Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Vestergaard leggur veiðuna upp mánamorgunin Eysturoyar Tjóðveldisfelag Tórbjørn Jacobsen, fm. Í rúma tíð hava gitingar farið í ymsar ættir um, í hvørt borði sitandi samgonga fór at leggja róðrið í fiski­vinnu­ politikkinum. Nú vikuskiftið er hálvbart, er tað farið at ganga sum róta­súpan millum húsa­vegg­irnar, at Jacob Vest­ er­gaard, eftir drúgvan túr á ytstu politisku hav­mið­ um, fer at leggja veiðuna upp úti á Tinganeshelluni mána­morgunin, ímorgin - um somu tíð sum menn og kvinn­ur halda lands­stýris­ fund. Treystastu uppá­hald­ ini siga, at hann tá fer at biðja Sambands, Mið- og Sjálv­ stýris­flokkin um undir­tøku fyri Fólkafloksins fiskivinnu­ poli­tikki, sum í stuttum snýr seg um at tryggja verandi loyvishavarum ævigan ognar­rætt til alt livandi til­ feingi, sum føroyska tjóð­in eigur í egnum øki og í um­býti við onnur lond í tví­landa­sátt­ málum. Og hartil tað sum hon eigur í strandalandaavtalum og av søguligum rættindum á fjarleiðum. Tilfeingið – bú­ skaparliga grundarlag land­ sins - skal sambært hesum matrikulerast frá fólkinum til nøkur fá útvald, sum so aftur eiga møguleikan at selja tað m.a. til útlendsk áhugamál, og harvið gerst 200 fjórðinga fiskimarkið virðisleyst. Í ring­asta føri verður føroyski kovin tømdur. Tað, sum hendir í hesum døg­um, stendur mát við alra størstu hendingarnar í nýggj­ari søguligari tíð. Avtøk­una av útlendska eina­handlinum – Kongaliga Handli­num – í 1856, og áseting­ina av fiskimarkinum í 1977. Hesaferð bara við øvutari ætlan og virknaði. Samgongan ætlar eftir øllum at døma at rulla søguna aftur um frælsa handilin fyri meira enn hálvtannað hundrað árum síðani, og at nýskipa bú­skapin í miðaldarálíkum feu­dalum strukturum. Hon ætlar í praksis at rulla fiski­ markið inn í klettin aftur. Á fyrsta sinni síðani 1954 eigur Eysturoyar Tjóð­ veldisfelag sum valfelag onki umboð á Løgtingi. Flokkurin eigur harvið onga rødd, sum beinleiðis er sprottin úr felagnum og oynni, sum einaferð var ein af skansum Tjóðveldisfloksins. Tí ditta vit okkum til at koma við eini staðiligari ávaring til øll tykkum fólkavaldu, um at standa heiðursvakt á nátt og á degi hjá fólksins ognum, nú alt bendir á, at ultimativa ránið, sum bíðað hevur verið eftir í eina tíð, sær dagsins ljós á landsstýrisfundinum mánamorgunin hin 28. jan­ uar. Tjóðveldisflokkurin hev­ ur eina heilt serliga skyldu í fiskimarksmálinum. Frá stovn­anini stríddist flokkurin av øllum alvi fyri at víðka spískamarið hjá føroyingum á egnum havleiðum, og tað kemst ikki av ongum, at Er­ lendur Patursson var fiski­ málaráðharri í fyrru syftuni, táið fiskimarkið bleiv flutt út, og Petur Reinert í hini seinru syftuni. Tað er trupult at peila seg inn á, hvussu feu­dala manifestið hjá Jacob Vest­er­ gaard er saman­skrúv­að, nú hann í fyrstu at­løgu leggur tað fyri hinar lands­stýris­ flokkarnar. Ongin sigur seg at vita nakað um innihaldið, politiski fylgibólkurin hevur fingið skýklappar fyri eyg­ uni og er annars tættur sum tunnan. Kortini ber til at gjøll­hugsa seg fram til eit­t­ hvørt, eftir eini slóð frá sam­ gongu­skjal­inum um­vegis útsagnir hjá Jákupi Mikkel­ sen og Vester­gaard sum fiski­mála­ráð­harrum, væl krydd­að við ábendandi kut­ um úr tingviðgerðum, fjøl­ miðl­um og í almenna rúm­in­ um annars. “Greiður ræðisrættur verð­ur knýttur at veiði­loyv­ um, fiskidøgum og kvot­ um. Samgongan sam­an við fakfólkum ger við út­gangs­ støði í loyvis­treyt­unum í ali­lóg­gávuni uppskot um, hvussu ein tíðaravmarkað/ rull­andi skipan verður gjørd.” Hendan endurgevingin úr sam­gongu­skjal­inum