Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Laxalús lúsasex lúsavinna I-V Hóraldur Joensen januar 2013 Trupulleiki Laksalúsin, Lepeophtheirus salmonis, er ein sonn plága og stór útreiðsla hjá ali­vinn­ uni her á landi eins og utt­ an­lands. Fyri stuttum varð nevnt í luftbornu miðl­un­ um, at kostnaðurin av at halda lakslúsini niðri á ein­ um ikki-skaðiligum støði í før­oysku alvinnuni er umleið 100 milliónir Dkr árliga. Ein varislig kostnaðarmeting, gjørd í 2010 vísti, at laksa­ lúsa­trupulleikin kostar al­ heims­alivinnuni umleið 2,3 milli­ardir Dkr um árið. Fleiri avlúsingar­evni eru upp­funnin og fram­leidd, og granskað hevur verið nógv í smittu­vandanum frá ali­ring­ um til fríar fiskavertir og øvugt. Men higartil er eingin varandi loysn funnin uppá laksalúsatrupulleikan. Lívfrøði laksa­ lúsarinnar Tað finst ein ørgrynna av ymisk­um fiskalúsum, 559 slektir (genus) í 37 sløg­um (species) harav 162 Lepeo­ ph­theirus og 268 Caligus. Van­liga laksalúsin á okkara leiðum eitur Lepeophtheirus salmonis og seiðalúsin eitur Caligus elongatus. Seiðalúsin kann eisini plága laks, men laksa­lúsin er óivað tann stórri bágin. Laksalúsin er ein náttúr­ligur sníkur á villum og ald­um laksi í Norður Europa. Kvennlúsin ber egg síni í tveimum eggjaposum, hang­andi afturút frá aftur­ part­inum á kroppi hennara. Talið av eggum, sum hvør kvennlús kann leggja, skiftir við árstíðini, lúsastødd, lúsa­ alduri og slagi av verti ella fiskaslag, sum hon situr á. Eldri kanningar vísa, at kvenn­lýs á aldum laksi kunnu í meðal hava umleið 500 egg og kvennlýs á villum laksi kunnu hava um 1000 egg í pos­unum, men nýggjari kanningar benda á, at hesar met­ingar eru rættuliga varis­ ligar ella konservativar. Eggini verða løgd eitt fyri og annað eftir, og kvennlúsin kann fær seks til ellivu urptir í lívinum. Aftaná at egg­ini eru løgd, flóta tey í vatn­ skorp­uni og ovar­laga í sjó­ num. Her verða tey klakt og koma í fyrstu larvu-støðu, kall­að naupliius (sí Figur 1). Tað finn­ast tvær naplii ver­ ur, naplius I og naplius II, sum líkjast hvørj­um øðrum í skapi. Hesar naupliiurnar eta einki og flóta bert við streym­inum. Treytað av tem­ pera­tur­in­um, so hamskiftir nauplius II til fleiri copepod- formar á rað eftir 5 til 15 døg­um. Hesir sveima frítt í sjó­num og eru smittandi, tvs. kunnu seta seg á ein vert. Fyrsta hesar copipodid- ver­urnar hava funnið ein vert, ein laks, so festa tær seg á vertin við einum av kamp­um (antennum) teirra. Copepodid-veran broytir ham til chalimus formin, sum festir seg til vertin, laksin, við einari fram­tægr, tvs. klønum tráði fremst á kropp­inum. Tað finn­ast 4 chalimus formar, chali­mus I, II, III og IV. Hesir sita allir á laksinum og eta av laksa­skræðuni kring staðið, teir eru festir. Umframt nevndu form­ ar, so eru tveir ókynsbúnir unglinga­form­ar I og II ella pre-adult I og pre-adult II. Hesir kunnu ferð­ast frítt á vertinum og eta av skræð­uni har teimum lystir. Ung­linga­ form­arnir I og II festa seg til vertin við eini chalimus- líknandi tægr, tá teir skifta ham seinastu ferð og gerðast til fullvaksna og kynsbúna laksa­lús. Kvennlúsin er væl stórri enn kalllúsin og er eyð­kend við báðum eggja­ pos­unum hangandi aftur úr aftur­partinum. Sí figur 1. Etingarlag og ávirkan á vertin Laksalúsin nýtir raspandi munn til at skrava í seg av vert­inum og harvið eta slipu, skræðu og undirliggjandi vevna. Lýsnar kunnu vera alla staðni á fiskinum, men savn­ast oftani á høvdinum og aftan fyri fjarðarnar. Tær halda fast í vertin við einum kampi (an­tennu) og einum útvaksnum legg- kjafti (maxil­li­ped). Á laksa­ lús­ini er kjaft­urin skapaður sum ein sog­leggur. Laksa­ lús­in kann út­skilja mun­ andi nøgd­ir av enzym­in­um trypsin inn í slipuna á vert­ inum fyri harvið at lætta um føðslu­inn­tøku og sodning. Hon kann eisini útskilja onn­ur evni, eitt nú prosta­ glan­din E2, sum kunnu lætta um føðslu­inn­tøku og veikja órinin­kervi (immun­skip­an) vert­sins. Kynsbúna kall- lúsin nýtir eisini tann eina kampin at halda sær fastan í kvenn-lúsina undir par­ ing­ini. Tær ferðandi lýsnar hava slíkt skap, at tær verða trýstar móti vertinum av vatntrýstinum, og tá tær flyta seg frá stað til stað, nýta tær jettprinsippið. Part­ ur av kroppinum er har­aftu­ rat formaður sum ein sog­ koppur, so lúsin kann eisini súgva seg fastan. Ávirkanin á vertin kann verða ógvus­ lig og umfatar miss av yvir­ flatu­vevnaði, bløðing, økt slipu-útlát, broytta slipu-lív­ evna­frøði, vevnaðar­deyða og har­av­fylgj­andi skerda fysiska verju og bakteriu- vernd. Laksurin fær minni matar­lyst, veksur seinni, fær lækkað evnaskifti og strongd. Sárini gera hann veikan og lítið mót­støðu­ føran yvir fyri eftir­fylgjandi smittu. Verturin kemur at líða av hemoglobin-mang­ul, minkaðum talið av blóð­kyk­ num, broyttari ion-javnvág og hækkaðum koncentratiónum av strongdarhormonum, eitt nú cortisol. Laksurin er nú strongdur og veikur við lækkaðari osmosu-regu­ler­ ing, lækkaðum andingar­ evnum og viknaðari immun­ skipan. Framhald Figur 1. Lýsing av lívsringrásini hjá laksalús, Lepeoptheirus salmonis (tekning eftir T. A. Schram). Egg-Nauplius I – Naplius II – Copepodidverur – Chalimus I – Chalimus II – Chalimus III – Chalimus IV – Preadult I – Preadult II – vaksin laksalús Samandráttur Laksalúsin er ein afturvendandi trupulleiki hjá alivinnuni og avlúsingarevni og strev at beina fyri henni kostar nógvan pening. Umráðandi er at kenna laksalúsalívfrøðina eins og nøringarhátt fyri at kunna finna fram til alternativar týningarhættir. Geislagelding er ikki ókend tøkni í samband við skordýr, men er als ikki roynd í samband við laksalús. Fæst hesin lívssøringarháttur at virka kann hann verða til mikið fíggjarligt og vinnuligt gagn. Ein fortreyt fyri skjótari menning er eitt fíggjarliga sterkt væl samskipað og innovativt granskingarumhvørvið.