týsdagur 29. januar 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Tað segði heilsustjórin í Bret
landi, Dame Sally Davies, tá
hon nú um dagarnar var á
fundi við vísindanevndina
hjá parlamentinum í London.
Hon segði, at brunasjúkur,
sum heilivágur ikki rínur við,
gera støðugt meiri og meiri
um seg í Bretlandi. Og hon
málaði eina dapra mynd av
støðuni um eini 20 ár.
– Vanligar skurðviðgerðir
kunnu elva til, at sjúklingurin
doyr av heilt vanligum bruna,
tí vit hava einki antibiotika,
sum virkar, segði Dame Sally
Davis á fundinum.
Bretar avmarka
nýtsluna
Tann avgerandi trupulleikin
er, at nýtslan av antibiotika
hevur gjørt, at fleiri og fleiri
bakteriur gerast mótstøðu
førar, soleiðis at antibiotika
rínur ikki við tær. Samstundis
er tað ein stórur trupulleiki,
at heilivágídnaðurin ger alt
ov lítið fyri at menna nýggj
sløg av antibiotika.
Bretski heilsustjórin sigur
við blaðið The Guardian, at
meðan
heilivágídnaðurin
brúkar nógva orku upp á at
menna heilivág til at viðgera
sjúkur so sum ov høgt blóð
trýst og hjartasjúkur, verður
lítið gjørt við at menna nýggj
sløg av antibiotika.
Bretska heilsuverkið hev
ur ásannað, at bretar brúka
ov nógv antibiotika, og júst í
hesum døgum hava myndug
leikarnir sett í verk eitt átak,
sum skal fáa læknar og stov
nar til at avmarka nýtsluna.
Á fundinum við vísinda
nevndina hjá Parlamentin
um segði Dame Sally Davis,
at heldur verandi gongd
fram, ganga ikki mong ár,
til vanligar krabbameins
viðgerðir mugu steðga, og at
ymsar viðgerðir, sum vit í dag
kalla einfaldar, kunnu elva til
lívshættisligan bruna.
Tola tað sterkasta
Trupulleikin við mótstøðu
førum bakterium og virusi
er ikki íkomin nýliga, men
tey seinastu árini eru hesar
bakteriurnar veruliga farnar
at gera vart við seg.
Í Bretlandi hava heilsu
myndugleikarnir
millum
annað skrásett støðugt fleiri
bakteriur, sum standa seg
ímóti sjálvt teimum sterkastu
sløgunum av antibiotika,
teimum sokallaðu karba
penemunum. Í 2003 skrásettu
myndugleikarnir trý dømi
av bakterium, sum kláraðu
so sterkt antibiotika. Í 2011
vóru dømini 217, og tað er
einki, sum bendir á, at tey
fara at fækka, skrivar The
Guardian.
Mótstøðuførar bakteriur eru ein líka stór hóttan sum eitt vanlukkuligt
yvirgangsálop, ein heimsumfatandi influensa ella ein flóðalda
Nýggur háttur Við at samanbera EEG-royndir ber til at staðfesta Alzheimers og aðrar minnissjúkur væl fyrr enn við verandi
framferðarhátti. Tað kunngjørdi fyritøkan Mentis Cura á einari samkomu hjá íslendska læknafelagnum nú um dagarnar. -Sambært
tí, sum vit higartil eru komin til, eru sera álítandi ábendingar um, at framferðarhátturin kann hjálpa við at staðfesta sjúkuna
upp í trý til fimm ár, áðrenn klinisk sjúkueyðkenni vísa seg, segði Kristinn Johnsen hjá Mentis Cura á ráðstevnuni. Forritið, sum
Mentis Cura hevur ment, kann arbeiða saman við øllum ESG-tólum og kann brúkast á øllum sjúkrahúsum og aðrastaðni.
Lagt til rættis: Árni Joensen
Tá danski heilsumálaráðharr
in fyri átta døgum síðani var
í Føroyum, fekk hon millum
annað eina frágreiðing um,
hvussu tann talgilda sjúk
lingajournalin
í
føroyska
heilsuverkinum virkar, og at
vit hava eina og somu skip
an fyri sjúkrahúsini og allar
kommunulæknarnar. Astrid
Krag sigur við Sosialin, at
hon var sera hugtikin av teirri
føroysku skipanini og ser
stakliga tí, at skipanin umfatar
allar partar í kervinum.
Í dag hava flestu lond
talgildar sjúklingajournalir,
men tað serliga við teirri
føroysku skipanini er, at ein
og sama skipan umfatar alt
kervið. Onnur lond hava
tann trupulleika, at tey hava
ymsar skipanir, men sum
ikki virka saman. Soleiðis er
eisini í Danmark, har ymsar
skipanir eru í teimum fimm
regiónunum.
– Eg fari at taka hetta upp
við regiónirnar, tí tað er heilt
týðiligt, at tað eru fleiri fyri
munir at fáa við at brúka
eina skipan sum ta í Føroy
um, sigur ráðharrin.
Á vitjanini í Føroyum fekk
Astrid Krag høvi til at tosa
við kommunulæknarnar í
Klaksvík, sum søgdu seg vera
sera væl nøgdar við THS-
skipanina, og ráðharrin dugir
væl at ímynda sær, hvussu
stórar fyrimunir danir kundu
fingið av einari felags skipan
fyri sjúkrahúsini og teir
praktiserandi læknarnar.
– Kunnu føroyingar fáa
hetta at virka, kunnu vit í
Danmark eisini, sigur danski
heilsumálaráðharrin.
Danski heilsumálaráðharrin bergtikin av føroyskari skipan
At summar barnakonur
og smábarnamammur
fáa trupulleikar við tung
lyndi er ikki nakað nýtt.
Aðrastaðni vísa kann
ingar, at millum 10 og 16
prosent av kvinnunum
fáa trupulleikar við lynd
inum, meðan tær ganga
við barninum, ella aftaná
at tær hava átt.
Samstundis vísa kann
ingar - eitt nú í Noregi -
at tað er sera umráðandi
at fáa staðfest, at ein
barnakona ella smá
barnamamma líður av
tunglyndi.
– Tað er umráðandi
at fáa staðfest og at
viðgera tunglyndi hjá
smábarnamammum, tí
tunglyndi í burðartíðini
ella barsilstíðini kann fáa
varandi óhepnar avleið
ingar fyri menningina
hjá barninum, sigur
granskarin Lillebeth
Larum við blaðið Aften
posten.
Norsku heilsumynd
ugleikarnir arbeiða
nú við at finna eina
skipan, sum skal avdúka
tunglyndi hjá barna
konum so tíðliga sum
gjørligt.
Tann 63 ára gamla Dame Sally Davis hevur verið bretskur heilsustjóri síðani á sumri í 2010
Um 20 ár hava vit einki
antibiotika sum virkar
Astrid Krag er so hugtikin av teirri føroysku THS-skipanini, at hon hevur sett
sær fyri at fáa eina tilsvarandi skipan í danska heilsuverkinum
Tunglyndi hjá
mammuni
ávirkar barnið
Astrid Krag, sum
er úr SF, varð
fyrstu ferð vald í
Fólkatingið í 2007,
og hon hevur verið
heilsumálaráðharri
síðani 3.
oktober í 2011
Mynd: Sosialurin