Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggj stuðulsskipa í eygsjón Bjørn á Heygum Prísurin kunstiga niður Jørgen Niclassen hevur nú sett eitt nýtt genialt uppskot um stuðul úr landskassanum til leiguíbúðir á dagsskrá. Vit mangla leiguíbúðir, og tær verandi leiguíbúðirnar eru ov dýrar, sigur Jørgen. Fyri at fáa fleiri leigu­ íbúðir og prísin niður, so er algongda leiðin hjá fíggjar­ mála­ráðharranum at fara niður í landskassan, ella óbein­leiðis niður í lumman hjá skatta­borgarunum eftir peng­um. Heili 20 % av útreiðsl­ un­um til hesar nýggju út­ leigubygningar skal nevniliga fíggjast við mvg. frítøku av íløguni . Um nakað uppbýtið er millum tilfar og arbeiðsløn sigur søgan onki um enn. Ójavni millum eigarar og leigarar Fyri at rættvísgera sjálvan stuðulin, verður umframt verandi prísstøði og sokallaða eftirspurningin, víst á tann ójavna sum ger seg galdandi millum eigarar og leigarar í Føroyum. Vanligi leigarin fær ongan almenna studning. Hinvegin fær ein eigari, sum tekur lán í einum banka til sín bústað meir ein triðjing, ella 35 % +i rentustuðli frá Føroya Fólki. T.v.s tey sum ikki hava lán og kanska enntá ikki hava ráð at fáa sær eitt lán, harundir leigararnir - skulu gjalda fyri tey, sum hava lán, - tað er logikkurin! Almennur bankastuðul Rentan er fortjenastan hjá bankunum fyri at selja eina vøru, sum eitur pengar! Heilar 126 milliónir kr. verða í hesum árinum brúkt­ ar á fíggjarlógini, sum bein­ leiðis stuðul at samsýna bank­unum henda part av teirra inntøku. Ongin vinna fær so stóran studning frá tí almenna í Føroyum, sum fíggjargeirin, t.v.s. bankarnir, - sum minst av øllum skuldu havt brúk fyri tí! Stuðulin frá skattaborgar­ unum verður m.a. brúktur til at fíggja sokallaðu skáa­lánini, sum reelt er ein leiga til bank­ arnar, har leiga undan­taksvís fær almennar sersømdir um­ vegis rentustuðulin. Ongi ivi er um, at rentu­ stuðulin ongantíð hevur nátt sínum endamáli um at lækka samlaða íbúðarkostnaðin svar­andi til stuðulin. Stuðulin hækkar prísstøðið Tvørturímóti hendir tað, at rentustuðulin fyri megin­ partin viðkomandi verður brúkt­ur til at blása prísin upp á íbúðarmarknaðinum. Kostnaðurin fyri ein hús ella eina eigaraíbúð verður jú eyðsýnt tilsvarandi hægri, nú fígging fæst til eitt hægri boð enn ráð annars eru til, takka verið hesum góða rentu­stuðli. Veruleikin er tann, at rentu­stuðulin, sum var ætl­aður einstaka húsa- og ibúða­eigaranum bert er end­ aður, sum ein munandi eyka­ inn­tøka fyri bankarnar og ongan annan. Fyri at koma ójavnanum millum eigarar og leigarar til lívs átt rentustuðulin heldur at verið niðurlagaður, enn at verða brúktur sum jarnbrot fyri nýggjum avskeplandi og ósunnum stuðulsskipanum. Avlaging av marknaðinum So er spurningurin um vit nú skulu fara undir eina nýggja líka so óhepna stuðulsskipan við mvg.frítøku á einum parti av íbúðarmarknaðinum Ásannast má, at tað altíð hevur verið ein rættuliga sterk­ur tendensur hjá tí før­ oysku politisku skipanini til at avlaga og skeikla mark­ naðarmekanismurnar t.v.s útboð og eftirspurning, við alskyns almennum studn­ ings- og loftingar-tiltøkum, og her er ongin munur á sokallaðum borgarligum og socialistiskum flokkum. Av berum stuðli og studn­ ingi til líkt og ólíkt, fór tað føroyska samfelagið so log­ andi á húsagang í 1992/93. Bank­arnir rapaðu, allur flot­ in fór á tvingsilssølu, hóp­ arbeiðs­loysi upp til (25 %), og ikki minst hópfráflyting (15%), sum gav samfelagnum eitt so ógvusligt afturstig, at vit enn tann dag í dag líða undir eftirsjúkunum. Katastrofalar avleiðingar Ein skuldi trúð at vit høvdu lært av okkara katastrofalu mistøkum á hesum øki! Hvat hjálpti tiltikna løg­ tings­lógin um ráfiskagrunnin, LL um veðhald fyri lánum til fiskiskip og fiskavirkir, LL um veðhald fyri lánum til frysti- og flakavirkir, LL um lán/serlán til fiskifør, LL um prísískoyti til ráfisk, LL um eykastudning til veiðu av ídnaðarfiski, LL um brennioljustudning til fiski­ skip, LL um agn­studn­ing, LL um studning til út­róð­ rar­støðir, LL um studning til veiðu av svartkjafti, LL um studning til veiðu av lodnu, LL um endurgjald til garnaskip, LL um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi