týsdagur 29. januar 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
kassin 100 mió
Jón Brian Hvidtfeldt
– Jú, vit mugu bara staðfesta,
at okkara metingar vístu seg
at halda. Eyðun Mørkøre,
stjóri á Taks, hyggur eftir
sonevnda svartalista hjá
Taks, sum er ein listi yvir
virki og einstaklingar, har
tapsvandin er stórur.
Í fjørsummar roknaði
Taks við, at næsta hálva
árið fór at vera neyðugt at
avskriva 33 milliónir krónur
í meirvirðisgjaldi.
– Pr. 31. desember 2012
hava vit meldað 31 milliónir
krónur inn í mvg-krøv í
trotabúgv,
váttar
Eyðun
Mørkøre ídag.
Her er í fleiri førum talan
um trotabúgv, sum ikki eru
endaliga gjørd upp, og tí
er vónleyst at meta um,
hvussu nógvar av teimum
33 milliónunum Taks fær
inn.
– Nei, tað dugi eg als ikki
at meta um, sigur Eyðun
Mørkøre.
Rokna vit hesar 31 milli
ónir sum taptar, so hevur
Taks síðstu árini avskrivað
96 milliónir krónur í meir
virðisgjaldi.
Meira útistandandi
Landsgrannskoðanin stað
festir, at síðani 2006 eru
eftirstøðurnar av meirvirðis
gjaldi øktar úr 70,9 millión
um upp í 119,4 milliónir
krónur. Sambært stjóranum
á Taks eru tvinnar orsøkir
til gongdina.
– Vit hava upplivað verri
tíðir í samfelagnum, har
fleiri fyritøkur hava havt
trupult við at gjalda sínar
rokningar. Og á hinum
bógnum hevur Taks framt
størri eftirlit á hesum øki
síðstu árini, serliga innan
byggivinnuna, og har eru vit
so komin fram á meirvirðis
gjald, ið skal gevast upp,
sigur Eyðun Mørkøre.
Sambært stjóranum var
mvg-eftirstøðan 117 milliónir
krónur, tá árið 2012 varð
gjørt upp. Málið hjá Taks
er, at eftirstøðan skal koma
niður um 110 milliónir.
Eftirlýsta amboðið
Í samband við at lógin um
meirvirðisgjald skuldi koma
í gildi afturi í 1993, varð tosað
um at geva Taks heimild at
steingja fyritøkur, sum ikki
rindaðu tað meirvirðisgjald,
ið tær høvdu krav inn vegna
landskassan. Men uppskotið
fekk ikki politiska undirtøku
og varð ongantíð sett í gildi.
– Jú, eitt slíkt amboð
hevði óivað avmarkað nøk
ur tap, staðfestir Eyðun
Mørkøre turt ídag.
Eftir politiskt tos um
hetta í fleiri ár, varð lógin um
meirvirðisgjald broytt í fjør.
Við lógarbroytingini fekk
Taks heimild at strika eitt
felag, um tað ikki hevur latið
latið inn meirvirðisgjald fýra
fylgjandi avgjaldstíðarskeið
(sí aðra grein).
– Tað er eingin loyna,
at vit ynsktu hetta amboð
eftir tvey fylgjandi avgjalds
tíðarskeið, men hetta var so
politiski viljin, og tað er so
tað, sigur Eyðun Mørkøre.
Taks hevur enn ongantíð
brúkt hetta nýggja amboð,
níggju mánaðir eftir lógar
broytingina.
– Vit hava valt at fara
varisliga til verka, sigur
Eyðun Mørkøre og leggur
afturat, at Taks roknar við
at fyritøkur fara at uppføra
seg betri eftir lógarbroyt
ingina.
Stjórin sigur seg tó ikki
ivast í, at nýggja amboðið
hevur ein virknað, tí nú
hevur Taks heimild at strika
fyritøkur, sum ikki rinda
sítt meirvirðisgjald. Og enn
einaferð ásannar hann, at
amboðið skuldi verið komið
fyrr.
Ongar gamlar syndir
Á listanum yvir feløg, har
Taks hevur endaliga av
skrivað meirvirðisgjald, ella
í øðrum lagi hevur sett fram
krav móti trotabúgvum,
ganga aftur nógvir fólk,
sum framvegis eru virkin í
vinnulívinum. Men hóast
hesi fólk harvið eiga sín
part av orsøkini til, at út
við 100 milliónir mangla í
landskassanum, so hevur
Taks einki amboð at krevja
tey eftir pengunum.
– Nei, tað sum er avskriv
að, er farið, staðfestir Eyðun
Mørkøre.
Lógarbroytingin frá 2012
gevur heldur ikki nøkur
amboð í somáta. Einasta
nýggja er, at Taks fær eitt
sindur neyvari eftirlit við
hesum mvg-skuldarum.
– Populert kanst tú siga,
at vit hava møguleika at
seta hesar persónar á ein
sonevndan svartalista, har
vit kunnu áleggja teimum
at seta fram trygd móti
framtíðar mvg-rokningum.
Og so kunnu vit eisini stytta
avgjaldstíðarskeiðið
hjá
hesum persónum. Men hesi
amboð peika bara frameftir,
ikki aftureftir, sigur Eyðun
Mørkøre.