er megin­kjarnan í tí, sum verður lagt á blik, táið glugga­tjøldini verða drigin frá nakað fram eftir degi mána­dagin. Eitt tað størsta skamm­lopið í parla­ men­tar­isku skipanini í mong ár hendi í 2007, táið Fólka­ flokkurin trýsti Bjørn Kalsø, táverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum, at leggja fram uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiski­ skap soleiðis, at táverandi loyv­is­havarar frameftir skuldu eiga hin æviga ognar- rættin til tað, sum var og hevði verið Fólksins ogn. Royndin miseydnaðist. Frá fram­løgu­degnum stríddust vit í Tjóð­veldinum sum úlvar á skóg fyri at steðga hesum ørskap­inum, og ímillum aðru og triðju viðgerð í ting­in­um eydnaðist tað, serliga við góðari hjálp frá Javnaðar­ flokk­inum, sum átti løgmann, at venda rákinum soleiðis, at málið fall. Avreiðingin var steðgað, og tí sita vit í dag við hesum sorópta “2018-problematikkinum.” Í landsstýrinum brúka teir upprit, tá serlig mál, við mikl­um meginregluligum týdn­ingi, skulu fáast frá hond­ini. Eitt slíkt skjal hev­ ur landsstýrismaðurin eyð­ vitað við sær í skjátt­uni mána­morgunin. Fiski­vinnu­ lóg­gávan hevur virkað í 18 ár, tí er sjálvsagdur tørvur á broytingum, og júst í hesum førinum er tað taktiskt skilagott at spjaða fokusið burtur frá meginmálinum, sum er at veita verandi loyvis­havarum æviga rættin til fólksins ognir uttan eitt einasta oyra í viðurgjaldi. Fokusið skal flytast burtur frá tí, at Fólkaflokkurin í ramasta álvara er í holt við at rulla samfelagið aftur um avtøkuna av Einahandlinum, og at rulla fiskimarkið inn í klettarnar av nýggjum. Helst fragmenterar hann soleiðis í uppritinum, at hann m.a. umrøður hitt ólibe­ rala, fyri ikki at siga sovjet­ iska, tilfeingisgjaldið, sum sleppur øllum marknaðar­ mekan­ismum upp á fjall, og helst verður tað so kryptiskt skipað, at lítið og onki kemur inn tann vegin. Útlendskur eigaraskapur í vinnuni fer at eiga ein part av uppritinum, hetta m.a. fyri at spæla á nationalu streingirnar hjá onkrum, men Fiskimálaráðið hevur fyri langari tíð síð­ani mist tamarhaldið á støð­uni, og útlendingar hava eftir øllum at døma frítt at fara í føroyskari fiski­vinnu. Av óskilj­andi orsøk­um fer helst at vera skotið upp í upp­ritin­ um, at íslendingar sambært Hoyvíkssáttmálanum eiga javn­bjóðis rættindi í før­oysk­ ari fiskivinnu ájavnt við før­ oyingar. Ein trælatulking av einum hopleysum sáttmála, sum bara tænir øðrum part­ inum. Hvønn rætt eiga før­oy­ ingar í íslendskari fiski­vinnu sambært Hoy­víks­sátt­mál­ anum? Stovnsrøkt og burðar­ dygg veiða kemur ivaleyst á breddan fyri at tøla onkran, men hvørjum skal man trúgva, táið hetta eru somu menn, sum tilvitað hava stað­ ið fyri stovnsoyðingini hesi sein­astu mongu árini. Tað kann vera mikið gott at hava um­sitingar­ætlanir, men lekur tað ájavnt og ásamt ímillum skins og hold, ímill­um teori og praksis, so býðst ikki í bøtur kortini. Fyri at lynna undir frá­matriku­ler­ing­ina, verður “Ogn Føroya fólks” helst broytt til “ogn landsins”, tá flytir legitimiteturin líka­ sum úr fólkahavinum inn á bonaðu fjalirnar, har politik­ arar og loyvishavarar hittast dagliga - uttan fólksins gløð­ andi og ansandi eygu. Um­ setiligheitin verður útvatnað, brúksskyldan kemur aftur á hválvið, 60%-reglan verður slept og 3-mánaða reglan somuleiðis, og serliga fer at verða argumenterað við tí, at føroysku bankarnir ikki vilja fíggja kapitalapparatini, hvørki gomul ella nýggj, í før­oyskari fiskivinnu, um ikki politiska skipanin tekur betri partar fyri seg, og avreiðir fólksins ognir til nøkur fá múgv­andi tandur í hesum