á goysmu, LL um stuðul til arbeiðskapandi tiltøk innan fiskivinnuna á landi, LL um umleggingarstuðul til trolbátar, LL um minstuløn til útróðrarmenn, LL um minstuløn, dagstudning og minstaforvinning, LL um rakstrar- og manningar­stud­ ning, LL um stuðul til vøru­ menning á føroyskum fiska­ virkjum, LL um prís­ískoyti til ráfisk, LL um upp­høgg­ingar­ stuðul o.s.fr. – ONKI! - PÚRT ONKI!, - uttan at avskepla alt samfelagið. Mælt verður tí staðiliga frá at seta í verk nýggjar al­ mennar stuðulsskipanir, og hetta er líka mikið um talan er um vinnulív ella ibúðar­ marknað - sjúku­elvandi árinið er júst tað sama! Spekulatión og kreativ bókføring Av ringum royndum vita vit, at hetta bara elvir til speku­ latión og kreativa bókføring. Harafturat kemur, at ongin vissa er fyri at stuðulin kemur íbúðarleigarunum til góðar við lægri leigugjaldi. Fer hesin stuðul bara at minna um áður gald­andi mvg. frítøku fyri arbeiðs­ løn í samband við bygg­ing/ umbygging av set­hús­um v.m., so fara vit at síggja nógvar sokallaðar fantasi­fullar kon­ struktiónir fyri onkus­vegna at koma sær undir hesa “lukra­tivu” skipan. Eins og allar aðrar stuðuls­ skipanir verður hon bæði tung og trupul at umsita, og ongin ivi er um, at tað mest fer at ráða um hjá ymsum byggimatadorum at finna hol í lógini, heldur enn at hugsa um, at ein komandi leigari skal fáa eina so bíliga leigu sum gjørligt. At enda er tað mín áheitan, at um tað í heila tikið skal blíva talan um nakra mvg. frí­tøku, so avmarkið hetta til lestraríbúðir (kollegium) bygdar av Húsalánsgrunn­ in­um, sum nú hevur fingið eitt so tápuligt navn sum “Bústaðir”. Politiskt mál fyri samgonguna Samgongan hevur sett av 6 mió.kr. í 2013 til at fyri­reika byggingina av Skálafjarðartunnlinum. Tað hevur í longri tíð og støðugt verið arbeitt við hesari verkætlan – verkætlanin er nú á einum vegmóti og takast skulu nakrar politiskar avgerðir. Samgongan metir, at henda verkætlan nú eigur at raðfestast høgt og fyrireikast soleiðis, at farast kann undir bygg­ ing­ina skjótast til ber. Ein týðandi partur av hes­ari fyrireiking er fígg­ ingar­møguleikar, fígg­ ingar­leistur og hvør skal standa fyri verk­ætl­anini, tvs. fe­lag­formur o.a. Innlendismálaráðið kannar fíggingar­ møguleikar Innlendismálaráðið er far­ið undir at kanna fígg­ingar­møguleikarnar og í hesum døgum sita ser­frøðingar og fígg­ ingar­stovnar saman fyri at finna út av, hvussu og hvør fíggingin skal verða til Skálafjarðartunnilin. Talan er sum kunnugt um eina verkætlan uppá eina milliard krónur. Málið má verða at útvega eina skila­góða fígg­ing til hesa verk­ætl­ anina, so arbeiðið kann byrja skjótast møguligt og tunnilin takast í brúk um góð 4 ár. Verkætlanin fyriskipast av privatum felag Skálafjarðartunnilin skal eftir ætlan gerast av einum privatum fe­ lag. Hetta kann tryggja, at íløgan verður gjørd skjótt, effektivt og so bíligt sum gjørligt. Har­ afturat vil landið ella lands­kassin eisini sleppa undan at taka lán og/ella ábyrgdast fyri skuld. Samfelagsgagnlig íløga Skálafjarðartunnilin er ein av teimum sam­ ferðslu­verkætlanum, sum vil verða til gagn fyri alt tað føroyska sam­felagið. Miðstaðarøkið í Før­oyum verður heilt broytt við Skála­fjarð­ar­ tunnlinum, av tí, at báðir “armarnir” á Skála­fjørð­ inum og Eysturoyggin og Suðurstreym, verða bundnir saman. Henda íløga og broyt­ing hevur við sær eitt stórt búskaparligt virði fyri tað føroyska sam­felagið, sum verður mett til góðar 100 mió. kr. um árið. Talan verð­ ur um sparda koyri­tíð, sum fyri ein á Skála­ fjørð­inum merkir 1½ tíma meira við hús pr. dag, ið svarar til 1 heilan ar­beiðs­dag um vikuna, spar­ing í brennievni (bensin og olju), minni slit á vegir og akfør, og færri ferðslu­óhapp. Har­ afturat verður talan um minni dálking av um­ hvørvi og náttúru. Skálafjarðartunnilin eigur at verða gjørdur so skjótt sum gjørligt. Hetta verður til stórt gagn fyri tey ferðandi, vinnulívið og samfelagið – tí hastar tað at gera Skálafjarðartunnilin. Eg fari áhaldandi at stríðast fyri, at Skála­ fjarðartunnilin hesaferð gerst veruleiki. Skála­fjarðar­ tunnilin – nú verður gongd sett á verkætlanina Alfred Olsen Sambandstingmaður