Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. januar 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. januar 2013 · Nr. 11 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um nýggju krøvini til koyrikort, har tað verður kravt, at næmingar skulu hava fyrstuhjálp, tá far­ið verður upp í koyri­korti, settur Kára P. Høj­gaard, landsstýrismanni í inn­lendis­ málum, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Kann landsstýris­mað­ urin útgreina, hví ungdóm­ urin skal hava fyrstuhjálp, tá tey taka koyrikort? 2. Veit lands­stýris­mað­ur­ in, at broytingin fer at kosta ungdóminum nógvar peng­ ar? 3. Heldur landsstýris­ mað­urin tað vera rímiligt, at ung­dómurin skal rinda fyri fyrstu­hjálp, tá koyrikortið kostar nógvar túsund krón­ ur? Viðmerkingar At landsstýrið av sínum ein­ tingum sleppur at leggja gjøld og senda rokningar til ungdómin uttan nakra við­ gerð í Løgtinginum, men við eini kunngerð, er ein óheppin støða fyri okkara ungdóm. Tað er ivasamt, um lands­ stýrismaðurin legði upp­ skotið fram, har hann mælti til at senda ungdóminum eina eyka rokning upp á nógv­ar túsund krónur fyri koyri­kort, um Løgtingið hevði samtykt uppskotið. Vit hava fólka- og mið­ náms­skúla, hvørs endamál er at skúla okkara ungdóm, so at hann kann gagnnýta sín førleika í samfelagnum. Tað er vorðið so ósmidligt og óliðiligt við ES lógum og krøvum, at okkara skúla­ skipan er ikki smíðað eftir føroyska samfelagnum. Næm­ingar, ið velja at fara til skips, tá teir eru lidnir við fólkaskúlan, sleppa ikki, tí teir hava ikki trygdarskeið. Sostatt skulu teir brúka fleiri túsund krónur upp á trygd­ arskeið, áðrenn teir sleppa til arbeiðis. Við nýggju broytingini hjá landsstýrismanninum við innlendismálum, Kára P. Højgaard, sleppa mið­náms­ skúlanæmingar ikki so frægt sum at taka koyrikort, tí teir hava ikki fyrstuhjálp. Aftur hesaferð kemur tað at kosta ungdóminum fleiri túsund krónur. Tað kann tykjast óheppið, at okkara ungdómur, tá hann verður liðugur við fólka- ella miðnámsskúlan, at hann hvørki sleppur ella er egnaður at koyra bil ella fara á arbeiðsmarknaðin, tí ES og landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Høj­gaard, ikki loyva tí. Er tað veruliga soleiðis, at vit ynskja at áseta lógir um, at borg­ararnir í Føroyum skulu duga fyrstu­hjálp, er tað meir hósk­andi at krevja tað í fólkaskúlanum. Ikki umvegis koyrikortið. Tað er óheppið, at okkara skúlaskipan forðar ungdóminum at arbeiða. Tvørturímóti áttu tað held­ur at vera krav, at bæði fyrsta­ hjálp og trygdarskeið vóru partur av pensum í fólka­ skúlanum, so at okkara ung­ dómur fær møguleikan at arbeiða og/ella koyra bil, tá tey einaferð verða liðug við fólka- ella miðnámsskúlan. Við áðurnevndu broyting framleiða vit ørgrynnu av næmingum, men eingin av teimum sleppur at ar­beiða, tí tey lúka ikki treyt­ir­nar hjá ES og Kára P. Høj­gaard, lands­stýrismanni í inn­lendis­ málum. Tað kann tykjast soleiðis, at fólk kunnu halda uppá, at broytingarnar eru ætlaðar okkara skúlaskipan, so at ung­dómurin frameftir verð­ ur skúlaður í, hvussu tey skulu arbeiða innan fyri almennu umsitingina. Við at seta so nógvar forð­ing­ar, verða vit noydd at laga okk­ara skúlaskipan eftir broyt­ing­unum. Tað er ein marg­háttlig støða, sum okkara ung­dómur er komin í, tí tey sleppa ikki at arbeiða, tá tey einaferð eru liðug við fólka- ella mi­ð­náms­skúlan, tí tey lúka ikki treyt­irnar fyri at arbeiða ella koyra bil. Tískil verða omanfyri nevndu spurningarnar settir. Takk fyri viðmerkingina, Jógvan. Eg havi ikki nógv at viðmerkja til tað søgu­ fak­liga, sum Jógvan við Keldu nú tykist hava slept, men eg fari at vísa á, at tá Jógvan leggur meg undir at hava end­ ur­givið hann fyri at hava “sagt”, at Josias Matras ikki er til at hava álit á, tí hann “bara var” leikfólk og bådejer, so er tað skeivt. Eg havi onga­staðni endurgivið Jógvan fyri at hava “sagt”, at Josias Matras “bara var ...” - hevði eg gjørt tað, so hevði eg sett orð­ini í “-”. Tað, sum eg skriv­aði, var orða­rætt hetta: “Jógvan roynir hin­ vegin við beinleiðis óvið­ komandi og ósakligum tilsipingum, t.d. at Josi­ as Matras bara var “leik­fólk” og “bådejer”, og ong­um grund­gevingum at sáa iva um trú­virðið hjá Josiasi Matras.” Eg standi við hvørt orð, tí tað er akkurát hetta, sum Jógvan hevur gjørt í sínum grein­um, tá hann ein­ans hevur brúkt ósak­ligar og óvið­ kom­andi til­sip­ingar, t.d. “ódoku­men­teraðar leik­ manna­keldur”, “í goml­ um óhep­num frá­søg­num frá leik­fólki” o.s.fr., fyri at sáa iva um trú­virðið í greinini hjá Josiasi Matras. Jógvan kann heldur ikki skáka sær undan, at hann hevur lagt Josias Matras undir “søgu­ reingj­an” við einastu grund­gevingum, at hann var “leik­fólk” og “båd­ejer”. Í seinastu við­ merk­ing míni vísti eg á, at Josias Matras var ikki hvør sum helst, men tá Jógv­an tykist halda, at leik­fólk ikki eru álítandi frá­søgufólk, tá tey skriva sínar endurminningar, og at teirra sjónarmið tí ikki skulu fáa inni­vist í søguni, so er tað fram­ vegis okkurt við­víkj­andi søguskriving og keldum, sum hann ikki tykist skilja. Eftir stendur, at Jóg­v­ an (1944-) við illgitingum og ósakligum tilsipingum hevur lagt ein trúgvandi, mentaðan, djarvan og nú fullkomiliga verju­leys­ an klaksvíking, Josi­as Matras (1904-1972), sum í sam­tíð síni var mill­ um tey fáu, ið tordi at tosa Roma (les Kjøl­bro­ fyri­tøkuni) beint ímóti, undir “søgu­reingjan”, tá hann í 1960 skri­vaði grein um síni upp­livilsi í Klaks­vík í 1920 og 30 árun­um. Tað verður sjálvandi eftirtíðin - ikki Jógvan við Keldu - ið fer at meta um, hvør byggir á tað “veika og svíkjandi grund­arlagið”, men eg kann ikki lata vera við at hugsa: sanniliga er mun­ ur á monnum. Tað er munur á monnum Hans Andrias Sølvará Føroyar-Hetland tur/retur Jákup av Skarði Nú er besti møguleiki okk­ ara at lata upp aftur far­leið­ ina til Hetlands. Nú kunnu føroyingar bera aftur ein part av stolt­leik­anum! Het­ land stuðlaði okkum, lat okk­um nú njóta Hetland og bjóða het­lend­ing­um at njóta Føroyar! 18. februar verður Nor­ røna sett inn at sigla fyri Smyr­il. Hetta er upplagdur møgu­leiki føroyinga, at betra um og styrkja vinarbond okk­ara til Hetlands. Lat okk­ um nýta høvi og gera tveir túrar "Tórs­havn-Vágur-Ler­ wick-Vágur-Tórs­havn". Hetta er eisini upp­lagdur hugna­ túrur fyri kór, bindi­klubbar, setur­skúlar, harmoniku­tón­ leik, "enskt á kvøldskúla" og kunn­ingarstovur. Norrøna verður á farleiðini til Suðuroyar í 4 vikur og tí skjóti eg upp, at túrar verða skipaðir til Hetlands tvey vikuskifti í hesum tíðar­ skeiði. Kunningarstovur okk­ara kunnu so saman við SSL og Smyril Line samskipa møgu­leikar okkara at bjóða het­lendingum vælkomnum. Eg veit væl at hetta nervar ferðaflutningin til Suðuroyar, men hugsi mær, at hetta kann gerast í samstarvi við Atlantsflog, soleiðis at nakrir av teirra tvungnu tyrlu- tímum kundu verið nýttir at flyta ferðafólk loftvegis fyri sama kostnað sum tað er at sigla við Smyrli. Atlantsflog kundi samstundis nýtt hetta høvi at vant okkum at nýtt loftvegis sambandið heldur enn at standa í bíðirað til bil- ferjurnar. Tí loyvi eg mær at skjóta upp, at Norrøna siglir úr Havn kl. 18:30 fríggjadag (gald­andi ferðaætlan), leggur at í Vági kl. 20:25. Síðani legg­ ur Norrøna leiðina til Het­ lands og er frammi í Ler­ wick kl. 10 leygar­morgun. Her verður av- og áskipað, meðan ferða­fólkini fáa ein dag í Ler­wick. Farið verður avstað leygar­kvøld kl. 22. Síðani er Norrøna aftur á Vági kl. 06:00 og kann fara aftur í sigling av Vági kl. 8:30 sunnu­morgun. Teir het­lend­ ingar, íð nú ynskja at uppliva Føroyar hava eina ella tvær vikur til næsta túr - og somu­ leiðis kunnu føroyingar njóta Hetland ein dag, ella eina viku ella tvær, alt eftir hvørj­ ar møgu­leikar SSL og Smyril Line leggja til rættis. Ja, eg haldi tað er frálíkt, at SSL og Smyril-Line gera eina avtalu, ið tryggjar summum yvir­skot og øðrum avbera góða far­leið. Men eg haldi vit eiga at hugsa longri og draga allar møgu­leikar fram. Lat okkum njóta og nýta og lat okk­um samstundis styrkja sam­bond - eisini til Het­lands. Tveir leygardagar við tyrlu­flutningi til Suðuroyar og Norrønu til Hetlands! Bestu ynski um fjølbroytt og gott ferðasamband - til Hetlands og Suðuroy. Koyrkort skulu ikki dýrka! Hanus Samró løgtingsmaður Kjak