land­inum. Táið hin politiska skipanin í Føroyum í ram­asta álvara fer at brúka grund­gevingarnar frá banka­ sektorinum sum jarnbrot í ætlanini at venda søgu­ gongd­ini á høvdið, bara fyri teirra egna vinning og vald, tá er stund­in komin til at saðla um. Samanumtikið er ongin ivi um, at ætlan landsstýris­ man­sins í fiskivinnumálum er í løgtingslóg at knæseta æviga ognarrættin til alt før­ oyskt tilfeingi hjá teimum, sum í dag sita á loyv­un­um, latin frá almenna mynd­ug­ leikanum, valdur av fólk­ inum, fyri onki. Føroyskur fiski­vinnu­poli­tikkur er vorð­in sum ein hummara­ rúsa, har klaffurin er farin í lás med alla. Tey sum eru innanfyri verða har í allar ævir, í hvussu er haðartil almenna loyvi er kapitali­ serað og latið onkrum øðrum, og øvut sleppur onki nýtt blóð upp í leikin í feudala glymur dansinum inni í lóg­ar­vardu rúsuni. Jákup Mikke­l­sen var væl ávegis, hevði tilevnað eitt uppskot um hetta, áðrenn hann varð syftur út av rókini. Og mest hugs­andi er tað, at Jacob Vester­gaard fer at mæla sín­ um sam­starvs­flokkum í sam­ gong­uni og politiska fylgi­ bólk­inum, mannaður við um­boð­um úr øllum flokkum á tingi, at onki áramál verður sett á fiski­rættindini, men at landið kann siga fiskir­ ættind­ini upp við 7 til 9 ára var­ningi. Tað vil siga, at møgu­liga upp­søgnin (sum er hypo­tet­isk) røkkur yvir tvey- trý valskeið, og tryggjar hetta meiri enn nakað annað, at skuldi tað hent, at ein óarga­ lig samgonga segði loyvini upp við 9 ára varningi, so ber altíð til at draga í land aftur eftir eitt regime­skifti aðru ella triðju ferð. Fiskivinnupoltikkur og bú­skaparpolitikkur eru tvær alin av sama vaðmali í Før­oyum. Hetta er ein lagnu­ løta, vit standa í. Lands­ stýris­mað­urin í øllum livandi tilfeingi er í holt við at fáa sær undirtøku fyri at avreiða ognir okkara – fólksins – til nøkur heilt fá menniskju í hesum landinum - sum gávu og søluvøru. Hetta má ikki henda, tí við hesum er í ringasta føri øll vón um framhaldandi lív og menning í oyggjunum fokin fyri alla framtíð. Tað hevur nóg illa kvøtt úr andstøðuni og teim­ um samgongulimunum, sum valla lata hesa skarnsgerð mót­vegis Føroya fólki fara aftur við borðinum – so­leiðis uttan víðari. Tímin er nú komin til at fara út á hvørvi­ steinin at hvøtja sær polit­isku eggina, at fara upp á barri­ kad­urnar, nú evsta royndar­ stundin, uttan samanbering, í okkara tíð, liggur handan næstu sýnina. Eysturoyar Tjóðveldis­ fe­lag heitir tí á allar góðar kreftir innan- og uttantings um at gera alt tað sum ger­ ast kann fyri at steðga sam­ gonguni og Jacobi Vester­ gaard í at avreiða fólk­sins ognir. Verjið fría initia­tivið, frælsa handilin, mark­naðar­ mekanismurnar og ikki minst: Verjið fiski­mark­ið, sum meira enn nak­að ann­ að er og skal vera tjóð­ar­ innar spís­kamar, so­leingi før­oy­ingurin húsast í Før­ oyum. Teir næstu dagarnir á politiska pallinum vera alt avgerandi fyri, hvussu sam­ felagið kemur at snúgva sær, annað­hvørt ætlaða lógin flytur okkum vinnuliga aftur í hina feudalu miðøld ella fram í eitt uppaftur sterkari vælferðarsamfelag. Málið er risastórt, væl størri enn vit kanska halda tað vera í gerandisdegnum, og áðrenn vit síggja avleiðingarnar, tí hvíl­ir ábyrgdin tung á øllum akslum í hesum døgum fyri at venda einum ætlaðum ósigri til ein sigur. Reisa vit okkum ikki upp ímóti hesi ætlan, sum í ævir ger føroyingin til træl í egnum landi, so eiga vit kollektivt ábyrgdina mótvegis okkara eftirkomarum, fyri at hesi ólíkindi kundu fara fram, at allar ognir fólksins og tjóð­ar­ innar lógskipað vórðu rænd­ ar á alljósum degi í tí Harrans ári 2013.