey úr
Evropa.
Tann endaliga
røðin av HM
í Spania sær
soleiðis út:
1. Spania
2. Danmark
3. Kroatia
4. Slovenia
5. Týskland
6. Frakland
7. Russland
8. Ungarn
9. Pólland
10. Serbia
11. Tunesia
12. Ísland
13. Brasil
14. Makedonia
15. Hvítarussland
16. Egyptaland
17. Algeria
18. Argentina
19. Saudiarabia
20. Qatar
21. Suðurkorea
22. Montenegro
23. Kili
24. Avstralia
All Star-liðið
Spælarar úr seks londum manna
tað sokallaða All Star-liðið, sum er
sett saman av teimum spælarunum,
sum vóru bestir á hvør sínum
plássi í HM-kappingini. Ikki heilt
óvæntað kom danski málverjin
Niklas Landin á læiðið, og tað kom
væl heldur ikki óvart á tey flestu, at
Hans Lindberg varð kosin bestur á
høgra vongi.
Mikkel Hansen kom ikki á All
Star-liðini, men hann bleiv valdur
til tann týdningarmesta spælaran
fyri sítt lið.
All Star-liðini er soleiðis mannað:
Málverji: Niklas Landin, Danmark
Vinstri vongur: Timor Dibirov, Russland
Vinstri bakkur: Alberto Entrerrios, Spania
Spælskipari: Domogaj Duvnjak, Kroatia
Høgri bakkur: Laszlo Nagy, Ungarn
Høgri vongur: Hans Lindberg, Danmark
Strikuspælari: Julen Aguinagalde, Spania
Íslendsk-føroyski Hans Lindberg varð valdur á All Star-liðið
teir vunnið meiri enn 35-19, sum
endaliga úrslitið bleiv.
Tann ringasta løtan
Ulrik Wilbek var ikki serliga sinn
aður at tosa við fjølmiðlarnar
aftan á dystin.
-Tykkum nýtist ikki at spyrja,
um vit kundu havt gjørt nakað
annað, tí tað kundu við ikki. Verj
an megnaði als ikki at standa
ímóti teimum, og í álopinum
gjørdu vit alt ov nógv býttislig
mistøk. Tað var ræðuligt. Tað var
líka mikið, hvat vit gjørdu, og
hvønn eg setti inn, tí so brendi
tann næsti. Hetta var avgjørt mín
ringasta hondbóltsløta nakrantíð,
segði Wilbek.
Hetta seinasta var venjarin ikki
einsamallur um. Fleiri av spælar
unum, sum góvu sær stundir til
fjølmiðlarnar, søgdu tað sama.
Pínligt, helt onkur. Óvirðiligt, helt
onkur annar. Meðan onkur helt, at
danir áttu at fegnast um avrikið
upp til finaluna, og so var silvur
hóast alt ikki so galið kortini.
Eitt vóru teir donsku viðmerkj
ararnir á einum máli um, og tað
var, at tað spanska liðið var sera
væl fyrireikað til finaluna og
munandi betur fyrireikað enn tað
danska. Taktikkurin, sum spanski
venjarin hevði lagt, virkaði til
fulnar. Ein sera sigandi mynd av
tí er, at teir annars so effektivu
vongspælararnir
hjá
dønum,
Hans Lindberg og Anders Eggert,
fingu eitt mál í part í finaluni, og
at Mikkel Hansen fekk tvey. So
var einki at gera hjá dønum.
HM-finala
Spania - Danmark 35-19 (18-10)
Spanskir málskjúttar: Joan Cañellas Reixach 7 (1), Valero Rivera Folch 6, Julen Aguinagalde 5, Jorge
Maqueda Peña 5, Alberto Entrerrios Rodriguez 3, Antonio Garcia Robledo 2, Gedeon Guardiola Villaplana 2,
Angel Montoro Cabello 2, Daniel Sarmiento Melian 1, Viran Morros de Argila 1, Victor Tomas 1.
Danskir málskúttar: Kasper Søndergaard 4, Henrik Møllgaard 4, Anders Eggert 3 (2), Mikkel Hansen 2,
Nikolaj Markussen 2, Hans Lindberg 1, Rasmus Lauge 1, Jesper Nøddesbo 1, Henrik Toft Hansen 1.
Útvísingar: Spania 3, Danmark 2.
Áskoðarar: 19.600
Ulrik Wilbek segði aftan á dystin, at hetta var t:ann
ringasta hondbóltsløtan hjá sær nakrantíð