Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-01-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Her missir lands Jón Brian Hvidtfeldt Uppgávan at krevja inn skatt frá føroyingum liggur í flestu førum hjá Taks, men við­hvørt liggur uppgávan úti hjá privatum. Tá tú fert til handils, keypir eina vøru ella tænastu, rindar tú meir­ virðis­gjald. Uppgávan at krevja inn pengarnar fyri lands­kassan liggur hjá tí, ið selir vøruna ella tænastuna. Grein-1 í lógini um meir­ virðisgjald sigur, at »sambært hesi lóg skal avgjald rindast til landskassan í øllum lið­ um av vinnuligari sølu av vør­um og tænastum og við inn­flutn­ing úr útlondum.« Sjálv uppgávan at krevja inn liggur, sum nevnt, úti í vinn­ uni. Men ofta knípur at bera peng­arnar, skattin, víðari til landskassan. Hetta hóast mvg-lógin ásetir, at meir­ virðis­gjaldið skal avrokn­ast triðja hvønn mánaða. Frá 2005 til 2011 hevur Taks avskrivað 65 milliónir krónur uppá feløg og mvg-skrásettar persónar, sum ikki funnu vegin fram til landskassan. Sosial­urin hevur fingið lut­ víst innlit í listan, ítøkiliga hava vit fingið innlit í tey feløg, har Taks hevur staðfest tap størri enn 5000 krónur. Hinvegin fáa vit ikki innlit í avskrivingar uppá mvg-skrá­ settar privatpersónar, tí tað sambært Taks kann skaða per­sónarnar fíggjarliga fram­ yvir. Innlit Hóast tú sum borgari hevur goldið tín skatt, so er ikki vist at pengarnir eisini enda í landskassanum. Taks hevur síðstu árini avskrivað 65 milliónir krónur í meirvirðisgjaldi, og almenni skattainnkrevjarin veittrar í løtuni farvæl til 31 milliónir afturat, sum ikki vinna vegin fram frá teimum privatu, ið hava fingið álitið upp í hendur at krevja inn mvg vegna landskassan Landsgrannskoðanin hevur í áravís gjørt varug við veikleikar í inn­krevj­ingini av meirvirðisgjaldi. Ikki fyrr enn í apríl í fjør bleiv lógin herd. – Árini 2006 til 2011 eru mvg- eftirstøðurnar øktar út 70,9 milliónum upp í 119,4 milliónir krónur. Tað staðfesti Lands­ grann­skoðanin í einum notati til løg­tingið í fjørsummar. Notatið var ein avleiðing av, at landsgrannskoðanin í ársfrá­ greiðingini fyri 2010 hevði stað­fest, at mvg-eftirstøðurnar ongan­tíð áður høvdu verið so stórar sum tað árið. Eisini vísti Lands­grannskoðanin á, at fleiri heimildir, sum vórðu settar í mvg-lógina í 1995, vórðu ikki brúktar eftir ætlan. Ávaringin í ársfrágreiðingini hjá Lands­ grann­skoðanini fyri 2010 var ein endurtøka av líknandi ávaringum í undan­farnum ársfrágreiðinum. Í september 2009 upplýsti tá­verandi landsstýrismaður í fíggjarmálum, at sambært Taks vórðu nakrar ásetingar í mvg-lógini ikki fylgdar, tí »tað ikki hevur nakran positivan virkning fyri umsitingina, heldur tvørtur­ímóti.« Í sama viðfangi vísti lands­stýrismaðurin á, at tá mvg-skipanin varð sett í gildi í 1993, hevði landsstýrið uppskot um at geva Taks heimild at steingja fyritøkur, sum ikki rindaðu landskassanum tað meir­ virðisgjald , ið tær høvdu kravt inn vegna landskassan. Men, stað­festi sami landsstýrismaður sambært Landsgrannskoðanini, uppskotið fekk ikki politiska undirtøku og varð ongantíð sett í gildi. Í oktober 2010 segði táverandi landsstýrismaður seg ætla at broyta mvg-lógina, millum annað geva Taks heimild at strika tey virki, ið skyldaðu meirvirðisgjald, úr Vinnu­skránni. Men hetta bleiv tó ongantíð til nakað, áðrenn val varð útskrivað á heysti 2011. Málið um meirvirðisgjald hvarv tó ikki úr almenna rúm­ inum. Í mars í fjør fór lands­ stýris­mað­urin í fíggjar­mál­um í løgtingið við mvg-lógini. Endamálið við lógar­broyt­ ingunum var, sambært viðmerk­ ing­unum, hetta: »at minka um eftirstøður og tap fyri lands­ kassan av meirvirðisgjaldi og forða fyri at vinnuliga kapp­ ingin verður avlagað, sam­ stundis sum rættarkenslan hjá borgar­unum verður styrkt.« Í við­merk­ingunum varð eisini staðfest at »landsstýrismaðurin og Fíggjarmálaráðið fáa til tíðir ábendingar um, at tað eru fyri­ tøkur og persónar, ið misbrúka meirvirðisgjaldsskipanina.« Lógar­broytingin bleiv samtykt 24. apríl í fjør. jonbrian@sosialurin.fo Politiskt drál Pengarnir finna ongantíð vegin til landskassan, tí feløgini, ið hava kravt peng­ar­nar inn, eru áveg á húsa­gang