týsdagur 29. januar 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 30. januar 2013 · Nr. 12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vilmund Jacobsen
Tað er serliga oljan, sum
skilir partarnar. Í verandi
sáttmála millum reiðarar og
manningar stendur, at tann
parturin av oljuni, sum fer
yvir 3,90 krónur fyri liturin,
fer av óbýttum. Hetta hevur
verið ein dýrur postur hjá
manningunum við partrolar
um og lemmatrolarum.
Uppleggið
hjá
Fiski
mannafelagnum er, at oljan
skal úr sáttmálanum, og í
øðrum lagi er hugsandi, at
ein minni og greiðari luttøka
í oljupartinum kanska hevði
verið at livað við.
- Alt er tungt í ringum tíð
um, og soleiðis er eisini við at
fáa oljuna úr aftur sáttmála
num.
Tað sigur Jan Højgaard,
formaður í Føroya Fiski
mannafelag.
Á landsfundi í felagnum
millum jól og nýggjárs gjørdu
nógvir fiskimenn, sum vóru
á fundinum, greitt, at teir
vilja leggja trolaraflotan, um
tað skal til fyri at fáa oljuna
úr aftur sáttmálanum.
Jan Højgaard heldur tað
vera ógjørligt hjá leiðsluni
í felagnum at binda seg til
eina slíka niðurstøðu.
- Vit gera okkara besta,
og eingin ivi skal vera um, at
vit vilja hava oljuna úr aftur
sáttmálanum.
Felagsformaðurin vil í
løtuni ikki gera sínar met
ingar um, hvørt hetta fer at
eydnast ella ikki, og hann
heldur eisini, at samráðing
arnar eru komnar ov stutt til
at meta um, hvat úrslitið av
hesum verður.
Sundur - ella saman
Klokkan 13 í gjár - týsdagin
- skuldu partarnir hittast
aftur til samráðingarfund í
hølunum hjá Fiskimanna
felagnum.
- Í dag fara vit aftur at
tosa við teir, sum standa aft
an fyri partrolaraflotan, og í
morgin - mikudagin - verða
samráðingar við teir, sum
standa aftan fyri lemma
trolararnar.
Jan Højgaard hevur áð
ur sagt, at málið er at taka
partrolarar og lemmatrol
arar undir einum, og hó
ast samráðingar í gjár vóru
við teir, sum umboða par
trolararnar,
hevur
hann
kortini vónir um, at hesar
samráðingar, sum dagarnir
ganga, fara at koma undir
land undir einum.
- Oljuparturin er tungi
burðurin, men eg vóni, at
vit fara at koma undir land,
soleiðis at nýggjur sátt
máli kann undirskrivast við
partrolarar og lemmatrolar
ar ein av fyrstu døgunum,
sigur formaðurin í Fiski
mannafelagnum.
vilmund@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen
Hin 21. desember ynskti
skiparin á rækjuskipinum
í Kollafirði, Arctic Viking,
gleðilig jól og gott nýggjár til
øll, sum sita heima. Í jóla-og
nýggjársheilsuni legði hann
aftrat, at manningin heldur
jól langt norðan fyri Sval
bard.
- Um eina løtu fer inter
netið, og vit melda okkum
nærmast úr samfelagnum.
Seinasta leygardag - ella
meiri enn ein mánað seinni
- var fyrstu ferð, at skiparin
aftur hevði netsamband og
var á sínum facebook-profili
við hesi heilsan:
- Vit eru nú komnir suður
móti Hinlopen aftur og hava
fingið internetið aftur. Nei,
her skuldi verið forboðið at
fiskað, bølamyrkt alt døgnið,
kalt og lort veður, skrivar
skiparin.
350 tons inni
Reiðarin á Arctic Viking,
Jóhan Joensen, sigur, at skip
ið hendan túrin fór úr Før
oyum hin 24. november, og
nú ætlanin er at fiska hesa
vikuna aftrat, hava teir um
leið 350 tons í lastini.
- Hetta er ein heldur lang
ur túrur, men tað eru góðar
rækjur, sum skip og manning
hava fingið.
Hann sigur, at rækjurnar
verða landaðar á Tromsø-
leiðini, tá henda vikan er
farin, og her verður eisini
manningarskifti, har flestu,
sum hava verið við hendan
túrin, koma heim - og aðrir
fara umborð.
17 mans eru við Arctic Vik
ing. Skipari er Bjarni Peter
sen, og skipari á næsta túri
verður Niclái Petersen.
- Næsta túr verður aft
ur farið eystur eftir á Sval
bardsleiðirnar, sigur reiðarin,
Jóhan Joensen.
Árið í fjør royndist hampi
ligt hjá Arctic Viking, og tað
eydnaðist at fáa avlop í
raksturin.
Rækjuskip
ikki stóri
trupulleikin
Hvørki
formaðurin
í
Felagnum Rækjuskipum,
Jóhan Joensen ella for
maðurin í Føroya Fiski
mannafelag,
Jan
Høj
gaard, vilja siga nakað
ítøkiligt um, hvat tað er,
sum skilir í sáttmála
trætuni millum partarnar.
Higartil hevur bert ein
samráðingarfundur verið,
og enn er nýggjur fundur
ikki
avtalaður
millum
partarnar.
- Eg havi ongar við
merkingar til fundin, sum
verið hevur, sigur Jóhan
Joensen.
Jan Højgaard heldur
ikki, at tað eru stór mál
sum skilja partarnar, og
hann heldur ikki, at tað
fer at verða so trupult at
koma undir land við ein
um nýggjum sáttmála.
Men
formaðurin
í
Føroya Fiskimannafelag
vil heldur ikki siga, hvørji
ítøkiligu málini eru, sum
ósemja er um.
vilmund@sosialurin.fo
Togast um oljuna
Í hesi vikuni verða samráðingarnar millum teir, sum umboða partrolarar
og lemmatrolarar og manningarfeløgini, tiknar uppaftur, men væntandi
er ikki, at partarnir røkka eini semju uttan stríð um oljuna
Arctic Viking ein mánað í bølamyrkri
Rækjuskipið Arctic Viking, sum nú hevur 350 tons av rækjum í lastini, fer at royna hesa vikuna
aftrat. Síðan verður manningarskifti á Tromsø-leiðini, har veiðan eisini verður løgd upp
Eingin ivi skal
vera um, at vit vilja
hava oljuna úr aftur
sáttmálanum
- Oljuparturin er tungi burðurin millum partarnar, men eg vóni, at vit fara at koma undir land ein av fyrstu døgunum, sigur Jan Højgaard
Mynd: Birgir W. Høgnesen