Møguleikin at fara eftir
gamlari skuld hjá teimum,
sum í framtíðini forvinna
pengar, er also ikki til staðar.
Og Taks hevur heldur ongan
møguleika at forða fólki,
sum umvegis síni gomlu
feløg standa í stórari mvg-
skuld til tað almenna, at
taka upp nýtt virksemi.
Eyðun Mørkøre dugir í
dag ikki at vísa á dømi um,
at broytingarnar í mvg-
lógini frá 24. apríl í fjør hava
havt virknað.
– Nei, eg havi ikki dømi
um tað. Men eg eri tó sann
førdur um, at broytingin
hevur og fer at hava ein
virknað, sigur stjórin á
Taks.
Eyðun avskrivar
100 milliónir
Afturat teimum 65 milliónunum, sum Taks longu
hevur avskrivað, hevur Taks sett fram krøv um 31
milliónir krónur í mvg, sum ongantíð vunnu vegin
fram til landskassan. Eyðun Mørkøre dugir ikki at
meta um, hvørt hann fær nakra krónu innaftur.
Hóast mvg-lógin varð herd
í fjør, so ber framvegis til
at skylda meirvirðisgjald
í eitt ár, uttan at tað fær
stórvegis avleiðingar.
Tað var hóvliga farið
fram, tá landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum í februar í
fjør fór undir at orða lógar
uppskotið, hvørs endamál
var at tippa holini í lógini
um meirvirðisgjald. Í al
mennu viðmerkingunum
til lógaruppskotið stendur,
at »vart skal verða gjørt við,
at endamálið við hesum
broytingaruppskoti
til
mvg-lógina er ikki at raka
persónar, ið ikki hava fingið
gjørt sína skyldu móti
landskassanum, orsakað av
óhepnum umstøðum, men
harafturímóti
persónar,
ið tilvitað misbrúka mvg-
skipanina.«
Somuleiðis varð víst á,
at fyritøkur klaga um, at
tað kann ikki »betala seg at
bjóða uppá uppgávur, tí tær
eru upp ímóti fyritøkum, ið
sleppa sær undan at gjalda
mvg, og tí kunnu geva lægri
boð.« Og sum tað triðja var
víst á tørvin at fáa styrkt
rættarkensluna hjá borgar
unum.
Hesin hóvligi tóni í al
mennu viðmerkingunum
sæst aftur í sjálvum lógar
tekstinum. Hóast tað er
ásett í mvg-lógini, hvussu
meirvirðisgjaldið
fellur
til gjaldingar, so verður
í
lógarbroytingini
lagt
upp til eitt rímuliga langt
elastikk, áðrenn hamarin
fellur.
Sambært
lógarbroyt
ingini ber framvegis til at
skylda meirvirðisgjald í
fýra fylgjandi avgjaldstíð
arskeið, áðrenn Taks yvir
høvur fær heimild at brúka
sterkma amboðið, sum er
at strika skrásetingina av
einum virki. Hetta verður
eisini nevnt at tvingsils
frámelda eitt virki.
Undir viðgerðini í løg
tinginum mælti andstøðan
til at geva Taks heimild at
handla fyrr, helst eftir
tveimum ella trimum av
gjaldstíðarskeiðum, men
tað vann ikki frama.
jonbrian@sosialurin.fo
Kunnu framvegis
skylda mvg í eitt ár
Men hesin langi listin við
65 milliónum, mistum skatta
krónum er bara toppurin av
ísfjallinum. Tí Taks stendur
í løtuni reelt og veittrar far
væl til umleið 31 milliónir
krónur afturat. Her er talan
um pengar, sum eru kravdir
inn, men bara ongantíð finna
vegin fram til landskassan, tí
feløgini, ið hava kravt peng
arnar inn, eru áveg á húsa
gang.
Í
eini
frágreiðing
til
Landsgrannskoðanina í fjør
summar staðfestir Taks, at
avskrivingarnar fara at verða
væl størri, av tí at fleiri feløg
eru undir konkurs/tvingsils
avtøku. Víðari staðfestir Taks
at:
– Tá hesi feløg eru strikað
hjá Skráseting Føroya, rokn
ar Taks við at avskriva í
minsta
lagi
33
milliónir
krónur afturat, tí sannlíkt
er at ongin peningur er til
at rinda skuld, sum til dømis
meirvirðisgjald.
Henda meting skuldi eis
ini vísa seg at halda.
– Pr. 31. desember hava vit
meldað 31 milliónir krónur
inn í mvg-krøv í trotabúgv,
váttar Eyðun Mørkøre.
Stjórin á Taks dugir í dag
ikki at meta um, hvørt Taks
fær nakra krónu burtur hes
um mvg-krøvum.
Tilsamans er also talan
um 96 milliónir krónur, 65
milliónir avskrivaðar og 31
milliónir sum krøv í trota
búgvum. Pengar, ið eftir
røttum áttu at ligið í lands
kassanum, men í staðin eru
farnir millum skins og hold í
feløgum, sum síðani eru farin
á húsagang.
Avskrivingarnar fara
at verða væl størri, av tí
at fleiri feløg eru undir
konkurs/tvingsilsavtøku
mvg
Altíð svangi landskassin
má avskriva 100 milliónir
krónur í meirvirðisgjaldi